týsdagur 2. juni 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Løgmanssteypið 2. hálvfinalur fótbóltur
Jóannes Hansen
Tað er púra opið undan
seinnu
hálvfinalunum
í
kappingini
um
løgmans
steypið. Felags fyri teir báðar
avgerandi dystirnar er, at teir
verða spældir á ovara vølli
í Gundadali. Í kvøld verður
B36 vertur, tá ið Víkingur
vitjar, og hóskvøldið verður
HB vertur, tá ið NSÍ vitjar.
Tølini siga, at tað er púra
opið undan uppgerðunum,
sum fara at svara, um final
an, sum verður leygardagin
29. august, verður millum
grannafeløgini
í
Gunda
dali, um hon verður millum
grannafeløgini kring Gøtu
eið, ella um hon verður mill
um eitt felag úr høvuðsstað
num og eitt felag í Eysturoy.
Í fyrru hálvfinaluni Kristi
himmalferðardag hósdagin
21. mai vann B36 1-0 á Víkingi
í Sarpugerði, meðan tað end
aði við 1-0 heimasigri við
Løkin í Runavík, tá ið NSÍ
hevði vitjan av HB.
Í øllum fýra feløgunum,
sum eru umboðað í hálv
finaluni, verður stórur dent
ur lagdur á at vinna seg í
finaluna. Møguleikin verður
varðveittur at vinna steypa
kappingina og á tann hátt at
kvalifisera seg til europeisku
kappingina næsta summar.
Áður hevur tað verið so
leiðis, at taparin í finaluni
hevur
fingið
europeiska
atgongumerkið, um liðið,
sum vann finaluna eisini
varð
meistari
og
tískil
kvalifiseraði seg til euro
peisku meistarakappingina.
Soleiðis er tað ikki longur.
Um steypavinnarin eisini
vinnur FM, so verður tað
liðið partur at europeisku
kappingini næsta summar,
sum annars akkurát ikki
kvalifiseraði seg í landskapp
ingini.
Í fjør tapti HB finaluna
ímóti Víkingi. Seinnu árini
hava
tað
annars
verið
bygdarfeløgini, sum hava
sett dám á finaluna. Høvuðs
staðurin hevur ikki vunnið
steypakappingina
síðani
2006, tá ið B36 vann 2-1 á KÍ.
Tað eru 24 ár síðani, at
grannarnir
í
Gundadali
seinast hittust í finaluni í
kappingini
um
løgmans
steypið. Mikudagin 14. august
1991 vann B36 1-0 á HB. Einsa
malli málskjúttin ta ferðina
var Bergur Magnussen.
Tølini siga, at HB eigur
stoltastu steypasøguna av
øllum. Tað kemst serliga av,
at HB var heilt suverent í
kappingini um ísafjarðar
bikarið og ísafjarðarsúlurnar,
sum vóru í tíðarskeiðnum
1955-1988. Tá vann HB væl
fleiri finalur enn øll hini
feløgini tilsaman. HB vann
21 finalur, og hini feløgini
vunnu tilsaman tólv finalur!
Tað hevur verið kappast
um løgmanssteypið síðani
1989, og síðani hava bygd
irnar av álvara sett dám á.
HB er framvegis tað felagið,
sum hevur vunnið flestu
finalurnar, men nú eru tað
serliga tey í samanløgdu
kommununum í Sundalag
num og í Eysturkommunu,
sum hava gjørt ein vørr.
HB eigur fimm sigrar í
kappingini
um
løgmans
steypið, og GÍ, Víkingur og
EB/Streymur eiga fýra sigrar
í part.
Merkisvert er tað, at HB
ikki hevur vunnið steypa
kappingina síðani 2004, og
at HB hevur tapt tvær tær
seinastu ferðirnar, tá ið
felagið hevur verið í finaluni
– 1-0 ímóti Víkingi í fjør og
4-3 ímóti EB/Streymi í 2007.
Síðani felagið varð stovn
að í 2008 hevur tað gingið
sum eftir ánni í steypakapp
ingini hjá Víkingi. Fyrsta árið
endaði tað við tapi í fyrsta
umfari ímóti 07 Vestur eftir
brotssparkskapping. Síðani
hevur felagið vunnið fýra
finalur – í 2009 og aftur í
2012, 2013 og 2014.
Tað eru trettan ár síðani,
at NSÍ vann steypakapp
ingina – í 2002 – og tað eru
níggju ár síðani, at B36 vann
steypakappingina – í 2006.
Trífaldu vinnararnir
liggja undir
B36 - Víkingur
Páll Augustinussen
Mikudagin klokkan 18.30
Tað verður eitt sindur av
mótbrekku beinanvegin hjá
Víkingi, tá ið liðið hjá teimum
í Eysturkommunu í kvøld fer
á ovara vøll í Gundadali. B36
vann 1-0 í Sarpugerði. Gestur
B. Dam skoraði sigursmálið
longu í 18. minutti. Fyrsta
stóra
hálva
tíman
vóru
gestirnir greitt omaná, og tá
kendist tað sum um, at B36
fór at skora fleiri mál og har
við mest sum at avgera, hvat
av liðunum skal vera partur
av steypafinaluni.
Men so varð Jákup á
Borg útvístur, og so varð
dagsskráin broytt. Víkingur
pressaði fyri at javna, og B36
legði stóran dent á at verja
leiðsluna. Tað eydnaðist hjá
B36, sum harvið hevur betri
útgangsstøðu í kvøld. B36
er eitt mál frammanfyri, og
B36 hevur skorað týdningar
mikla málið á útivølli.
Í kvøld er Jákup á Borg
tøkur aftur. Hann hevur
verið leikbannaður síðani
útvísingina Kristi himmal
ferðardag.
B36
venjarin
Eyðun
Klakstein heldur ikki, at tað
fer at hava so stóran týdning,
at hansara menn í útgangs
støðu eru betri fyri:
– Hetta verður ein fót
bóltsdystur sum allir aðrir
fótbóltsdystir. Tá ið Víkingur
sunnudagin vann 4-2 á topp
liðnum, sóu vit liðið spæla
við stórum sjálvsáliti og
góðum hugburði. Víkingur
eigur stolta steypasøgu, og
víkingarnir vita, at um teir
skora eitt mál í kvøld, áðrenn
vit skora, so stendur púra á
jøvnum. So her er alt púra
opið. Vit halda okkum vera
væl fyri, og vit fara at spæla
okkara spæl. Men sjálvandi
hava vit lagt til merkis, at
Andreas Lava Olsen nú er
heilt væl fyri, og at hann
saman við Finni Justinussen
hevur sera gott máltev, sigur
Eyðun Klakstein.
Í Víkinga leguni fegnast
tey um góðu gongdina sein
astu tíðina. 4-2 sigurin í
Runavík
sunnudagin
var
sera kærkomin. Hann er
undirstriking av, at tað enn
einaferð kann fara at vísa
seg, at Víkingur eftir trilv
andi byrjan fer at vera við
í kappingini um heiðurs
merkini. Í kvøld verður tað
avgjørt, um Víkingur fjórða
árið á rað verður partur av
steypafinaluni:
Einki er avgjørt undan avgerandi uppgerðunum um, hvørji skulu vera
partar av finaluni um løgmanssteypið leygardagin 29. august – báðir
hálvfinalu dystirnir verða spældar í Gundadali í kvøld og hóskvøldið
Kósin út
í Europa
er umvegis
Gundadal
Víkingur eigur stolta steypasøgu,
og víkingarnir vita, at um teir skora
eitt mál í kvøld, áðrenn vit skora,
so stendur púra á jøvnum.
So her er alt púra opið
Eyðun Klakstein, B36 venjari