týsdagur 2. juni 2015síða 51
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 5
I
1. juni 2015
Ingolf S. Olsen - PRESS
Áðrenn Suni Simonsen, formaður í Føroya
Handverksmeistarafelag, fór til samráðingar
borðið í fjør heyst at samráðast um nýggjan
sáttmála, hevði hann alment boðað frá, at
hann ikki fór at góðtaka bara at skula trýstast
inn í ein karm, sum onnur feløg – og tað er í
hesum høpi arbeiðarafeløgini – høvdu sam
rátt seg til.
– Higartil hevur hesin vælsignaði karmur
verið ein reguler spennitroyggja, sum er
smoygd niður yvir okkum, tí handverkara
feløgini hava ikki havt nakra sum helst
ávirkan á hann. Tí hava lønarsamráðingarnar
fyri okkara viðkomandi heldur ikki verið
veruligar – alt var jú avgjørt frammanundan,
sigur Suni Simonsen.
Læstur karmur
Men at karmurin hjá arbeiðarafeløgunum
skuldi galda, var júst kravið, ið Føroya Hand
verkarafelag og Landsfelag Handverkaranna,
sum samráddust saman, vóru møtt við frá
arbeiðsgevarunum.
Upprunaliga kravið hjá handverkarafeløg
unum var at fáa sveinalønina upp á 150 krónur
um tíman, men Føroya Arbeiðsgevarafelag
vildi ikki hoyra taling um at víkja frá karm
inum, sum var ásettur í sáttmálunum við
arbeiðarafeløgini.
Tað nyttaði heldur onki, at handverkara
feløgini slakaðu kravið niður á 138,93 krónur
um tíman, og eftir at Semingsstovnurin var
komin uppí, kendu tey seg noydd at góðtaka
eitt semingsuppskot við einari væl lakari
lønarhækking:
Tímalønin fyri tær longru handverkara
útbúgvingarnar hækkaði 1. oktober í fjør við
1,98 prosentum úr 128,93 krónum í 131,48
krónur, og 1. mai í ár hækkaði hon aftur við
2,25 prosentum, so hon nú er 134,44 krónur.
Fyri tær styttru handverkaraútbúgvingarnar
hækkaði tímalønin til 126,18 krónur 1. oktober
í fjør og 129,02 krónur 1. mai í ár.
Óbehagiligt
Suni Simonsen minnist ilt aftur á samráð
ingarnar í fjør heyst, tó at úrslitið flutti nøkur
mørk, sum áður ikki vóru til at vika.
– Talan var um sera óbehagiligar samráð
ingar. Vit hildu okkum í fyrstu syftu skula
samráðast við Handverksmeistarafelagið,
men fingu beinanvegin at vita, at tað hevði
latið Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðingar
rættin. Og haðani vóru boðini stutt og greitt,
at karmurin var lagdur, og tey ætlaðu ikki
at víkja ein tumma frá honum. Umboðini
fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag søgdu enntá,
meðan umboðini hjá Handverksmeistara
felagnum eisini vóru til staðar, at um
meistararnir kortini skuldu funnið upp á at
givið okkum til dømis 5 ella 10 krónur meira
um tíman, so fór Føroya Arbeiðsgevarafelag
ikki at góðtaka tað, greiðir Suni Simonsen frá.
Mørk vórðu flutt
At feløgini kortini góðtóku semjuuppskotið
hjá semingsmonnunum var tí, at uppskotið
hóast alt fór eitt sindur út um karmin. Hetta
tí lønarhækkingin, sum eftir vanliga sáttmála
leistinum hevði fari í gildi 1. oktober í ár, er
flutt fram til 1. mai í ár.
Samstundis endar sáttmálaskeiðið 1. mai
næsta ár, samstundis sum tað hjá arbeiðara
feløgunum, og ikki 1. oktober næsta ár, sum
tað hevði gjørt, um vanligi sáttmálaleisturin
varð fylgdur.
Men hetta er treytað av, at handverkara
feløgini og arbeiðarafeløgini hava skipað seg í
eina felags samráðingareind at samráðast um
nýggjar sáttmálar at fara í gildi 1. mai 2016.
Megna tey ikki tað, skal handverkarasáttmálin
galda til 1. oktober 2016.
Øll fáa ávirkan
Suni Simonsen hevur sjálvur fingið litið í
hendi at standa fyri samráðingunum millum
handverkarafeløgini og arbeiðarafeløgini um
at skipa seg í eina samráðingareind.
– Enn hava vit ikki havt so nógvar fundir,
og uppgávan er ikki løtt, tí áhugamálini hjá
feløgunum eru ikki tey somu í øllum lutum.
Men eg vóni og vænti, at tað fer at eydnast,
tí tá verða vit felags um at samráðast um
lønarkarmin, sum vit øll tískil fáa eins stóra
ávirkan á. Og tað var jú júst tað, sum eg vildi,
tá vit fóru undir samráðingarnar í fjør, sigur
Suni Simonsen.
Karmurin er ein
spennitroyggja
Um tað eydnast handverkarafeløgunum og arbeiðara-
feløgunum at skipa seg í eina samráðingareind,
so fara tey í felag at samráðast um nýggjar
sáttmálar at fara í gildi 1. mai næsta ár. Við
tí fáa øll feløgini ávirkan á lønarkarmin
– Higartil hevur hesin vælsignaði karmur verið ein reguler spennitroyggja,
sum er smoygd niður yvir okkum, tí handverkarafeløgini hava ikki
havt nakra sum helst ávirkan á hann, sigur Suni Simonsen