týsdagur 2. juni 2015síða 64
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
2
Full tíð fyri
allar føroyingar
Lyftini, sum góvu Javnaðarflokkurin sess á Fólkatingi í 2011,
vóru púra greið. Vit lovaðu at:
Røkja starvið fulla tíð.
Umboða allar føroyingar.
Leggja dent á ítøkilig úrslit heldur enn partapolitiska markering.
Samstarva við øll, sum vit kundu náa úrslitum saman við.
Knýta útisetar at føroyska samfelagnum.
Føra fram føroysk sjónarmið á øllum tøkum pallum.
Ikki draga føroyskar ósemjur til Danmarkar.
Siga nei til bæði undirbrotligheit og konfrontatión, men fara í
dialog við danskar myndugleikar.
Síðani er hvør dagur brúktur til at fremja hetta í verki. Og tað
hevur gagnað føroyska samfelagnum.
Bara samstarv
skapar úrslit
Sjúrður Skaale fekk sessin á Fólkatingi í 2011.
Men ein politikari kann einki gera einsamallur.
Alt arbeiðið er gjørt í samráð við leiðslu Javnaðar
floksins. Harumframt hava vit sam starvað við:
Føroyskar politiskar myndugleikar.
Føroyskt vinnulív.
Føroyskt mentanarlív.
Almennar stovnar í Føroyum.
Hinar norðuratlantisku fólkatingslimirnar.
Norðurlendskar politikarar
Danskar politiskar myndugleikar.
Øll úrslitini eru sprottin úr hesum samstarvi. Tað
fer at halda fram, um Javnaðarflokkurin fær ein
sess á valinum hesaferð.
Endamálið er ikki at sita á Fólkatingi og veittra
við tí partapolitiska flagginum.
Endamálið er at fáa úrslit.
Fyri fyrstu ferð hevur verið samstarv millum allar norðuratlantisku fólkatingslimirnar