týsdagur 2. juni 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
18
Sosialurin
XVI AGG WORLD CHAMPIONSHIP
AGG JUNIOR WORLD CHAMPIONSHIP
FAROE ISLANDS 2015
Eyðun Klakstein
Hetta vikuskiftið fáa før
oysk lið í estetiskum fimleiki
størstu avbjóðingina nakran
tíð, tá ið tey skulu luttaka í
HM á heimavølli. Eitt er at
sleppa við til hesa sterku og
siðbundnu kapping, annað
er, at hon verður hildin í
Føroyum fyri fyrstu ferð.
Kvinnuliðið hjá Havnar
Fimleikafelag hevur gjørt
nógv burtur úr fyrireiking
unum til HM-kappingina.
– Vit hava vitað í langa tíð,
at HM skuldi verða í ár, og tí
løgdu vit eina miðvísa venj
ingarætlan fram ímóti hesi
kapping. At tað so skuldi
gerast ein kapping í Føroy
um, hevur bara gjørt alt
meira hugaligt og spennandi,
sigur Eyð Strøm, sum er venj
ari hjá kvinnuliðnum hjá
Havnar Fimleikafelag.
– Okkara seria varð gjørd
fyri langari tíð síðani, og
longu í mars vóru vit til
reiðar við tí, sum vit skulu
framføra. Ofta verður arbeitt
við serium stutt áðrenn
kappingarnar, men hesaferð
hava vit verið í góðari tíð, og
tað styrkir sjálvsagt okkara
framførslu, sigur hon.
Fólkamentan
Serian, sum liðið hjá Havnar
Fimleikafelag skal framføra í
HM, er gjørd í samstarvi við
finska Antton Laine, sum er
eitt stórt navn innan fim
leikin.
Hann hevur ment eina
seriu, sum byggir á fólka
mentan og fólkadans, og
teamið gongur eisini aftur í
búnunum hjá kvinnunum, tí
búnarnir byggja á føroyska
tjóðarbúnan – bæði tí hjá
monnum og kvinnum.
Antton Laine er ein nógv
umbiðin maður, og hann
hevur gjørt fleiri av seriu
num, sum skulu framførast
í HM-kappingini um viku
skiftið.
Altjóða kappingar
Ein avgerandi partur av fyri
reikingunum hjá Havnar
Fimleikafelag til HM-kapp
ingina hevur verið luttøka í
øðrum altjóða kappingum.
– Okkara gentur eru ikki
so vanar at framføra í kapp
ingum, sum onnur lið eru,
og tí avgjørdu vit at verða
við í tveimum World Cup
kappingum. Hetta skundaði
undir okkara venjingar og
fyrireikingar, og hevur sum
heild verið sera gott fyri liðið,
sigur Eyð Strøm.
Liðið luttók í World Cup
kapping í Sofia í Bulgaria og
seinni í Tampere í Finlandi.
Har fekk liðið fyrst 13 og
síðani 15 stig, sum eingi før
oysk lið áður hava megnað í
hesum kappingum.
– Vit hava gjørt eitt stórt
lop í ár og hava fingið tey
bestu úrslitini nakrantíð í
hesum altjóða kappingunum.
Eisini hava vit fingið nógv
rós frá dómarum og øðrum
fólki í fimleikaheiminum í
sambandi við hesar kapp
ingar, sigur Eyð Strøm.
Droyma um finalupláss
Um vikuskiftið verður tað
álvari, og kappingin, sum
kvinnurnar hava vant fram
til í so langa tíð, verður
hildin.
– Tað er ein stór motiva
tión fyri okkum, at HM kapp
ingin er á heimavølli, her øll
í føroyskum fimleiki, familja
og vinir kunnu síggja og upp
liva okkara framførslu. Vit
gleða okkum til at sleppa at
vísa okkara seriu, sigur Eyð
Strøm.
Seinastu fyrireikingarnar
verða
gjørdar
gjøgnum
vikuna. Liðið venur allar
dagarnar, og tær hava eis
ini fingið høvi at venja á
gólvinum í høllini á Hálsi,
har sjálv kappingin eisini
verður hildin, og tað er
ein
fyrimunur
saman
borið við kappingar uttan
lands, tá ið liðini typiskt
fáa
fimm
minuttir
á
kappingargólvinum
sum
fyrireiking til sjálva kapp
ingina.
– Hetta er ein sera sterk
kapping, og nógv av liðunum
eru framúr góð. Okkara mál
verður fyrst og fremst at
vinna tey 15 stigini, sum vit
áður hava fingið, og skuldi
tað ótrúliga hent, at vit komu
í finaluna, so hevði tað verið
tað størsta úrslitið, vit kundu
fingið, sigur Eyð Strøm.
23 lið verða við í kapping
ini, og 10-12 lið verða síðani
senda víðari til finaluna, sum
verður sunnudagin.
Liðið hjá Havnar Fimleika
felag er eftir úrslitini í World
Cup kappingunum flutt upp
í A-bólkin til kappingina
hesaferð, og tað fegnast tey
stórliga um.
– Vit kappast ímóti teim
um bestu í heiminum, men
vit hava veruliga tikið hesa
avbjóðingina til okkum og
hava fyrireikað okkum so
væl, sum vit kunnu undir
okkara umstøðum, og nú
vóna vit at fáa eitt gott úrslit,
sigur Eyð Strøm.
eydun@sosialurin.fo
Hava gjørt
eitt stórt lop
Eyð Strøm
Liðið hjá Havnar Fimleikafelag hevur umvegis tvær altjóða kappingar flutt
seg á eitt nýtt støði og er til reiðar til HM á heimavølli
Føroyameistararnir hjá kvinnum í estetiskum fimleiki, Hulda hjá Havnar Fimleikafelag. Annar venjarin, Eyð Strøm, stendur uttast til vinstru