Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 65
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 65

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Javnaðarflokkurin á fólkatingi 3 Javnaðarflokkurin setti sum greiða treyt fyri at stuðla donsku stjórnini, at hennara støðutakan í makrel­ og sildastríðnum var nøktandi fyri Føroyar. Onkuntíð stóð hart á, og í einum føri atkvøddu vit ímóti stjórnini. Hevði Venstre ikki bjargað henni tá, hevði stjórnin komið í minniluta. Eftir tað var samstarvið í lagi. Vit umboðaðu eisini føroysku sjónarmiðini í miðlunum. Tað varð gjørt í samráð við føroyskar myndugleikar til tess at tryggja, at Føroyar talaðu við einari rødd. Greið krøv og greið umboðan í makrel­ og sildastríðnum