týsdagur 2. juni 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 5
I
1. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Ingolf S. Olsen
Útbúgving – handlig ella bóklig – er ein íløga
í yrkisførleikar, sum í sær sjálvum hava eitt
stórt virði, og tí gevur tað onga meining at
seta lærutíðina hjá einum handverkslærlingi
upp ímóti tí, sum ein ófaklærdur løntakari
tjenar í sama tíðarskeiði.
Tað heldur Marita Rasmussen, stjóri í
Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hon er ikki samd
við Suna Simonsen, formanni í Føroya Hand
verkarafelag, sum í aðrari grein her á síðunum
gevur lágu lærlingalønini og sjálvari hand
verkaralønini skyldina fyri, at handverks
vinnan í Føroyum hevur so trupult við at fáa
lærlingar.
Suni Simonsen vísir á eitt roknistykki,
ið hann hevur sett upp, og sum vísir, at tað
tekur 18 ár hjá einum handverkara at vinna
tað innaftur, sum hann misti í løn í lærutíðini,
samanborið við eitt ófaklært arbeiðsfólk.
– Nú fari eg ikki at kjakast um eitt ítøkiligt
roknistykki hjá Suna Simonsen, tí eg kenni
tað ikki, og veit tí ikki, hvussu hann hevur
roknað. Men generelt kann man ikki saman
bera soleiðis. Tú kanst jú seta líknandi
roknistykki upp fyri allar útbúgvingar, eisini
eina miðnámsútbúgving, sum ikki gevur
konkretan yrkisførleika ella eina hægri
útbúgving so sum verkfrøðiútbúgvingina, og
ikki bara fyri handverksúutbúgvingina, sigur
Marita Rasmussen.
– Útbúgving er jú eisini ein spurnigurin
um eina íløgu í framtíðina og kann skjótt
gerast munurin ímillum at hava eitt starv og
ikki at hava eitt starv, leggur hon afturat.
Stór avbjóðing
Marita Rasmussen viðurkennir, at lága til
gongdin av lærlingum er ein stór avbjóðing
hjá føroysku vinnuni, men sambært henni er
hvørki lærlingalønin ella sáttmálalønin hjá út
búnum handverkarum høvuðstrupulleikin.
– Minimumslønirnar her heima eru
millum tær hægstu í okkara parti av heim
inum. Tað er heldur ikki bara í Føroyum, at
vinnan hevur ringt við at fáa lærlingar og seta
nýtt fólk við. Tað er eisini øgiliga stórt fokus
á henda trupulleikan í grannalondunum, ikki
minst í Noregi og Danmark, sigur Marita
Rasmussen.
Lærlingatrotið er heldur ikki javnt býtt
millum ymisku handverksfakini. Í Føroyum
er ongin trupulleiki hjá til dømis el-fyritøkum
at fáa elektrikaralærlingar, meðan tað kanska
serliga er í øðrum pørtum av byggivinnuni, at
trupulleikin at fáa lærlingar er stórur.
Høvuðsorsøkin til hetta er, at eftirspurn
ingurin eftir elektrikarum í Noregi hevur
verið sera stórur í nógv ár, og av somu orsøk
eru elektrikaralønirnar har eisini trýstar upp.
Fáir sveinar
Sambært Maritu Rasmussen er trupulleikin
ikki so einfaldur, at tað bara snýr seg um at
fáa fleiri lærupláss.
– Tað er fínt, at vit hava so góðar hand
verkarar, at gravgangur er eftir teimum
uttanlands. Tað er serliga gott í niðurgangs
tíðum í Føroyum. Men tað skapar trupul
leikar, tá tað, sum nú, eisni er nógv virksemi
her heima og tískil stórur eftirspurningur eftir
handverkarum.
– Men lærlingatrupulleikin snýr seg ikki
bara um, at tað er ringt at fáa lærlingar – tað
er tað tó á summum økjum, og kappingin um
okkara ungu er stór. Men tað snýr seg eisini
um, at okkara fyritøkur eru smáar og við fáum
sveinum. Tí síggja vit eisni, at handverks
meistarar ofta aftra seg við at taka lærlingar,
tí teir óttast støðuna, um teir fáu sveinarnir
knappliga fara í annað starv. Vit hava ítøkiligt
dømi um fyritøku, sum hevur tikið lærlingar
inn fyri síðan at hava misst sveinarnar. Og
uttan sveinar ber jú ikki til at hava lærlingar,
sigur stjórin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Ósmartar lýsingar
Men sjálvt um lærlingatrotið tískil kann
hava fleiri orsøkir, ið arbeiðsgevararnir ikki
beinleiðis hava ávirkan á, so heldur Marita
Rasmussen, at vinnan kanska eisini kundi
roynt at endurnýggja seg, tá tað snýr seg um
mátan, hon bjóðar seg fram uppá.
– Tað mest vanliga er enn, sum tað hevur
verið í allar tíðir, at tú sært eina lítla lýsing í
bløðunum, har søkt verður eftir lærlingum.
Tað finnast helst onkrir smartari mátar at
bjóða seg fram uppá, um ynskið er, at fleiri
skulu søkja, sigur hon.
– Tað kundi eitt nú verið gjørt meira
burtur úr, at ein handverksútbúgving eisini
kann vera eitt stig á leiðini til nakað meira.
Tað er eisini nakað, vit síggja nógv í Føroyum
– at útbúgvingar verða tiknar í stigum – fyrst
handverkaraprógv, síðani kanska maskin
meistaraprógv og at enda verkfrøðingaprógv.
Á øllum stigunum er talan um eftirspurda
arbeiðsmegi, og tí hevur tað stóran týdning,
at vinnan dugir væl at bjóða seg fram, sigur
Marita Rasmussen.
Tað gevur onga meining at seta mista inntøku í útbúgvingartíðini upp ímóti tí, sum onnur hava tjent
hesa tíðina, heldur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hon viðurkennir tó, at
handverksvinnan kanska kundi roynt nýggjar leiðir í mátanum at bjóða seg fram uppá
Marita Rasmussen
Høpisleys samanbering
– Lærlingatrupulleikin snýr seg ikki bara um, at tað er ringt at fáa lærlingar. Tað snýr seg eisini um, at okkara fyritøkur eru smáar og við fáum sveinum. Tí síggja vit eisni, at handverksmeistarar
ofta aftra seg við at taka lærlingar, tí teir óttast støðuna, um teirra fáu sveinar knappliga skuldu farið í annað starv, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag.