Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62 XVI AGG WORLD CHAMPIONSHIP AGG JUNIOR WORLD CHAMPIONSHIP FAROE ISLANDS 2015 Føroyingar bæði á gólvinum og við dómaraborðið Sum áðurnevnt eru 44 lið við kappingunum, og av teim­ um eru seks føroysk lið. Men tað er ikki bara á gólv­inum, at føroyingar eru ein aktivur partur av heims­meistara­ kapp­ingini. Tí millum teir tilsamans 30 dómararnar, ið koma at døma í kappingini, 12 døma kvinnurnar, 12 døma kvinnu­ unglingarnar, og so eru seks høvuðsdómarar, eru eisini tveir føroyskir dómarar. Tað eru tær báðar Elna Johannesen og Beinta Danielsen, sum báðar hava havt dóm­ara­prógv síðani í 2005. Síðani tá hava tær báðar tvær dømt í minsta lagi tvær kappingar um árið, tí tað er eitt krav fyri at virka sum dóm­ari. Gert tú ikki tað, skalt tú upp til nýggja upp­ tøku­roynd. Les annars samrøðu við Beintu Danielsen um dóm­ ara­uppgávuna aðra­staðnis her í blaðnum. Høllin umskapað Ein av mongu stóru upp­gáv­ unum í sambandi við heims­ meistara­kappingina hevur verið at gjørt karmarnar til sjálva kappingina so góðar sum gjørligt. Og hetta hevur kravt sítt, tí høllin á Hálsi hevur fullkomiliga skift ham nú undan kappingini. Fleiri áskoðarapláss eru gjørd á mobilum skráum, sum kunnu takast burtur eftir kapp­ingina, og alt er líka­sum lyft upp á eitt al­ tjóða støði. Við teimum tillaginum og átøkum annars, ið eru gjørd í høllini á Hálsi fram móti kappingini, ber nú til hjá ikki færri enn 1.130 áskoðarum at sleppa inn at uppliva HM- kappingina. Riggaði væl til FM Farna vikuskifti var før­oya­ meistarakapping í estet­isk­ um fimleiki í høllini á Hálsi við nýggju karmunum, og sigast má, at tað riggaði av­ bera væl. Umstøðurnar eru framúr góðar bæði fyri íðkarar og áskoðarar, og ivaleyst hevur tað verið ein góð hjálp fyri Fimleikasambandið, at man fekk roynt umstøðurnar til FM, áðrenn HM-kappingin fer av bakkastokki. Atgongumerkjasølan fer fram á billetnet.dk, og enn eru nøkur fá atgongumerkir eftir til kappingina, men vænt­andi verður útselt. Kappingin byrjar leygar­ dagin klokkan 13, og sunnu­ dagin klokkan 14 verður sjálvt finaluumfarið. terji@sosialurin.fo Høllin á Hálsi er fullkomiliga umskapað til stóru HM-kappingina Seks føroysk lið eru við í HM-kappingini Myndir: Álvur Haraldsen