Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 55

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 5 I 1. juni 2015 Hermetikk At leggja mat í dós var fyrr kallað fyri hermetikk. Í Klaksvík var hermetikk­verk­ smiðjan – ella Bollafabrikkin – hjá Kjølbro. Har vóru fiskabollar gjørdir í dós, umframt at sild var skorin í gaffilbitar og eisini lagt í dós. Seinast hevur Christian í Grótinum-sam­ takið keypt ein verksmiðju í Týsklandi, sum arbeiðir við tí sama. Tá ið tann verksmiðjan varð keypt, varð sagt, at ætlanin var at gera eina slíka verk­ smiðju í Føroyum, men teir hildu tá, at betri var at finna eina verksmiðju, sum var í gongd inn í ES. Í Gøtu hava tey í tvey ár arbeitt við at kanna, hvat skal til fyri at gera eina slíka verk­ smiðju í Føroyum. Fyrst og fremst er marknaðurin kannaður og har vísir tað seg, at eftirspurningurin eftir makreli í dós er vaksandi í Hollandi, Frak­ landi, Stóra Bretlandi og Týsklandi, umframt fleiri øðrum londum í Evropa. – Men hetta er ein stór verkætlan, sum krevur, at íleggjararnir hava nóg mikð av pengum og tola at brúka eini trý ár, áðrenn ein av álvara er komin inn á marknaðin, sigur Janus Rasmussen. Hann er vælvitandi um, at ES hevur toll á so nógv viðgjørdum fiski, sum makrelur í dós. – Tað er ein avbjóðing millum fleiri aðrar, sum skulu loysast, sigur Janus Rasmussen. Men hann vísir á, at heimsmarknaðurin er ómetaliga stórur og arbeitt verður við møgu­ leikum í Norður Amerika og Asia. Hinvegin er tað lættari at arbeiða á marknaðum, sum fyri­tøkan kennir, tí har er váðin eisini minni. – Jú longur burtur makrnaðurin er, longri tíð tekur arbeiði og størri er váðin vanliga, leggur hann afturat. Stór verksmiðja Verður avgjørt at fara undir at byggja eina slíka verksmiðju, so er talan um eina stóra verk­smiðju, sum verður útgjørdur við øllum nú­tímans hentleikum. Verksmiðjan er mett at kosta meira enn 150 milljónir krónur. Hon verður gjørd til at lata makrel í dós í sós av onkrum slag: tomat, olju ella onkrum øðrum. Varðin í Gøtu eigur fleiri uppsjóvarskip, sum vanliga landa makrel í Føroyum ... ...sum oftast til virkið, sum fyri­ tøkan eigur á Tvøroyri