týsdagur 2. juni 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 5
I
1. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Árni Gregersen
Í tvey ár hevur arbeitt verið við at kanna
møguleikarnar at byggja eina verksmiðju í
Gøtu, sum skal brúkast til at leggja makrel í
dós.
Ætlanin er komin so langt, at fyrireikarar
nir halda seg hava eina verksmiðju klára og
teir halda seg eisini kenna so mikið væl til
marknaðin, at grundarlag er at byggja eitt
slíkt virki.
Tað er fyritøkan Varðin, sum eigur fleiri
uppsjóvarskip, umframt verksmiðjuna á
Tvøroyri, sum hevur latið kanningarnar gjørt.
Ein fyritøka hevur fyri Varðan í smá tvey
ár gjørt kanningar, bæði hvussu ein nýmótans
verksmiðja kann gerast, hvussu produktini
skulu vera og hvussu marknaðirnir síggja út
fyri sølu av makreli í dós.
– Vit hava fingið greiðar ábendingar um, at
hetta er ein vaksandi marknaður, sigur Janus
Rasmussen, sum stendur á odda fyri verk
ætlanini.
Hann vísti á, at tað serliga er í gamla
Vesturevropa, at eftirspurningurin eftir
makreli í dós er vaksandi.
Millum fólk við serligum áhuga fyri
heilsugóðum mati, hevur feitur fiskur fingið
eitt stórt pláss og millum feita fiskin er
makrelurin.
– Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu
fiskuin verður etin. Summastaðni er tað
makrelur í tomat – aðrastaðni í olju. Onku
staðni verður hetta brúkt sum matur á
middegi og aðrastaðni til døgverðamat, sigur
Janus Rasmussen.
Stórar nøgdir
Makrelfiskiskapurin hesi seinnu árini er eyð
kendur við, at talan er um ómetaliga stórar
nøgdir.
Trý virkir eru í løtuni í Føroyum, sum taka
ímóti makreli til matna: Faroe Pelagic í Kolla
firði, Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í
Fuglafirði. Norðborg hevur verksmiðju um
borð, og har verður makrelur eisini arbeiddur
til matna.
Hóast fiskurin verður viðgjørdur nakað, so
fer hann fyri tað mesta av landinum, frystur
í blokk.
Bæði í vinnuni og í politiska umhvørvinum
hevur seinnu árini verið tosað almikið um at
fáa meirvirði úr tilfeinginum.
Fyri at hetta skal eydnast og vera sam
felagsgagnligt, so er neyðugt, at so at siga
allur fiskur, sum føroysk skip veiða kemur
uppá land og verður virkaður her – helst
so nógv, at hann er klárur at selja til enda
brúkaran úti í heimi.
Makrelur er í veruleikanum ein rættuliga
nýggj rávøra í Føroyum, hóast hann er
veiddur síðani seksti-árini.
Tað er ikki fyrr enn føroyingar ásedttu sær
egnar kvotur, at kjakið av álvara tók seg upp
um at fáa meira burtur úr.
Tá var virkið í Kollafirði longu farið í
gongd og síðani eru virkini á Tvøroyri og í
Fuglafirði komin afturat.
Velir Varðin í Gøtu at byggja eina nýggja hermetikverksmiðju fer
hon at kosta meir 150 milljónir og geva 80-90 arbeiðspláss
Til reiðar
at byggja
nýggja
hermetikk-
verksmiðju
í Føroyum
Janus Rasmussen
Ein verksmiðja av hesum slag krevur
stóra arbeiðsorku. Á tekniborðinum sær
tað út til, at tá ið ein slík verksmiðja er
fult útbygd, so er arbeiðið til eini 80 90
fólk. – Eg haldi eg tori at siga, at verður
endaliga avgerðin tikin um at byggja
eina slíka verksmiðju, so kann hon
standa klár eftir einum ári, sigur Janus
Rasmussen, sum er verkætlanarleiðari.