týsdagur 2. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MELDURIN
Terji Nielsen
Nevndin
í
Atlantsflogi
boðaði stutt fyri døgurða
týsdagin, at felagið hevði
sett 44 ára gomlu Johannu
á Berg í starvi sum nýggjan
stjóra í felagnum. Johanna
er uppvaksin í Havn, men
hon er gift til Klaksvíkar og
hevur seinastu mongu árini
verið búsitandi í Klaksvík.
Eitt spennandi
felag í menning
Tað hevur ikki eydnast at
fingið fatur á Johannu á
Bergi, men við Rás 2 segði
nýggi stjórin í Atlantsflog, at
hon var sera fegin um nýggja
møguleikan, ið hon hevði
fingið.
Eg eri ótrúliga glað fyri at
hava fingið henda møgu
leika. Hetta er ein nýggj og
spennandi
avbjóðing,
og
Atlantsflog
er
eitt
sera
spennandi felag í stórari
menning, segði Johanna á
Berg.
Seinastu
níggju
árini
hevur Johanna á Bergi verið
stjóri á Faroe Ship, og sjálv
er hon ikki í iva um, at hon
kann brúka sínar royndir frá
tí starvinum í sínum nýggja
starvi.
Eg kann heilt víst brúka
mínar royndir frá starvinum
á Faroe Ship. Har havi eg
arbeitt saman við nøkrum
fleksiblum og sera dugna
ligum fólkum, sum eg havi
lært nógv av, og tað kann eg
heilt víst taka við mær í
nýggja starvið, segði Jóhan
na á Bergi.
Gleðir seg at marknað
arføra land og felag
Tað er einki at taka seg aftur
í, at ein stjóri í Atlantsflog
hevur ein stóran leiklut í,
hvussu Føroyar verða mark
naðarførdar uttanlands, og
Jóhanna á Bergi viðgongur
eisini, at júst tað er ein
ógvuliga spennandi partur
av starvinum, sum hon gleðir
seg nógv til.
Eg haldi, at tað er ótrúliga
spennandi
at
sleppa
at
marknaðarføra bæði Føroyar
og Atlantsflog, segði hon við
Rás 2.
Hóast nýggi stjórin gleðir
seg til komandi avbjóðingar,
so er tað tó ikki uttan
sorgblídni, at hon fer at siga
gamla arbeiðsplássinum far
væl.
Eg havi verið sera fegin
um tíðina á Faroe Ship, og
tað er ein tíð, sum eg altíð
fari at minnast aftur á við
gleði, sigur Jóhanna á Bergi,
sum ikki heldur, at tað ber til
at samanbera stjórastørvini
á Faroe Ship og Atlantsflogi.
Hon var týsmorgunin við
á starvsfólki hjá Atlantsflog
á flogvøllinum, og har fekk
hon eisini høvi at heilsa upp
á nýggju starvsfelagarnar á
fyrsta sinni.
Tað var øgiliga stuttligt
at heilsa uppá tey. Har vóru
bæði kend og ókend andlit,
og eg bleiv væl móttikin,
sigur hon.
Vald burturúr
45 umsóknum
Áhugin fyri starvinum sum
stjóri í Atlantsflog var sera
stórur, tí ikki færri enn 45
umsóknir vóru til starvið.
Allir umsóknirnar hava
verið vigaðar, og Atlantsflog
hevur havt eina skipaða
setanartilgongd, áðrenn val
ið loksins fall á Johannu á
Bergi.
Jóhanna á Bergi, sum er
44 ára gomul, hevur drúgvar
royndir í bæði leiðslu- og
nevndararbeiði. Hon hevur
sum áðurnevnt verið stjóri
á Faroe Ship seinastu níggju
árini, og hon hevur eisini
verið sølustjóri hjá JFK í átta
ár. Eitt skifti var hon eisini
søluleiðari hjá Fiskasøluni í
Fraklandi.
Harumframt hevur hon
leiðsluútbúgving frá Robert
Gordon University í Skot
landi, og hon hevur eisini
útbúgving innan sølu og
marknaðarføring frá Danska
Eksportskúlanum í Herning.
Ársins leiðari í fjør
At Jóhanna á Bergi hevur
verið væl lýdd millum síni
starvsfólk er einki dulsmál,
og í fjør fekk hon eisini
heiðurin sum ársins leiðari
Jóhanna á Bergi er sett í starv sum nýggjur stjóri hjá Atlantsflog. Hon gleðir
seg til uppgávuna, sum hon kallar eina nýggja og spennandi avbjóðing
EIN NÝGGJ OG
SPENNANDI
AVBJÓÐING
»Eg eri ótrúliga glað fyri at hava
fingið henda møguleika. Hetta er ein
nýggj og spennandi avbjóðing, og
Atlantsflog er eitt sera spennandi
felag í stórari menning«
Jóhanna á Bergi: