Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62 ítróttur fótbóltur Løgmanssteypið 2. hálvfinalur – Nú taka vit ein dyst í senn, og vit vóna, at vit nú eru komnir í ein góðan stima. Vit fegnast um kær­komna sig­urin í Runavík sunnu­ dagin, og nú snýr tað seg um hálvfinaluna ímóti B36 miku­kvøldið, sigur Andreas Lava Olsen, sum sunnudagin skoraði hattrikk ímóti NSÍ. Tað var strika í rokningini hjá Víkingi, at miðverjin og liðformaðurin Atli Gregersen sunnudagin varð vístur av vøllinum og harvið ikki verður tøkur í hálv­final­ uni. Hetta kemur serliga illa við, tá ið Súni Olsen er lang­tíðar­skaddur, og Gert Hansen eisini er skaða­darv­ aður. Sunnudagin var Hanus Jacobsen burturstaddur. Hann verður við aftur í Gunda­dali. Lagnudagar hjá HB og NSÍ HB - NSÍ Elier Rasmussen Hósdagin klokkan 18.00 Hóskvøldið bresta HB og NSÍ saman í avgerandi upp­ gerð­ini um, hvat av liðunum seinni í summar skal vera partur av steypafinaluni. Sunnudagin verður aftur dystur í Gundadali millum HB og NSÍ. Tá verður tað í lands­kappingini. Tá verður av­gjørt, um tað fram ímóti summar­steðginum skal verða lítil og eingin munur mill­um liðini í telvingini um fremstu plássini, ella um tað verður so mikið av sjógvi mill­um feløgini, at tað fer at verða torført at ímynda sær, at HB skal hava møguleika at fáa fatur í aftur toppliðnum. Fýra teir næstu dagarnir verða altso rættiliga av­ger­ andi fyri, hvussu kappingar­ árið fer at laga seg hjá hesum báðum feløgunum. Hóast HB tapti 1-0 í fyrru hálvfinaluni í Runavík, so er sjálvsálitið stórt í sigurs­ vanda felagnum og vónin harvið góð um, at tað skal eydnast at vinna finalupláss: – Kurvan hjá okkum hev­ur gingið støðugt rætta vegin. Liðavrikið er støðugt og spælið alt betri. Vit spæla okkum til málmøguleikar, tað hongur saman í verju­ part­inum, og lagið er gott undir venjing, sigur HB venj­ arin Heðin Askham. Gunnar Haraldsen og Christian R. Mouritsen eru fram­vegis skaddir. Jógvan Rói Davidsen var leik­bann­ aður sunnudagin. Hann er tøkur aftur. Verður tað munur á upp­ leggunum hóskvøldið og sunnu­dagin? – Nú fokusera vit á steypa­dystin, har vit í út­ gangs­støðuni eru eitt mál aftan­fyri. Í Runavík var tað tætt, og teir skoraðu einsa­ malla málið við brotssparki. Hjá okkum ræður um í steypa­dystinum at halda tætt í verjuni. Um teir skora, so skulu vit skjóta trý mál. So tað verður álop við tilvitanini um, at tað kemur illa við, um teir skora, sigur HB venjarin Heðin Askham. Nógvu tær seinastu vikur­nar hevur NSÍ verið sann­før­andi. NSÍ venjarin Trygvi Mortensen hevur fleiri ferðir fegnast um, at verjan hevur verið so trygg. Soleiðis var ikki sunnu­ dagin. Tá gekk tað illa á mið­vøllinum, har nógvar sendingar vóru óneyvar, og tað bar við sær, at verjan ofta var undir trýsti, og tá sá tað ikki so sannførandi út: – Vit hava eftirmett av­ rikið ímóti Víkingi sunnu­ dagin, og vit eru púra klárir at fara í Gundadal at spæla ímóti HB hóskvøldið. Tað er stór kapping um plássini, og spæl­ararnir gleða seg at spæla fyri at vinna pláss í steypafinaluni. NSÍ hevur ikki verið í finaluni síðani 2004. Ein­asti spælarin, sum er eftir frá liðnum, sum tá tapti 3-1 ímóti HB, er Einar Tróndar­gjógv, sum ta ferðina sat á beinkinum alla tíðina. Eingin er eftir frá 2-1 steypa­sigrinum á HB í 2002. Spælararnir eru fyri upp­gang­andi, um tað ber til at siga tað soleiðis. Teir eru svangir eftir at sleppa í final­ una, og teir vita, at tað er stór avbjóðing at fara í Gundadal at spæla ímóti HB, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen. Í NSÍ hava teir eins og í HB fokus fult og heilt á hálv­ finaluni. Tað verður ikki fyrrenn síðsta bríksl hev­ur verið í annaðkvøld, at teir fara at hugsa um lands­kapp­ ingardystin sunnu­dagin. joannes@sosialurin.fo Steypavinnarar 1955-2014 Ísafjarðarbikarið og súlurnar 1955-1988 Løgmansteypið 1989-2014 1955 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1956 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . TB 1957 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1958 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . TB 1959 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1960 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . TB 1961 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . TB 1962 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1963 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1964 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1965 . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 1966 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ 1967 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ 1968 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1969 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1970 . . . . . . . . . . . . . . . strikað 1971 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1972 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1973 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1974 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VB 1975 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1976 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1977 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . TB 1978 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1979 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1980 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1981 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1982 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1983 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . GÍ 1984 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1985 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . GÍ 1986 . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ 1987 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1988 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1989 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1990 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ 1991 . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 1992 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1993 . . . . . . . . . . . . . . . . . B71 1994 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ 1995 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1996 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . GÍ 1997 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . GÍ 1998 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 1999 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ 2000 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . GÍ 2001 . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 2002 . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ 2003 . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 2004 . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 2005 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . GÍ 2006 . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 2007 . . . . . . . . . . EB/Streymur 2008 . . . . . . . . . . EB/Streymur 2009 . . . . . . . . . . . . . . Víkingur 2010 . . . . . . . . . . EB/Streymur 2011 . . . . . . . . . . EB/Streymur 2012 . . . . . . . . . . . . . . Víkingur 2013 . . . . . . . . . . . . . . Víkingur 2014 . . . . . . . . . . . . . . Víkingur 2015 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . ? Finalan verður 29. august Mynd: Álvur Haraldsen Tróndur Arge Hans Jørgen Djurhuus varð í dag funnin sekur í harð­skapi fyri hend­ing­ ina 20. januar í Gundadali, tá hann undir einum vinar­dysti móti HB, sló Poul Ingason í andlitið, so at hesin breyt nøsina. Hann fekk tó ein treyt­ aðan dóm í eitt ár, so um hann ikki ger nak­að revsivert komandi árið, verður hann ikki revs­ aður fyri hesa gerð held­ ur. Dómarin legði í dómi sínum til grund, at tað ikki varð staðfest frá vitnis­frágreiðingunum, hvør sparkaði fyrst. Dómarin metti tó, út frá vitnis­frágreið­ing­ unum hjá Pouli Ingason og Ransini N. Djurhuus, at nevin hjá Hans Jørgeni Djur­huus varð knýttur og at hann ætlaði at sláa Poul Ingason. – Hetta hevur einki rímiligt samband við tað, sum gongur fyri seg undir einum fótbóltsdysti og kann ikki verjast á nakran hátt. Tí er revsifrælsi ikki galdandi í eini slíkari støðu, segði dómarin. Hann vísti tó á, at sjálv revsingin mátti met­ast í ljósinum av umstøð­ unum, hendingin varð framd í. Talan er um fót­bólt á hægsta støðið í Før­oy­um og at hetta eru fylgjur­nar eftir eina harða takling í einum dysti. Hesar umstøður gjørdu, at dómarin valdi at gera dómin treytaðan. Onga viðmerking Høvðuspersónurin í Hans Jørgen Djurhuus mál­inum hevur onga við­ merking til dómin – Vit hava 14 dagar at taka støðu til dómin, so vit hava ikki nakra við­ merk­ing í løtuni, sigur Hans Jørgen Djurhuus. Í komandi viku viðger fót­bóltssambandið hend­ ing­ina á starvs­nevndar­ fundi. Fótbóltssamband Før­ oya hevur boðað frá, at bíðað verður eftir dóm­ inum úr Føroya Rætti, áðr­enn fótbólts­sam­ band­ið tekur støðu til um Hans Jørgen skal hava leik­bann. – Vit hava starvs­ nevnd­ar­fund í komndi viku. Tá taka vit málið upp, sigur Virgar Hvidbro, aðal­skrivari hjá FSF. Christian Andreasen, FSF forseti, hevur fyrr víst á, at tá løgreglan tók mál­ið upp, so valdi FSF at bíða eftir at dómur fall í mál­inum, áðrenn meiri bleiv gjørt burturúr mál­ inum. trondur@sosialurin.fo Hans Jørgen funnin sekur í harðskaps- atburði Savnsmynd