Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62 20 Sosialurin XVI AGG WORLD CHAMPIONSHIP AGG JUNIOR WORLD CHAMPIONSHIP FAROE ISLANDS 2015 Terji Nielsen Trý ár eru síðani, at Fim­leika­ sam­band Føroya fekk tað álit frá altjóða sambandinum fyri estetiskan fimleik, IFAGG, at Føroyar skuldu vera vert­ir fyri heims­meist­ ara­kappingini í estet­iskum fim­leiki í 2015. Síðani tá hevur Fim­leika­ sambandið arbeitt miðvíst við fyrireikingunum, og alt hetta arbeiði skal nú standa sína roynd, tá ið umleið 600 útlendskir gestir, bæði fim­ leikarar og áskoðarar, koma til Føroya í sambandi við kapp­ingina. Eitt risastórt tiltak At talan er um eitt stórt til­ tak er einki at taka seg aftur í. Kappast verður í tveimum kapp­ingum, ein kapping er fyri kvinnulið, og ein kapping er fyri kvinnuunglingar. Tilsamans eru ikki færri enn 44 lið við í heims­ meistara­kappingini, og liðini eru so at siga javnt býtt mill­ um tær báðar kappingar­nar. Seks av luttakandi lið­unum koma úr Føroyum. Til heimsmeistara­kapp­ ing­ina fara ikki færri enn 480 fimleikarar at kapp­ast, og allir teir mongu fimleik­ ar­ar­nir koma úr tilsamans ikki færri enn 13 ymiskum lond­um. Kappast á hvørjum ári Føroyar hava havt lima­skap í IFAGG síðani í 2005, og sama ár luttóku før­oyskir fim­leik­ arar á fyrsta sinni eisini í heims­meistara­kapp­ingini. Í ár er sostatt tíggjunda royndin hjá føroyskum fim­ leikarum í HM-kappingini, og hetta jubileum verður so hátíðarhildið við at kappast á føroyskum gólvi. – Avbjóðingin at hýsa sjálv­ari HM-kappingini er tann størsta, sum Føroya Fim­leika­samband hevur tikið upp á seg, siga tey í fim­ leika­sambandinum. Hesi vera við Sum nevnt, so vera fim­leik­ arar úr 13 ymiskum londum við í kappingini. Tey londini eru Føroyar, Russland, Japan, Kina, Spania, Italia, Kanada, Estland, Danmark, Finn­land, Bulgaria, Kekkia og Eystur­ ríki. Árligi aðalfundurin hjá IFAGG verður eisini hildin í Føroyum hetta vikuskiftið. Á tí fundinum verður eisini for­seta­val, og í tí sambandi eru umboð úr Ukreina, Meksiko, Hvítarusslandi, Týsklandi og Fraklandi eisini komin til Føroya. Brúka høvið at vísa Føroyar fram Í Fimleikasambandinum hava tey eisini sett sær fyri, at stóra HM-kappingin eis­ini skal brúkast til at vísa Føroy­ ar fram á ymsan hátt. Umframt at útlendsku gestirnir sleppa at síggja og uppliva okkara land á ymsan hátt, so fer eitt nú føroysk sniðgeving at seta sín dám á leikirnar. Heiðursmerkini, sum fim­leikararnir fáa, eru nokk so nógv øðrvísi enn van­ lig heiðurs­merkir, tí hesi eru hond­gjørd úr glasi av navn­framu listarkvinnuni Mikkalinu Norðberg. Har­ um­framt hevur venjarin hjá kvinnu­liðnum hjá Havnar Fim­leikafelag, Eyð Strøm, sum er arkitektur, sniðgivið búmerkið hjá kappingini. Búmerkið er ein loftsmynd av Føroyum og ein estetiskur fim­leikari. Ein avbjóðing Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er ein stór avbjóðing at skipa fyri eini slíkari kapp­ing í Føroyum, tí tað er av­markað, hvussu stóran kapasitet til dømis føroysku gist­ingar­húsini hava. Tí noyddist Fimleikasamband Føroya í ógvuliga góðari tíð at bíleggja bróðurpartin av øll­um gistingarplássum ser­ liga í høvuðsstaðnum. Teir mongu gestirnir koma at búgva kring allan býin. Gist verður á Hotel Før­ oy­um, Hotel Hafnia, Hotel Tórshavn, Hotel Streym, Hotel Havn, í Kerjalon, á Bládýp­inum, Skúla­ heim­inum í Marknagili, á Háskúl­anum og í Odd- Fellow-húsinum við Grøn­ lands­vegin. Ein fyrireikingarnevnd undir Fimleikasambandi Føroya hevur seinastu trý ár­ ini arbeitt við at fáa alt uppá pláss í sambandi við kapp­ ingini, bæði hvat við­vikur øllum tí praktiska, fíggjar­liga partin og ikki minst ítróttar­ liga partin av kappingini. Arbeitt í trý ár við fyri­ reik­ingunum Fimleikasamband Føroya Um vikuskiftið verður ivaleyst størsta ítróttarhendingin í Føroyum í ár, tá ið HM í estetiskum fimleiki er á skránni í høllini á Hálsi í Havn Katrin Abrahamsen er høvuðsfyriskipari av HM-kappingini