týsdagur 2. juni 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
22
Sosialurin
XVI AGG WORLD CHAMPIONSHIP
AGG JUNIOR WORLD CHAMPIONSHIP
FAROE ISLANDS 2015
Pætur Albinus
Í HM-kappingini í estetiskum
fimleiki komandi vikuskifti
verður ein stórur hópur av
altjóða dómarum savnaður
í Føroyum, og ímillum allar
dómararnar eru eisini tveir
føroyskir. Talan er um tær
báðar Beintu Danielsen og
Elnu Johannesen, sum báðar
hava verið altjóða dómarar
síðani 2005 og hesaferð eis
ini fáa abyrgdina av øllum
viðurskiftunum við dómar
unum.
Verður spennandi
Tilsamans 30 dómarar eru
settir at døma kappingina
– 12 hjá kvinnunum, 12
hjá unglingunum og seks
høvuðsdómarar.
Beinta
Danielsen, sum er ein av før
oysku dómarunum í kapp
ingini, gleðir seg.
– Tað verður spennandi at
døma eitt HM á heimavølli.
Eg veit ikki, um vit nakrantíð
fáa tann møguleikan aftur,
sigur Beinta Danielsen, sum
er altjóða dómari á 10. ári.
Hennara áhugi fyri fim
leiki stavar frá barnsbeini
av, tá ið hon longu sum seks
ára gomul fór at venja við
Havnar Fimleikafelag. Seinni
fór hon á ítróttarháskúla
í Danmark, har hon gjørdi
fimleik við einum elituliði í
Århus. Heimafturkomin til
Føroya í 1985 var hon við í
Grand Prix-fimleiki, har hon
gjørdist dómari í 1994. Í 2005
varð skift til estetiskan fim
leik og Føroyar fingu lima
skap í altjóða samgonguni
IFAGG, har øll limalondini
skulu hava dómarar.
Føroysku umboðini blivu
Beinta Danielsen og Elna
Johannesen, og báðar eru
tær við enn.
Dáma væl
At tær báðar hava verið við
so leingi, man vera tí at tær
trívast í starvinum.
– Vit hava dámt tað væl.
Tey fyrstu árini skuldi tú líka
finna teg til rættis og finna
teirra máta at arbeiða upp á í
mun til okkara. Men tá ið vit
so komu í altjóða dómara
hópin, funnu vit útav, at vit
eru rættiliga væl fyri og á
høgum støði. Vit hava verið
við til at broytt okkurt í
reglugerðini, sum ikki var
sum tað skal, og so hava vit
eisini dømt fyri Danmark,
tí at tey fram til í ár ongan
altjóða dómara hava havt,
sigur Beinta, sum saman við
Elnu tískil hevur verið mang
an ferðina í Danmark og
dømt danska meistaraheitið.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at dømingin tekur
tær víða um í heiminum.
– Í ár hava vit verið tvær
ferðir uttanlands og dømt,
har føroyingar eisini hava
luttikið. Vit vóru í Bulgaria
í mars og Finnlandi síðst í
apríl, og harímillum dømdu
vit so DM eisini, greiðir
Beinta frá.
Hon leggur afturat, at um
dómararnir skulu varðveita
prógvið, er krav, at tær døma
í minsta lagi tvær altjóða
kappingar um árið. Gera tær
ikki tað, so skulu tær upp til
nýggja roynd.
Krevur nógv
Tað krevur nógv at vera
dómari í estetiskum fimleiki.
– Tað krevst at tú ert
ógvuliga væl inni í reglu
gerðini og fyrireikar teg væl
áðrenn kapping. Venjarar og
fimleikarar brúka nógva tíð
og orku, so kappingin skal
enda við rætta vinnaranum.
Tí mugu vit vera ógvuliga
væl
fyrireikaðar,
sigur
Beinta og leggur afturat, at
tað javnan koma broytingar
fyri og at teirra uppgáva tá
eisini er at undirvísa tað víð
ari til venjararnar.
– Venjarar her heima
hava ikki so stóra hjálp utt
an okkum dómarar, sigur
Beinta, sum saman við Elnu
harvið kastar lærdóm av
sær
viðvíkjandi
krøvum
til seriurnar hjá fimleikar
unum.
Tá ið dómarin hevur sett
seg í stólin og serian er um at
byrja, krevst hugsavnan.
– Tað gongur skjótt fyri
seg, so tað ræður um at ikki
lata seg ávirka av nøkrum,
sum annars gongur fyri seg í
høllini, so sum lív og tónleik
ur, sigur hon.
Nógv eygu
Sum nevnt, so vera heili 30
dómarar við til kappingina –
12 hjá kvinnunum, 12 hjá ung
lingunum og seks høvuðs
dómarar. Tað er eisini nógv
at halda eyga við.
Dómaraborðið telur 12
dómarar til hvørja seriu, og
eru tær býttar upp í trý at
halda eyga við ymiskum á
gólvinum.
Fyrsti parturin er krøv,
sum seriurnar skulu inni
halda, og halda fýra dómarar
eyga við um liðini hava alt
við í seriuni.
Næsti partur er tað listar
liga. Tað kann snúgva seg um
eina søgu ella ein spenning í
tónleikinum.
Triði parturin er sjálva
framførslan,
sum
verður
dømd, og snýr tað seg tá um
m.a. javnvág, um fimleikar
arnir skinkla, hava armar í
somu hædd, um tær fylgjast
at o.s.fr.
Skipa fyri
Umframt
at
vera
við
sum
dómarar,
so
hava
Beinta Danielsen og Elna
Johannesen
eisini
fingið
uppgávuna at taka sær av
øllum
dómarunum,
sum
koma higar. Tað snýr seg
m.a. um at taka sær av
pappírarbeiði, vísa teimum
runt, syrgja fyri mati og
øðrum fyrifallandi, sum er
útlendsku dómarunum til
hjálpar.
Fyrstu dómararnir koma
longu til Føroya í kvøld,
týskvøldið. Dómarar koma
eitt nú úr Kanada og Japan,
og er tað fyri at venja seg
við stóra tíðarmunin, at tær
koma higar so tíðliga.
Venjing verður í høllini
fríggjadagin kl.17, og tá er
krav, at dómararnir møta
fyri at síggja øll liðini.
albinus@sosialurin.fo
Spennandi at døma
HM á heimavølli
beinta danielsen
– Tað verður spennandi at døma eitt HM á heimavølli. Eg veit ikki, um vit nakrantíð fáa tann
møguleikan aftur, sigur Beinta Danielsen, sum er altjóða dómari á 10. ári. Saman við Elnu Johannesen
og einum hópi av útlendskum dómarum skal hon syrgja fyri, at rætti HM-vinnarin verður funnin