týsdagur 2. juni 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SO ER LIÐUGT VIÐ
SVARTKJAFTINUM
Fiskimála-
ráðharrar
í Føroyum
Fiski málaráð harr ar-
nir úr Íslandi, Grøn-
landi og Álandi um-
framt fiski mála ráðharrin
frá Seyskelloyggjunum
eru í Føroyum í sam-
band við altjóða ráð-
stevnuna ”Vøkstur í
bláa
tilfeinginum
í
Norðuratlantshavi og
Arktis”, sum er í Norð-
urlandahúsinum í dag
og í morgin.
Talan er um ráð-
stevnu á høgum stigi,
sum skipað verður fyri
í samstarvi við norð ur-
lendsku Havsmiðjuna,
FAO og OECD.
Ráðstevnan viðger
politisku umstøðurnar
at skapa vøkstur í bláa
tilfeingisbúskapinum,
umframt avbjóðingar í
hesum sambandi.
Ráðstevnan við ger
eisini, hvørjar møgu-
leikar vinnan hevur at
gagnnýta tilfeingið í
havinum í framtíðini.
vilmund@sosialurin.fo
Enn er nakað eftir av svartkjaftavotuni, men skipini eru fyribils givin
at fiska. Um góðan mánaða verður farið á makrelveiði
Vilmund Jacobsen
Mánadagin landaði Christian
í Grótinum umleið 2500 tons
av svartkjafti til Havsbrún í
Fuglafirði, og í gjár - týsdagin
- landaði Slættaberg umleið
1400 tons av svartkjafti.
Hetta vera helst seinastu
svartkjaftalandingarar
á
hesu m sinni. Fiskiskapurin
er minkaður, og svart kjafta-
kvotan er eisini farin at
ganga undan.
Teir, sum eru í upp sjó v-
arvinnuni, vita at siga, at eini
10.000 tons eru eftir av
samlaðu svart kjaftakvotuni.
Feløgini, sum eiga Norð-
borg og Christian í Grótinum,
eiga eini 4.000-5.000 tons
eftir, og síðan eiga teir, sum
eiga Fagraberg og teir, sum
eiga Næraberg, eisini nakað
eftir av svartkjafti.
Væntandi er tó ikki, at
meira
verður
gjørt
við
svartkjaftin á hesum vinni.
Nær farið verður eftir restini,
veldst
um
fiskiskap
og
markn að, men hugsandi er,
at hetta verður neyvan fyrr
enn seint í heyst, kanska í
november ella desember.
Makrelur og sild
Eyðun Rasmussen, reið ar-
in hjá Norðborg og Christiani
í Grótinum, sigur, at skipini
hjá teimum higartil hava
havt eitt rímiliga gott ár.
Norðborg hevur ligið í
eina tíð, har ymiskar ábøtur
eru gjørdar, og Christian í
Grótinum fer nú í dokk í
Noregi, har eisini vanligt
viðlíkahald skal gerast.
– Vit vænta, at skipini
koma at liggja til umleið
hálvan juli, tá farið verður at
fiska
makrel.
Síðan
er
væntandi, at skipini verða á
makrelveiði til einaferð í
heyst, tá eisini verður farið
at fiska sild.
Eyðun Rasmussen sigur,
at tað kann vera eitt sindur
ymiskt - ár um ár - nær farið
verður á sild, men væntandi
er, at sildavertíðin byrjar, tá
komið er nakað út á heystið.
vilmund@sosialurin.fo
Christian í Grótinum fer nú til Noregs í dokk, har ymiskt viðlíkahald skal gerast við skipið
Mynd: Dávur Winther
Hvalba er í góðum stima
Á eyka bygda-
ráðs fundi
hjá Hvalbiar
bygdaráði í
gjárkvøldið varð
roknskapurin
hjá kommununi
einmælt
góðkendur
Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin, Trúgvi Gud-
mundarson, sigur, at árið í
fjør gekk væl fíggjarliga, og
kommunan hevði eitt avlop á
umleið tvær miljónir krónur.
–
Inntøkurnar
í
fjør
gjørdust
20,4
miljónir
krónur, sum er stívliga tvær
miljónir hægri enn mett.
Haraftrat
kemur,
at
vit
gjørdu ikki allar tær íløgur
í fjør, sum vit høvdu sett úr
í kortið.
Borgarstjórin vísir á, at
inntøkurnar hjá Hvalbiar
kommunu hava ligið millum
18 og 20 miljónir krónur
seinnu árini, men hann
dugir ikki at minnast, at
inntøkurnar nakrantíð áður
hava verið so høgar sum í
fjør.
– Taka vit skatta inn-
tøk ur nar higartil í ár, eru
tær eisini nakað størri enn
somu tíð í fjør, leggur Trúgvi
Gudmundarson aftrat.
Væl fyri
Hvalbiar kommuna er rætti-
liga væl fyri fíggjarliga.
Skuldin hjá kommununi
er rættiliga lág, bert 3,5
miljónir krónur, og er soleiðis
lagt undir eina álíkning.
Borgarstjórin sigur, at nú
kommunan er farin í holt
við at byggja barnagarð við
vøggustovu og frítíðarskúla
til 60 børn í Hvalba, er eingin
trupulleiki at fíggja hesa
verkætlan.
– Men, fyri tann skuld
ynskja vit, at henda verk-
ætlan
verður
framd
so
skyn samiliga og bíliga sum
gjørligt.
Trúgvi
Gudmundarson
sigur, at hóast góðu gongd-
ina, er kommunan altíð
áhuga í at eftirhyggja rakst-
urin.
– Tað vil so vera, at tað
er altíð okkurt, sum til ber
at gera bíligari, leggur hann
aftrat.
Tað er hugaligt at byggja barnagarð í Hvalba, nú
fíggjarliga gongdin hjá kommununi er so góð