Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Henrik Hamburger er pensjón­er­ aður danskur embætislækni. Fyri fáum árum síðan noyddist hann gjøgnum eina stóra hjarta­ skurðviðgerð. Hann visti, at neyð­ ugt fór at vera við venjing eftir skurð­við­gerðina. Sum lækni visti hann eisini, at venjing fór at verða neyðug, um hann sum einkjumaður skuldi vera búgvandi í egnum heimi. Ein skurðviðgerð, sum hann noydd­ist ígjøgnum við nógvum tím­um í narkosu og einari hjarta­ lunga-maskinu, tekur nógv upp á orkuna. Tá skurðviðgerðin var liðug, varð Henrik Hamburger fluttur til eitt minni sjúkrahús. – Eg fekk ikki etið ordiliga, og eg klænkaði. Tað var útilokað, at eg kundi fara heim til mín sjálvs, tá eg ikki kundi ganga tvey fet uttan hjálp. Endurvenjingarstøð Á netinum funnu døtur hansara ein møguleika, har pápin kundi koma til endurvenjingar, og har fokus var á venjing, góðum mati og tryggum kørmum. Her var Henrik í meira enn tríggjar vikur. Síðan flutti hann inn til dóttir sína at búgva í tvær vikur, tá hann endiliga var til reiðar at fara heim í síni egnu hús aftur. Ein av trupulleikunum hjá hjartasjúklingum er, at kropsliga venjingin ofta verður blokerað av sálarligu fylgjunum av sjúkuni. – Orðini »tori eg hetta«, halda ofta sjúklingum aftur í at geva alt tað, teir kunnu. Tá teir koma her, kennist tað meira trygt, tí sjúk­ lingurin alla tíðina hevur útbúgvið fólk við sína lið. Tá vit tora at trýsta sjúklingarnar her hjá okkum, uppliva teir eisini, at teir kunnu meira, enn teir halda. Hetta flytir teir eisini sálarliga. Tað sigur Lenette Bor­um Poul­ sen, sum er sjúkra­røktar­frøð­ing­ur á endurvenjingarstøðini, har pen­ sjóneraði læknin fekk sína venjing. Neyv vegleiðing Sjálvur var Henrik Hamburger ikki ótryggur um hjarta eftir skurð­ viðgerðina, tí, sum hann sjálvur sigur, var hjarta sterkari eftir við­ gerðina enn frammanundan. Kort­ ini tordi hann ikki at trýsta seg sjálvan nóg mikið. – Eg hevið ongantíð kunnað verið so harður við meg sjálvan, sum fysioterapeuturin var. Eg visti væl, hvat skuldi til, men eina løtu var eg sum ein klútur. Tá eg veruliga helt, at nú kundi eg ikki meira, segði fysioterapeuturin »bert tveir minuttir aftrat…« Hetta hevði eg ongantíð klárað uttan hana, sigur hann. Pensjóneraði læknin sett eis­ ini stóran prís uppá neyvu veg­ leiðingina hjá fysiotera­peutinum um, hvørjir vøddabólkar hann skuldi arbeiða við. Í dag er 80 ára gamli, Henrik Hamburger, aftur í húsum sínum, har hann í tí stóra og heila klárar seg sjálvan. Men, hann merkir væl, at hann ikki er 25 ára gamal longur. Tí fær hann eisini hjálp til tær tyngru uppgávurnar, sum eitt nú at sláa gras og rudda kava. Hugburðurin avgerandi Henrik Hamburger er ikki í iva um, at uppihaldið á endur­venj­ingar­ støðini hjálpti honum ógvuliga væl, og hann heldur, at fleiri faktorar spældu inn í hesum sambandi. – Læknarnir, sum skurðvið­ gjørdu meg, vóru ógvuliga dugna­ ligir, hjálpin eg fekk á venjingar­ støðini var fram úr professionel, men tað hevur helst eisini havt sín týdning, at eg eri treiskur og ynski at búgva í mínum egnu húsum. Á endurvenjingarstøðini er heldur eingin ivi um, at hug­burð­ urin hjá sjúklinginum er ógvuliga avgerandi. – Vanliga koma sjúkingarnir fyrst til okkum, tá teir hava drigist við sjúku leingi. Í dag fáa fleiri tilboð um endurvenjing gjøgnum kommununa, men fleiri koma ong­antíð í gongd – kanska, tí, tey ikki eru klár, tá møguleikin er har, leggur Lenette Borum Poulsen aftrat. Tað er hart at skula venja aftur eftir eina skurðviðgerð ella eitt tíðarskeið við sjúku. Soleiðis er tað hjá øllum. Ert tú hjartasjúklingur, ert tú ofta eisini bangin, tí tú ivast í, um hjartað megnar venjingina Tryggir karmar og eymlig spørk HEILSA – Tá eg veruliga helt, at nú kundi eg ikki meira, segði fysioterapeuturin »bert tveir minuttir aftrat…« Hetta hevði eg ongantíð klárað uttan hana, sigur Henrik Hamburger Modelmynd Økologiskt ella ei? Tað eru nógvar góðar orsøkir til at velja økologiskar vørur. Ein orsøk er, at økologisku djórini hava tað betri, og her eru ongar gen- manipuler­aðar vørur. Men, tað kunnu eisini vera trupulleikar við økologiskum vørum, eitt nú vantandi selen sum er lívsneyðugt. Reglur eru fyri økolog­iskar grøði sum siga, at sporevni sum eitt nú kalium og selen ikki skulu í jørðina. Í staðin verður ”grøn” tæðing og tæðing frá húsdjórum brúkt. Men, um øll tæðing í økologiskari grøði stavar frá djórum, stavar tæðingin samstundis frá somu jørð, sum tæðað verður. Tá grøðin veksur upp aftur, minka føðsluevnini í jørðini, og vandi er fyri útpíning av jørðini. www.helse.dk Sjálvur var Henrik Hamburger ikki ótryggur um hjartað eftir skurðviðgerðina. Hann visti, at hjartað var sterkari eftir viðgerðina enn frammanundan. Kortini tordi hann ikki at trýsta seg sjálvan nóg mikið