týsdagur 2. juni 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Magni Arge
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi
So
er
kunngjørt,
hvør stillar upp fyri
Tjóðveldi til fólka
tingið, og eg eri eitt
av 12 valevnum á
listanum.
Eg haldi, at liðið
er so sterkt, at Tjóðveldi væl og
virðiliga kann vinna minst annað
umboðið á valinum, og hetta er
eisini neyðugt.
Okkum tørvar eina tjóðskapar
rødd á fólkatingi, sum mótvegis
Danmark og heiminum annars
greitt talar Føroya søk.
Havnastongsulin ímóti føroysk
um skipum var mønustingurin
hjá heimastýrislógini, sum vísti, at
Danmark hevur valt ES fram um
Føroyar.
Vit ætla okkum at gera greitt á
fólkatingi, at Føroyar skulu kunna
virka frítt í altjóða høpi og ikki
dragast ígjøgnum danskar bakdyr
inn í ES.
Vit fara at vísa á okkara egnu
styrkir og virðir sum tjóð og ikki
biðja um hægri blokkstuðul.
Vit verða á varðhaldi og tryggja,
at ongin lóg, ongin ES-regla og ong
in uttanríkispolitisk avgerð verður
sett í gildi uttan við føroyskum
samtykki.
Vit ætla at styrkja støðuna hjá
føroyskum borgarum og vinnulívi
í altjóða høpi og tryggja teimum
javnbjóðis rættindir.
Vit fara við ídni og sannføring
at brúka okkara politisku umboðan
allastaðni, har vit kunnu, at fremja
áhugamálini hjá føroysku tjóðini.
Við mínum royndum í altjóða
samvinnu í 25 ár veit eg, at greið
tala á øllum pallum munar. Komi
eg á fólkating, skal mín partur ikki
liggja eftir.
Tala Føroya søk
út í allan heim
FÓLKATINGSVAL 2015 Valgreinar
Eyðgunn Samuelsen
løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin
Føroyar hava tørv
á einari skilagóðari
og sakligari rødd
á
Fólkatingi,
einari rødd, ið vil
umboða
Føroyar
í
øllum
lutum.
Hesa
røddina
finnur
tú
í
Javnaðarflokkinum !
Nú vit skulu velja tvey umboð
á Fólkating , eru summi byrja at
marknaðarføra seg við, at tey
eru garantar fyri, at vit fáa eina
tjóðskaparliga rødd á Fólkating,
sjálvandi, um vit velja júst tey.
Onnur siga, vel okkum og tú fær
eina sambandsrødd á Fólkating.
Haldi vit, uttan at blunka,
kunnu staðfesta, at umboð Javn
aðarfloksins á Fólkatingi hevur
verið ein virðilig og virkin rødd á
fólkatingi í, nú farna, valskeiðið.
Ein rødd, ið hevur umboða Før
oyar til fulnar.
Javnaðarflokkurin hevur, og
ferð framhaldandi, um vit fáa
umboð valt, at umboða allar før
oyingar á Fólkatingi, ikki bert
sjálvstýrisrørðsluna
ella
bert
sambandsvongin, men allar før
oyingar.
Javnaðarflokkurin ferð ikki á
Fólkating sum ein sambandsrødd
ei heildur sum ein sjálvsstýrisrødd,
men sum ein føroysk rødd.
Vit stilla upp, við tí lyfti, at
avgerðir tiknar í Føroyum, á løg
tingi, skulu virðast. Tað er okkara
demokratiskt valda løgting, ið
tekur avgerðirnar, hesar avgerðir
fara vit ikki niður á Fólkating at
atkvøða ímóti.
Vit ynskja ikki at draga ósemjur
í Føroyum niður á Fólkating. Vit
eru ikki samd við teimum, ið kalla
tað fyri hugsjónarloysi, um man
ikki vil draga ósemjur heima í
Føroyum, til dømis um loysing ella
samband, niður á Fólkating.
Hvussu vit skulu skipa okkum
í Føroyum, í framtíðini, er tað
bert vit ið avgera og tí skal tann
spurningurin avgerast her heima.
Vit viðurkenna, at vit eru
í einum ríkisfelagsskapi og tí
meta vit, at tað er rætt at arbeiða
fyri,
øktum
samstarvi
innan
mentanar-, vinnulív og onnur øki
í ríkinum, Norðanlondum og um
allan heim.
Vit
vilja
fremja
samstarv
og samvinnu við øll, ið ynskja
samstarv við okkum sum tjóð.
Okkara hugsjón er samstarv í
felagsskapinum, so longi sum
vit eru partur av honum, og ikki
avnoktan av veruleikanum. Vit
ynskja at opna allar dyr út í heim
fyri okkara land.
Tí
vil
eitt
føroyskt
Javnaðarumboð á fólkatingi vera
besta og mest skilagóða loysnin.
Ikki hongja ósemjur í Føroyum
út á snór í Danmark
B I L R Ø K T · S T I Ð J A G Ø T A 3 · F O - 1 0 0 T Ó R S H A V N
T E L : 3 5 8 8 8 8 · B I L R O K T @ B I L R O K T . F O – W W W . B I L R O K T . F O
Vit umboða
sindal autoophug
ið heVur 50 ára royndir í fakinum
Bilvask
Vit vaska bilin
innan og uttan
Verkstaður
Dekk, oljuskift og
aðrar umvælingar
leigubilar
Persón- og vøruvognar.
Góðir og bíligir bilar
Flutningshjálp
Vit flyta bilar,
maskinur o.m.a.
Bilførari søkist
Vit søkja eftir bilførara við
stóra koyrikortinum
Fyrimunur er, um tú hevur
handverkaraútbúgving, men hettar
er absolutt eingin treyt.
Um hetta hevur tín áhuga, ert tú
vælkomin at ringja til Heina á 235 888
Umsókn skal sendast til bilrokt@bilrokt.fo
Løn smb. avtalu
Mánadag til leygardag
Starvsfólk til
Bónus í Miðvági
Søkt verður eftir starvsfólki til Bónus í Miðvági, at byrja
skjótast tilber.
Vit vænta, at tú ert sjálvstøðug/ur, ábyrgdarfull/ur og
vinarlig/ur.
Arbeiðstíðin er uml. 29-32 tímar um vikuna, skiftandi
vaktir - eisini í vikuskiftinum.
Um hetta er nakað fyri teg, send eina umsókn til
Mariu Hansen - mh@bonus.fo