Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 5 I 1. juni 2015 Tað eru ikki smávegis broytingar, Kaj Højgaard hevur upplivað á sínum arbeiðsplássi, sum í hálvtrýss ár hevur verið Timburhandilin í Runavík. – Nú eri eg til arbeiðis 12 tímar um vikuna, so eg komi og fari akkurát sum eg vil, sigur Kaj, sum fríggjadagin varð heiðraður við eini móttøku á Borg í Runavík, har millum 300 og 350 fólk møttu upp fyri at heilsa upp á hann Týsdag sigi eg gott vikuskifti Vinnuvangin: Kaj Højgaard Tekst og mynd: Hilmar Jan Hansen að er ikki á hvørjum degi, at arbeiðspláss kunnu hátíðarhalda, at okkurt av starvs­fólk­ unum hevur verið í starvi í hálvtrýss ár, tí nú á døgum er ikki so vanligt sum fyrr, at fólk halda fast við sama arbeiðspláss í so nógv ár, og heldur ikki eru tað øll arbeiðspláss, ið verða so mikið gomul, at tað ber til hjá nøkrum at røkka hálvtrýss ára starvsdag. Men tað er eydnast 73 ára gamla tofta­ mann­inum, Kaj Højgaard, sum tann 17. mai hevði arbeitt í timburhandlinum í Runavík í hálvtrýss ár, og í tí sambandi varð eisini skipað fyri móttøku honum til heiðurs. Arbeiðsplássið hevur áður itið D.P. Højgaards Eftf. og Højgaards Handilsvirki, og er í dag partur av Borg, men er annars fram­vegis sama arbeiðspláss – á somu adressu og við sama virkisøki. Onkunstaðni millum 300 og 350 fólk stukku á gólvið har seinnapartin fríggja­ dagin, og bæði familja, vinir, starvsfelagar, viðskifta­fólk og onnur nýttu høvið til at heilsa upp á Kaj, sum – ikki so løgið – á manna munni ofta verður umrøddur sum »Kaj í Timburhandlinum«. – Tá eg fylti 67 ár, hóvaði tankin mær slett ikki, at eg skuldi gevast. Tá hevði eg eisini verið til arbeiðis her næstan hvønn ein­asta dag í yvir 40 ár, og eg orkaði ikki tankan um at vita, at í morgin er liðugt. Her var eisini nógv at gera, so fyri tað kundi eg saktans halda fram, men bara eitt ár seinni var alt øðrvísi og nógv minni at gera. So segði eg við Rodmund Nielsen, stjóran hjá mær, at teir ikki skuldu siga nakran annan upp, men at eg heldur kundi fara niður í hálva tíð, greiðir Kaj frá. – Eg fór so niður í hálva tíð tá, og nú eri eg til arbeiðis 12 tímar um vikuna, so eg komi og fari akkurát sum eg vil. Havi eg hug at leypa eina viku um, so geri eg tað, men ofta plagi eg at arbeiða mánadag og týsdag. Tá eg so fari heim seinnapartin týsdag, plagi eg at biðja hinum gott vikuskifti, tá eg fari, leggur Kaj aftrat við einum skeivum smíli. Fáir møguleikar Kaj Højgaard er ættaður av Regni á Toftum og er yngstur av sjey systkjum. Hann sigur, at tá hann vaks upp, var tað slett ikki sum í dag, at ein 14 ára gamal drongur hevði fleiri valmøguleikar, tí har vóru í veruleikanum bara tvey í at velja hjá einum ungum drongi á Toftum. – Annaðhvørt skuldi eg til skips, sum eg slett ikki hevði hug til, ella kundi eg fara í fiska­arbeiði hjá D.P. Højgaard, sum bleiv mín møguleiki. Har var eg við í øllum van­ ligum fiskaarbeiði, men bleiv eisini brúktur sum eitt slag av boðdreingi, so eg gekk við arbeiðs­boðum og sovorðið. framhald...