týsdagur 2. juni 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 5
I
1. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Tá kundi eg ikki hugsa um víðari skúla
gongd, tí eg fór úr skúlanum í 1955, sum real
skúlin ikki kom fyrr enn í 1961, sigur Kaj, ið
arbeiddi í Oyrunum í fýra ár, áðrenn hann fór
til Havnar at ganga í handilsskúla.
– Tá var tað ein trý ára kvøldskúli, so tá
eg fór til Havnar um heystið í 1959, mátti eg
finna mær eitt arbeiði um dagin, sum ikki
var so lætt tá. Men eg var heppin og arbeiddi
á Bacalao, har tað eisini var fiskaarbeiði. Tá
var mannagongdin tann, at um Fiskanes
ella okkurt annað skip landaði, so varð lýst
í Útvarpinum, at í morgin er arbeiði, og so
møttu kanska einir 60 mans upp, sjálvtum
teir bara skuldu brúka 30. So gekk arbeiðs
formaðurin har og peikaði nøkur út, og tá
føldi eg meg ofta nokk so illa at verða tikin
uppí sum bygdadrongur, meðan havnar
dreingir máttu fara til hús við ongum.
Annan veturin var Kaj so við í einum holdi,
ið legði kápil úr Havn og niðan í Mjørkadal,
har teir arbeiddu tveir og tveir, so ein gróv
og hin skumpaði burturúr – alt við hond,
sjálvandi. Annars var tað soleiðis hesi árini, at
handilsskúlin endaði í apríl og byrjaði aftur í
september, so hann fór heim um summarið.
– Tann seinasta veturin kom eg at arbeiða
hjá Ólafi Guðmundsson, sum hevði smásølu
og eina heilsølu, ið seldi alt møguligt – líka frá
oljufýringum at seta í komfýrar, yvir skipskeks
og úlpur til tunnuvognar og sildagørn. Men
tá eg bleiv liðugur við handilsskúlan og fekk
prógv har, gekk leiðin so innaftur á Toftir,
greiðir Kaj frá.
Sótu ovast uppi
Alt frættist skjótt, og tað gekk ikki long
tíð, so fekk Kaj Højgaard eina áheitan frá
Olivari Rasmussen, ið vildi hava hann at
koma at arbeiða á skrivstovuni hjá Runavíkar
Mekaniska Verkstaði – ella RMV, sum tað
eisini kallaðist – í Gulu Smiðju.
– Tað var Tórshavnar Skipasmiðja, ið
átti RMV, so eg byrjaði á heysti í 1962 við at
arbeiða í Havn í einar tveir mánaðir, so eg
kundi seta meg inn í tað ymiska, áðrenn eg
fór innaftur at arbeiða hjá RMV, har eg var
fram til mai í 1965, tá timburhandilin kom
upp í spælið, greiðir hann frá.
– Ein dagin møtti eg á keiini í Runavík
táverandi leiðaranum í timburhandlinum,
Havstein Ellingsgaard, sum spurdi meg,
um eg hevði havt hug til at komið í timbur
handilin at arbeitt. Eg hevði hug til at royna
okkurt, sum var eitt sindur størri og har eg
fekk brúkt útbúgvingina meira, umframt at
tað tá ikki var so nógv at gera í RMV, tí tað
nógva fór til Havnar. Og soleiðis gekk tað til,
at eg endaði á hesum arbeiðsplássinum, sum
nú hevur verið mítt hesi hálvtrýss árini.
Tá Kaj byrjaði at arbeiða hjá timbur
handlinum norska tjóðardagin, 17. mai, í 1965,
helt timburhandilin til á keiini í Runavík í
einum bygningi í trimum hæddum.
– Vit vóru á ovastu hædd, so tað kann ikki
akkurát sigast, at talan var um eina serliga
kundavinarliga avgreiðslu, tí fólk máttu ganga
tvær tungar trappur, áðrenn tey komu upp
til okkum. Men har sótu vit so og gjørdu alt
vanligt skrivstovuarbeiði, avgreiddu kundar,
tóku ímóti ordrum um telefonina og bílagdu
ymiska vøru, minnist Kaj aftur á.
– Tá vit skuldu bíleggja vøru, var tað ikki
vanligt, at vit ringdu, tí tá kundi tú renna
teg í øgiliga langa bíðitíð, áðrenn hol fekst
ígjøgnum niður. Tí var tað vanligasta, at vit
sendu telegramm, um vit skuldu bíleggja
sement, glasull og annað. Seinni kom so telex,
ið lætti munandi um, og uppaftur seinni eisini
telefax. Men soleiðis vóru umstøðurnar tá, og
tá tú ikki kendi til annað, var tað eisini fínt.
Alt nógv lættari
Í 1977 flutti timburhandilin av keiini í Runavík
og yvir í núverandi bygning, og har er hann
framvegis. Tá hann hyggur aftureftir, ásannar
Kaj Højgaard, at bæði umstøðurnar og sjálvt
arbeiðið er so nógv broytt, at tað gamla kann
ikki samanberast við tað, sum nú er.
– Tað var sjálvandi ein stór broyting, at
flyta í ein bygning, sum var spildurnýggjur og
gjørdur til endamálið. Tíðin var eisini broytt
nógv, so arbeiðið gekk heilt øðrvísi fyri seg.
Um vit bara taka timbrið, so kemur tað í
dag alt á einum vogni, og so tekur trukkurin
buntið og setir tað inn á hillina, uttan at
nakar maður hevur nortið við nakað av tí,
sigur Kaj Højgaard.
– Tá var tað heilt øðrvísi á keiini, tí
bátarnir, sum komu við timbrinum, løgdu at
beint niðan fyri timburhandilin, og so bleiv
alt handlað í land og stungið uppá. Bátarnir
kundu viðhvørt liggja í eina heila viku, áðrenn
teir vóru tømdir, tí hóast okkurt kanska var í
buntum, so var eitt øgiligt arbeiði av tí mesta.
Nógvir mans vóru eisini til arbeiðis, tí brúk
var fyri fólki niðri í lastini og á keiini, og
onkrir stungu upp, aðrir tóku ímóti og bóru
undan og so framvegis. Nú er alt nógv lættari
og gongur nógv skjótari fyri seg.
Sjálv goymslan er eisini øgiliga nógv
broytt, tí í 1965, tá Kaj byrjaði í timburhandl
inum, høvdu teir nógv meira av timbri á
goymslu, enn teir hava í dag. Hann fortelur,
at tá bleiv alt, sum æt skilarúm, veggir og
gólv, gjørt av timbri, tí plátur funnust ongar,
og tað var ikki fyrr enn fyrst í 70-unum, at
gólv- og veggjaplátur komu.
Vinnuvangin: Kaj Højgaard
Tá eg fylti 67 ár, hóvaði
tankin mær slett ikki, at eg
skuldi gevast. Tá hevði eg eisini
verið til arbeiðis her næstan
hvønn einasta dag í yvir 40 ár,
og eg orkaði ikki tankan um
at vita, at í morgin er liðugt
framhald...
Stjórin í Borg, Rodmundur Nielsen, handaði á móttøkuni fríggjadagin Kaj Højgaard
– sum tøkk fyri trúfesti í hálvtrýss ár – ein málning eftir Jógvan Martin Olsen
Mynd: Kári Hansen/Borg