týsdagur 2. juni 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 5
I
1. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen Grafisk sniðgeving: Pætur Eyðunsson Jensen umbróting: sosialurin
Í Vinnuni hesaferð hava vit sjóneykuna á lærlingar,
serliga handverkslærlingar. Tað vísir seg at vera trupult
hjá vinnuni at fáa lærlingar – og tað undrar ikki for
mannin í Føroya Handverkarafelag, at handverksvinnan
hevur so ringt við at fáa lærlingar, tí lærlingalønin
er alt ov lág, heldur hann. Vit vitja eisini á nýggjum
spennandi framleiðsluvirki í Gøtu.
Vinnan hesuferð...
tað hendir...
Sáttmáli um
Elektron
longdur
í eitt ár
Semja millum Føroya Arbeiðs
gevarafelag og YTF um at leingja
verandi sáttmála í eitt ár.
22. mai varð sáttmálin millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF
um starvsfólk á Elektron longdur
í eitt ár uttan broytingar. Hetta
merkir, at verandi sáttmáli, sum
hevur verið galdandi síðan 1. juni
2013, heldur áfram til 31. mai 2016
Sáttmáli
undir
skrivaður
við Grafiska
Yrkis
felagið
Mikudagin 6. mai skrivaðu Føroya
Prentsmiðjufelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag undir semju
um nýggjan tvey ára sáttmála við
Grafiska Yrkisfelagið og Landsfelag
Handverkaranna.
Semjan hevði við sær, at lærlingar
nú fáa sama eftirlønarprosent sum
útlærd, og eina lønarhækking sum
1. mai 2015 er 1,03 prosent og 1. mai
2016 2,25 prosent. Hetta er sama
hækking sum í hinum semjunum,
ið eru gjørdar millum fakfeløg á
privata arbeiðsmarknaðinum og
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Partarnir undirskrivaðu eisini
avtalu um fráboðanarfreist í
sambandi við verkfall.mai í ár.
Havsbrún hevur annars lang
tíðarleigað teir báðar tunlarnar,
sum Fuglafjarðar kommuna eigur
í beninum millum Havsbrún og
Bergfrost, til mjølgoymslu.
Okkum tørvar framhaldandi
arbeiðsmegi – serliga handverkarar
V
andi er tó fyri, at vøksturin
verður avmarkaður av tí veru
leika, at vinnan mangan hevur
trupult at fáa røttu arbeiðs
megina. Framhaldandi er serliga
stórt trýst á at fáa neyðugu
arbeiðsmegina innan handverk
svinnuna. Hetta er ein støða,
sum framhaldandi eigur at verða
tikin í størsta álvara, skrivar Føroya Arbeiðs
gevarafelag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at
atgongdin til útlendska arbeiðsmegi kann
skipast enn betur. Á heimasíðuni industry.
fo skrivar felagið at fyritøkur eiga altíð at fáa
fatur á arbeiðsmegi, og tað eigur ongantíð
at vera ein forðing fyri at virka í Føroyum at
mangla starvsfólk:
Í 2014 varð markið fyri, nær byggivinnan
kann innflyta útlendska arbeiðsmegi, broytt
soleiðis, at um arbeiðsloysið er minni enn
6 prosent, kunnu fyritøkur í byggivinnuni
seta arbeiðsmegi úr ES í starv eftir lagaligari
umsitingarligum mannagongdum enn
annars. Nú arbeiðsloysið er niðanfyri 3,5
prosent er handa skipan galdandi fyri allan
arbeiðsmarknaðin. Hetta er eitt stig á
rættari leið. Lagaliga mannagongdin hevur
við sær, at treytirnar, sum vinnan virkar
undir, eru nakað betri. Hetta er tó ikki nóg
mikið til at halda, at alt er í fínasta lagi. So
skjótt arbeiðsloysi er omanfyri 3,5 prosent
(6 prosent fyri byggivinnuna) verður aftur
næstan ógjørligt at fáa útlendska arbeiðsmegi
hendavegin. Harafturat er skipanin bert
galdandi fyri ES-borgarar, og tað kann í fleiri
førum vera ein avmarking.
Støðan innan el-yrkið er eitt greitt dømi
um, at tað skulu meira enn hesar tillagingar
til. At fáa fatur á ES arbeiðsmegi loysir ikki
trupulleikan hjá el-fyritøkunum. Hetta tí,
at talan er um sera ymiskar arbeiðsdeilir og
mannagongdir innan fakið frá landi til land.
Tað gerst tí trupult hjá útlendingi at gera eitt
arbeiði, um viðkomandi ikki kennir deilir
o.a., sum verða brúkt í Føroyum. Hóast norski
arbeiðsmarknaðurin í løtuni er nakað minni
attraktivur enn fyrr, so er framhaldandi tungt
at kappast við grannalandið fyri eystan, har
skatturin er so mikið lægri.
Loysnin er tó ikki bert at hava fría atgongd
til arbeiðsmegi. Tað kemst ikki uttanum, at
høgi inntøkuskatturin í Føroyum eisini er
ein forðing. Kanning, sum Føroya Arbeiðs
gevarafelag hevur gjørt, vísir, at føroysku
fyritøkurnar eru kappingarførar, tá tað
kemur til løn, men kemur til kort við skatta
muninum.
Skattligu viðurskiftini hjá føroyingum,
sum arbeiða í Føroyum mugu verða javnsett
við skattligu viðurskiftini hjá føroyingum,
sum arbeiða uttanlands. Tískil er tørvur á,
at endurskoða allar tær skipanir, sum geva
føroyskum arbeiðstakarum fyrimun, um tey
velja at arbeiða uttanlands.
– Um vit hyggja nøkur ár fram, so verða
handaligir førleikar og tekniskir førleikar
alsamt ein meira eftirspurd vøra, og munandi
fleiri fara at starvast innan hesi øki. Tí er tað
umráðandi, at føroyska samfelagið sum heild
stendur seg í kappingini um arbeiðsmegina,
og tískil má kappingin um arbeiðsmegina
við onnur lond javnstillast, skrivar Føroyar
Arbeiðsgevarafelag.
Størri eftirspurningur eftir tænastum og veitingum frá
vinnufyritøkum hevur við sær kærkomnan vøkstur í vinnuni