týsdagur 2. juni 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
MELDURIN
Sosialurin
innan tað privata á Leiðara
degnum 2014.
Tá bleiv sagt, at Jóhanna
á Bergi var ein sterkur leiðari,
sum við sínum dugnaskapi
hevði tryggjað sínari fyri
tøku góð úrslit.
Sjálv helt Jóhanna á
Bergi, at tað var eitt úrslit
av góðum samstarvi millum
starvsfólk,
kundar
og
veitarar, at Faroe Ship stóð
seg so væl, og at tað eins væl
kundi verið onkur annar,
sum fekk heiðurin.
Er rætti stjórin
Nevndin í Atlantsflog er
sannførd um, at hon hevur
funnið
rætta
stjóran
til
starvið.
Vit hava í Jóhannu á
Bergi funnið rætta stjóran
at halda fram á settu kósini
hjá Atlantic Airways, sum
nevndin saman við Jørgen
Holme og starvsfólkunum
hevur tilevnað og sett í
verk,
síðani
stjóraskiftið
fyri
hálvum
øðrum
ári
síðani, tá ið Jørgen Holme
varð
settur
fyribilsstjóri.
Jóhanna á Bergi hevur hollar
leiðsluroyndir, og hon hevur
røttu
førleikarnar
bæði
innan sølu, leiðslu og búskap,
staðfestir Niels Mortensen,
nevndarformaður.
Jørgen Holme tók við sum
fyribilsstjóri í novembur í
2013 í einum skiftistíðar
skeiði, sum skuldi vara í
mesta lagi í tvey ár, og hann
heldur fram til Jóhanna á
Bergi hevur sett seg í stjóra
sessin. Hetta verður í sein
asta lagi tann 1. september.
Jóhanna á Bergi, sum er
44 ára gomul, verður fjórði
stjórin í Atlantsflog, síðani
felagið bleiv stovnað í 1988.
»Eg kann heilt víst brúka mínar royndir
frá starvinum á Faroe Ship. Har havi eg
arbeitt saman við nøkrum fleksiblum
og sera dugnaligum fólkum, sum eg
havi lært nógv av, og tað kann eg heilt
víst taka við mær í nýggja starvið«