týsdagur 2. juni 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Óli Olsen
Á
ríkisskjalasavninum
í
Keypmannahavn
eru
til
skjals
nógvar
stýrimans
protokollir. Í einari teirra:
”Eksamensprotokol for al
mindelig Styrmandseksam
en 1781-1799,” finna vit 22 ára
gamla Poul Poulsen Nolsøe
– Nólsoyar Páll. Próvtøku
dagurin er 8. november 1788.
Gløggur man hann hava ver
ið, tí viðmerkt stendur: »For
stod alt.«
Stýrimansskúlin lá tá í
Lille Kongensgade 33. Køben
havns Skipperlav varðaði av
skúla og hølum. Christian
Carl Lous skrivaði í 1781
lærubók í siglingarfrøði, og
í 2. útgávuni í 1787 tilskilar
hann krøvini, hann metir
vera hóskilig at seta teimum,
ið ætla sær at sigla sum yvir
menn á farmaskipum.
Innihaldið í stýrimans
prógvi Nólsoyar Páls er okk
um kunnugt, hóast prógvið
sjálvt
man
vera
burtur.
Hetta skal skiljast soleiðis,
at Páll 13. august 1798 søkti
um limaskap í Københavns
Skipperlav, so at hann kundi
føra skip heimahoyrandi í
Keypmannahavn. Í hesum
sambandi vísti hann fram
prógv, sum varð ført í proto
kollina, ið nú eitur: »Borger
skabsprotokol: 11. maj 1795
– 31. december 1804,« og sum
er til skjals á Københavns
Stadsarkiv.
Páll fór í 1798 at sigla við
skipum hjá Det økonomiske
Velfærds Selskab; kom á
Havnina í mai sum stýri
maður á Charlotte, og nú,
hann hevði fingið borgara
skap sum skipari í Keyp
mannahavn, kom hann 12.
september 1798 til Føroya
sum
skipari
á
briggini
Patriotisme, sum hevði vøru
til handilin. 12. september
1799 var Páll aftur á Havnini
við vøru til handilin, nú sum
skipari á barkini Thetis.
Nýggj bók um
Nólsoyar Páll
Í sambandi við stórslignu
ætlanina
at
endurreisa
bóndagarð Nólsoyar Páls á
Biskupsstøð í Klaksvík hevur
nevndin fyri viðkomandi
felag litið mær í hendi at
skriva nýggja bók um Nóls
oyar Páll. Hetta er spenn
andi og krevjandi uppgáva.
Millum ár og dag er nógv
skrivað um mannin, sum
av mongum verður hildin
at vera tann mætasti, tann
djarvasti og ein tann vitug
asti,
land
okkara
hevur
fostrað. Men tá ið um
siglingarmannin og skiparan
Nólsoyar Páll ræður, tykjast
skrivligu heimildir okkara
ikki at vera so gávumildar.
Skaldinum Nólsoyar Pálli
vóna vit at fáa serkønt fólk
at taka sær av.
Nógvar
frásagnir
eru
frá sigling Páls úti í heimi
– summar trúligar uttan
at vera vitnisfastar, aðrar
meira ævintýrkendar. Tó
eru til tvey álítandi skjøl
frá hesum árum. Annað er
bræv Páls frá 1806 til rættin
í Havn, har hann nevnir
lond,
hann
sum
skipari
sigldi uppá. Aðrastaðni vita
vit, at hann sigldi fyri stórt
amerikanskt
handilshús
millum Amerika og Evropa.
Við
hesum
upplýsingum
saman við vitan okkara um
forna sigling um Atlantshav,
sum í veruleikanum fór fram
eftir somu meginreglum sum
sigling Kolumbusar, verður
roynt at siga frá, hvussu
Nólsoyar Páll sigldi tey árini,
tá ið eingin frætti frá honum.
Nú, ymist nýtt tilfar er
komið undan kavi, og dagfør
ingar helst eru tiltrongdar,
tykist vera skilagott at skriva
nýtt heildarverk um sigl
ingarhetjuna,
uppreistrar
mannin og skaldið, ið fyllir
so nógv í søgu og tilvitsku
okkara. Eitt nú tykist silvur
heiðursmerkið, ið Landshus
holdningsselskabet
skuldi
ætla Nólsoyar Pálli fyri
gott avrik sum bóndi, vera
sera ivasamt, hóast upp
runin til hesa søgu hevur
røtur sínar úr bók, sum sam
tíðarmaður Páls (Carl Adolf
Muhle) skrivaði sum eldri
maður. Skjøl í hesum sam
bandi tykjast harumframt
at geva okkum forkunnugar
upplýsingar um lyndiseyð
kenni Páls.
Í 1808, tá ið hungursneyð
hótti føroyingar, fór Nólsoy
ar Páll sum kunnugt til Dan
markar eftir korni við skipi
sínum Royndini fríðu. Nær
Skagen tók bretska herskipið
Fury Royndina, ið skuldi
gerast vrak. Páll og menn
hansara vórðu tiknir fangar
og sótu umborð í bretskum
fangaskipi í Gøteborg, til teir
loksins sluppu til London
at tala sína søk, og har
teir síðan fingu nýtt skip.
Skjøl úr Oslo, sum vit hava
fingið innlit í, vísa greitt, at
Royndin fríða fór ikki so illa,
sum higartil hildið. Royndin
fríða sæst dagstevndan dag
seta inn í navngivna norska
havn ávegis til Bretlands
sum krígsfongur.
Serliga forkunnug eru
skjøl, sum komin eru úr
London. Tá ið Nólsoyar Páll
í 1808 kom til London við
kravi um at fáa nýtt skip,
bar ikki beinari á, enn at
brillumaðurin kravdi Páll at
møta í rættinum, har sakar
mál fór fram um tað, sum
hann við kaparaskipi sínum
Salamine hevði rænt í Havn,
stutt áðrenn Páll í 1808 fór
seinastu ferð sína. Rættar
skjøl úr Admiralty Prize
Court í London saman við
øðrum bretskum skjølum
geva greiðar ábendingar á
eina higartil óskrivaða søgu
um
feigdarferð
Nólsoyar
Páls við nýggja skipi sínum
North Star.
Hvørjir eru
føroyingarnir?
Keats admirálur lurtaði eft
ir Nólsoyar Pálli, sum sat
fangi umborð í HMS Prose
lyte, og gav honum loyvi
at fara til London at tosa
sína søk. Meðan Keats er
staddur umborð í bretska
herskipinum HMS Superb,
skrivar
hann
bretskum
myndugleikum
bræv
um
manningina
á
Royndini
Fríðu, sum hann hevur givið
loyvi at fara til London, og
biður
herflotaráðið
taka
endaliga støðu. Vit hava
týtt bræv Richard Goodwin
Keats (frá 4. september 1808)
úr enskum máli og sett tað í
greinina.
Spurningurin, ið nú ser
liga hevur áhuga okkara, er:
Hvørjir eru føroyingarnir,
sum Páll hevði við sær á
seinastu ferð síni við Roynd
ini Fríðu, og sum Keats
nevnir í brævinum? Dugir
nakar at siga okkum? Tey,
sum fáast við ættargransk
ing, plaga at vera stinn.
Eisini annað forkunnugt við
víkjandi lívssøgu Nólsoyar
Páls hevur áhuga.
Adm. 1-7 Ha 198
Superb Flemish Road
4. september 1808
Sir
Menninir á breddanum, skipari og manning
á lítlum skipi úr Føroyum, ið Fury hertók,
hava sagt mær, at oyggjar teirra í løtuni
eru undir bretskum harradømi, og teir
søkja um at sleppa til Bretlands at
greiða frá ringu hungursneyðini, sum
fólkið í oyggjunum líður. Eg havi eftir
umstøðunum hildið vera rætt at eftirlíka
umbøn teirra og givið teimum loyvi at fara
við skipinum Ætnu, so at tygara hátign
kunnu gera av, hvat síðan skal henda.
Við hávirðing
R. G. Keats
Menninir á breddanum:
Poul Nolsøe, skipari
Tummas Joensen
Magnus Zachariasen
Jógvan Joensen
Dánjal Olsen
R. G. Keats admirálur skrivar bretska herflotaráðnum bræv um
føroyingarnar, hann hevur givið loyvi at fara til London at tosa sína
søk, nú teir hava mist skip sítt.
Richard Goodwin Keats (1757-1834). Hann eftirlíkaði
Nólsoyar Pálli og monnum hansara at sleppa til London
Byrjað verður kl. 11.00 við
góðum morgunmati. Síðan
verður gongutúrur við stað
kendum fólki.
Hús og hentleikar hjá
Skótadeplinum verða brúktir
henda dagin, og skótarnir
fara at skipa fyri aktivitet
um, sum tú kanst melda teg
til. Hetta kostar eyka.
Kl. 17.00 verður gudstæn
asta við Símun P. Jacobsen,
presti.
Kl. 18.00 verður farið at
grilla búffar og pylsur.
Kl. 20.00 Kvøldseta, sang
ur og gaman.
Dagurin endar við súpan
og túnadansi.
Kostnaður og
tilmeldingarfreist
Vaksin 200 kr.
Børn 6-12 ár 100 kr.
Børn 0-5 ár ókeypis.
Tú teknar til við at flyta
peningin á kontonr. 6460
- 540.339.3. í Bank Nordik.
Viðmerk navn/nøvn.
Freistin at tekna seg er
týsdagin 16. juni.
Tað er Selatraðarnevndin
í Sjóvar kommunu, ið skipar
fyri. Í nevndini sita Lis
Weihe, Sanna Andreasen og
Rúni Poulsen. Tey trý hava
seinastu tíðina arbeitt við
hesum serstaka degi.
– Vónandi møta vit fjøl
ment á Selatraðardegnum,
siga fyrireikararnir.
Selatraðardagur
Leygardagin 27. juni verður fyri fyrstu ferð
skipað fyri degi fyri bygdarfólkinum og
fólki við tilknýti til bygdina Selatrað
Siglingarmaðurin Páll