Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 nr. 5 I 1. juni 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Árni Gregersen H Slakar 150 síður vóru at lesa hjá tingfólki, tá ið uppskotið um eina nýggja fjarskiftislóg var løgd fyri tingið. Lógaruppskotið var sera um­ fatandi, men ein stórur partur vóru tekniskar tillaðingar, sum hvørki tingfólk ella onnur leik­ fólk í veruleikanum kundu skilja. Kortini er talan um eina lóg, sum hevur til endamáls at gera kappingina á fjarskiftis­ økinum størri enn tað vit ha kent til higartil. Og tann, sum skal syrgja fyri, at hetta verður soleiðis er fjarskiftiseftirlitið, sum seinnu árini hevur havt somu uppgávu. Nú eru heimildirnar bert vorðnar størri. Telefonverk Føroya Løgtings Fyrr var tað soleiðis, at að var Løgtingið, ella tað almenna, sum beinleiðis átti Telefon­ verkið. Seinnni eru stórar broytingar hendarr. Flesta álvarsliga broytingin sum brúkarin merkti, var tá ið vit í áttati-árunum fingu far­ tele­fonir. Tøknin í hesum var av einum heilt øðrum slag, enn tað vit áður høvdu kent í sambandi við telefonir. Tey sum nýttu fartelefonir vóru ikki longur knýtt at koparkaðalum, sum annars liggja í jørð­ini kring alt landið. Koparkaðalnetið hevði Telefonverkið lagt og hetta net er tí framvegis ein stórur partur av tí, sum vit kalla Føroya Tele og FT Net. Í dag er tað soleiðis, at skulu onnur veita telefonsamband, so skulu tey leiga seg inn á netið, sum FT Net umsitur. Grundleggjandi er tað soleiðis, at hóast FT Net hevur egna leiðslu, so er FT Net ein partur av Føroya Tele. Tað vil siga, at søkja kappingarneytar um at sleppa at brúka onkrar tænastur hjá FT Net tí tey hava onkur nýggj produkt, so er vandi fyri, at hendan vitan fer frá FT Net til Føroya Tele áðrenn kappingarneytin annars hevði ætlað at onnur skuldu vita um produktið. Fjarskiftiseftirlitið Tann, sum skal ansa eftir, at kappingarneytar arbeiða á jøvnum føti innan fjarskifti, er Fjar­ skjiftis­eftirlitið. Hetta eftirlit er ein av stovnunum á Skála­ trøð. Við nýggju fjarskiftislógini hevur stovnurin fingið nógv víðari heimildir at leggja uppí, um tað vísir seg, at ein aprtur við ráðandi marknaðar­støðu – í hesum føri Føroya Tele – mis­nýtir hana og brúkar hana til at lata onnur koma framat í einari javnari kaping. Frammanundan hevur Fjarskiftiseftirlitið eisini havt møguleika at steðga avlaðandi kapping, men heimildirnar hava ikki verið víðar, so sjálvt um kappingarneytar hava kært, so hevur tað tikið drúgva tíð til okkurt er komið burturúr. Vodafone Umframt Føroya Tele er tað bert Vodafone, sum veitir telesamskifti í Føroyum. Hetta tá ið talan er um veitingar til vanliga telebrúkaran. Føroya Tele hevur heilt greitt ráðandi marknaðar­støðu í Føroyum, meðan Vodafone hevur á leið tað sums varar til millum ein fimting og ein fjóðring av marknaðinum. – Vit eru glað fyri,a t hesar broytignarnar eru hendar í lógini, tí fyri brúkaran fer hetta at gera, at kappingin verður harðari – og tað hevur vanliga við sær betri og bíligari veitingar, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone. Fjarskiftiseftirlitið er ein lítil stovnur. Tí er hesin stovnurin eisini bundin at, hvørji fólk arbeiðåa har og hvussu dugnalig og effektiv tey eru. – Okkara fatan er,a t stovnurin í løtuni virkar ómetaliga væl – og tað vísir seg, at tá ið vit venda okkum til stovnin, so gongur tað bæði skjótt og væl at fáa kvalifiserað svar, sigur Gudny Langgaard. Úr vinnumálaráðnum verður sagt, at tey væl vita, at stovnurin, sum nú skal hava enn neyvari eftirlit, er lítil og ikki hevur nógv fólk í arbeiði, men tey siga seg hava tosað við stovnin, sum ikki heldur, at neyðugt er at hann verður styrktur munandi. Annað uppskot Tað var landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl, sum legði uppskotið um nýggja fjar­skiftislóg fram. Men Løgtingið hevði frammanundan við­ gjørt eitt annað uppskot frá Framsókn. Í tí upp­skotinum var ført fram,a t helst skuldi FT Net loysast frá Føroya Tele, so FT Net gjørdist eitt almnet partafelag, sum veitti tænastur til sam­skiftisfeløgini. Alternativt var skotið upp, at Føroya Tele og FT vóru funktionelt atskilt, soleiðis, at talan ikki vóru um fólk, sum ganga aftur í báðum feløgunum. Úrslitið bleiv lógin um fjarskifti, har júst omanfyri nevnda er tikið úr, men at Fjar­ skiftis­eftirlitið kortini hevur fingið heimild til at krevja at feløgini verða funktionelt at­skilt, halda tey ikki lógina og ætlanirnar um kapp­ ing­ina, sum lógin leggur uppo til. – Eg haldi eg tori at siga, at hóast alt, so er hetta eitt stig framá leið, at felagið við ráðandi marknaðarstøðu nú noyðist at halda seg til nakrar grundreglur, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone. Hon sigur eisini, at tað longu sæst á marknaðåinum, at kappingin er harðari. Fleiri nýggjar veitingar eru komnar – og fleiri eru á veg. Seiansta nýggja fyri vanliga brúkaran er, at tað nú ber til tosa millum norðanlond við fartelefon fyri vanligan heimaprís. Aðrar veitingar eru á veg og onkrar fara at gera tað lættari at skifta milumt elefeløgini. – Ja nú ber til at skifta frá felag til felag og kortini varðveita telefonnummarið, sum ein ehvur. Tað fer at gera tað nógv lættri hjá brúk­aranum at velja ein annan veitara, tí til­ ber at varðveita sítt vanliga telefonnummar, sigur Gudny Langgaard. At varðveita sítt telefonnumamr, hóast ein skiftir veitara, er ein aprtur av nýggju fjar­skiftis­lógini, men hetta er longu sett í gildi við kunn­gerð. Stórar heimildir til fjarskiftiseftirlitið, sum nú skal ansa enn betur eftir, at verulig kapping er á samskiftisøkinum Kappingin harðnar nú nýggj samskiftislóg er samtykt Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone, er vælnøgd við nýggju samskiftislógina Johan Dahl, landsstýrismaður kom við lógaruppskotinum, sum Løgtingið samtykti. Føroya Tele hevur í Føroyum eina greitt ráðandi marknaðarstøðu og verður undir herdum eftirliti.