týsdagur 2. juni 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
4
Nøkur úrslit
Úrslitini eru mong og góð. Her eru nøkur teirra.
10 milliónir til FarGen
Í samráð við viðkomandi partar gjørdu vit í 2014 semju við stjórnina um, at FarGen
fær 10 milliónir. Endamálið er bæði at basa sjúkum, at menna føroyska gransking,
og at skapa arbeiðspláss og inntøkur í Føroyum.
Tvær milliónir til fornminni í Porkeri
Aldargomlu húsini í Eystrum í Porkeri eru eitt serstakt fornminni. Í mars 2015
gjørdu vit semju um, at tey kunnu verða endurreist í upprunaligum sniði fyri tvær
milliónir. Endamálini eru varðveitslan í sjálvum sær, at menna ferðavinnuna – og
at fólk skulu kunna læna húsini í styttri tíðarskeið.
Stórt endurgjald til føroyingar
Inntil 2011 rindaðu nógvir føroyingar av órøttum 8% í donskum
arbeiðsmarknaðargjaldi. Hóast málið var fyrnað fingu vit ígjøgnum, at mistakið
mátti rættast. Fleiri fingu stórt endurgjald.
Veitingar til føroyingar í Danmark
Undanfarna danska stjórn broytti lógina, so føroyingar mistu rættin til fleiri
veitingar. Vit tóku málið upp, og frá 1. januar 2013 fingu føroyingar hesi rættindi
aftur. Í 2014 eydnaðist eisini at tryggja teimum, sum mistu veitingarnar í eitt ár,
fult endurgjald.
Samstarv um føroyskan film
Saman við Klippfisk fingu vit í lag samstarv millum Dansk Filminstitut og føroysk
filmfólk. Hetta hevur ment spírandi føroysku filmsmentanina. Vit hava eisini í
samráð við føroysk filmfólk latið gera stórt álit um føroyskan filmpolitikk og
filmhús.
Føroysk bankatrygd
Fíggjarmarknaðurin í Danmark skal umleggjast, so teir størstu bankarnir ikki
skulu kunna fara á heysin. Í samstarvi við Landsstýrið fingu vit í lag avtalu um, at
umleggingin skal kunna fevna um føroysku bankarnar.