Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 nr. 5 I 1. juni 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Ingolf S. Olsen - PRESS T að loysir seg alt ov illa peninga­ liga at fáa sær eina hand­verkara­ útbúgving, og tað er høvuðs­ orsøkin til, at tað gongur so illa hjá hand­verksvinnuni at fáa lærlingar. Tað sigur Suni Simonsen, for­ maður í Føroya Handverkarafelag, og hann heldur arbeiðsgevararnar sjálvar hava skyldina av støðuni. – Í fyrsta lagi er lærlingalønin alt ov lág, og tá lærutíðin síðani er av, skal ein smyrja seg við einari handverkaraløn, sum bara er eitt lítið sindur hægri enn arbeiðsmannalønin. Lærlingalønin er so lág, at tað tekur 18 ár hjá einum handverkara at vinna tað innaftur, sum hann misti í lærutíðini, samanborið við eitt ófaklært arbeiðsfólk. Og handverkaralønin er bara 11,57 prosent hægri enn ófaklærda lønin. – Hvør tímir at arbeiða í 18 ár fyri at fáa 11,57 prosent meira í løn? Eg haldi, svarið sigur seg sjálvt, sigur Suni Simonsen. Barnaløn Meðan samrøðan verður gjørd, fær hann tilvildarliga ein teldupost við soljóðandi fyrispurningi frá einum limi: »Eg vil bara spyrja um, hvat tit gera fyri okkum, sum eru í læru? Nær kann man vænta at fáa voksenløn?« – Hatta er akkurát tað. Lærlingarnir føla tað, sum at teir bara eru bílig arbeiðsmegi og verða viðfarnir sum børn, tá tað snýr seg um løn, staðfestir Suni Simonsen. Hann er ørkymlaður av støðuni, sum hand­verkarafeløgini til fánýtis royndu at fáa broytt og bøtt undir sáttmálasamráðingunum í fjør. Sjálvgjørt Tí var Suni Simonsen eisini ovfarin, tá hann fyri skjótt tveimum vikum síðani – hin 19. mai – hoyrdi Magnus Magnussen, formann í Føroya Handverksmeistarafelag, í útvarpinum siga, at lærlingatrotið í Føroyum skyldast norsku oljuvinnuna, tí hon dregur føroyskar lærlingar at sær. – Sum um hetta ikki er ein trupulleiki, sum hevur røtur her heima. Tað er rætt, at oljuvinnan í Noregi dregur nógvar føroyingar, bæði sveinar og lærlingar, yvir hagar. Men tað skyldast í fyrsta lagi, at handverksvinnan her heima ikki hugsar longur enn til dagin í dag. Arbeiðsgevararnir gera onki fyri fram eftir at klára seg betri í kappingini um okkara egnu arbeiðsmegi, millum annað við at gera tað attraktivt at søkja lærupláss í okkara hand­verskvinnum. Teir vilja heldur brúka politikararnar og fáa teir at gera tað lættari at fáa út­lendska arbeiðsmegi hendavegin. – Eitt er vist, lønin má upp bæði hjá lær­ lingum og sveinum, um vit fram eftir skulu gera okkum vónir um, at okkara ungu fara at tíma at søkja lærupláss her heima, soleiðis at vinnan javnt og samt fær sett nýtt fólk við. Alt annað er uttanumtos og vánaligar um­ beringar, slær Suni Simonsen fast. Tað undrar ikki formannin í Føroya Handverkarafelag, at handverksvinnan hevur so ringt við at fáa lærlingar, tí lærlingalønin er alt ov lág, heldur hann Lága lønin styggir lærlingar burtur Lærlingalønin er ásett í grein 8 í lærlingasáttmálanum millum arbeiðsgevararnar og handverkarafeløgini: § 8. Løn Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna. Tað er: 1. árið . . . . . . . . . . . . . . . . . 32% av sveinalønini 2. árið . . . . . . . . . . . . . . . . . 40% av sveinalønini 3. árið . . . . . . . . . . . . . . . . . 45% av sveinalønini 4. árið . . . . . . . . . . . . . . . . . 55% av sveinalønini 5. árið . . . . . . . . . . . . . . . . . 70% av sveinalønini Suni Simonsen – Hvør tímir at arbeiða í 18 ár fyri at fáa 11,57 prosent meira í løn? Eg haldi, svarið sigur seg sjálvt, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.