Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 67
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 67

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Javnaðarflokkurin á fólkatingi 5 Markaforðingar beindar burtur Í mai 2014 var eitt uppskot samtykt um at beina burtur forðingar, sum gera samskifti millum Føroyar og Danmark tvørligt. Allir fólkatingslimirnir úr Føroyum og Grønlandi løgdu tað fram. Nakrar forðingar eru longu burtur, og vit arbeiða víðari við øðrum. Tvískattasáttmálar Vantandi tvískattasáttmálar er ein trupulleiki fyri frálandavinnuna og skipa­ skrásetingina. Í samstarvi við føroysk reiðarí, fíggjarmálaráðið og danska skattamálaráðið gjørdu vit drúgva frágreiðing um, hvussu viðkomandi donsku sáttmálarnir kunna víðkast til eisini at fevna um Føroyar. Kirkjubíblian føroysk Vit samstarvaðu við føroyskar myndugleikar um at fáa rættindini til føroysku kirkjubíbliuna flutt til Føroya. Tryggjað játtan til Norðurlandahúsið Kreftir í Norðurlandaráðnum royna at skerja játtanina til Norður landahúsið munandi. Í samstarvi við leiðsluna í húsinum gjørdu vit alt fyri at steðga hesum ­ og tað eydnaðist. Eisini onnur føroysk umboð í ráðnum gjørdu sítt til, at ætlaða sparingin bleiv strikað. Avhoyringarútgerð til barnahús Í 2013 royndu vit, í samráð við landsstýrið, at fáa fígging til serliga avhoyringarútgerð til nýggja barnahúsið. Tað eydnaðist. Betri saltfiskaframleiðsla Eitt ES­forboð móti at nýta fosfat í saltfiskaframleiðslu var ein stórur vansi fyri føroyskar framleiðarar. Í samstarvi við føroyska vinnu, føroysku uttanríkistænastuna, donsku vinnuna og donsku stjórnina strongdu vit á at fáa forboðið strikað. Tað eydnaðist. Thorshavn til Tvøroyrar Tá Ríkisumboðið vildi sleppa sær av við bátin Thorshavn var sannlíkt, at hann endaði uttanlands. Men vit hjálptu fólki á Tvøroyri at sannføra donsku stjórnina um, at báturin í staðin skuldi til Tvøroyrar fyri ein bíligan penga. Onnur úrslit, sum eru nádd saman við øðrum: Nýútbúnir føroyingar kunnu taka danskan arbeiðsloysisstuðul við til Føroya í tríggjar mánaðir. Norðurlendsk barnabókavirðisløn sett á stovn. Føroyingar eru javnsettir við danskar umsøkjarar í samband við upptøku á skúlaheim. Krav um at hava havt danskt á A­stigi fyri at søkja inn á donsk universitet er strikað. Vegleiðing og hjálp er veitt til ein hóp av einstaklingum. Óloyst mál Tað skal ikki dyljast, at nøkur mál, ið vit hava arbeitt við – eisini mál, sum hava stóran týdning fyri nógv fólk – enn eru óloyst, nú valskeiðið endar. Ikki tí vit ikki hava gjørt okkara besta, men tí tað ikki hevur eydnast at broyta lógir og skipanir. Hesi mál verða tikin upp aftur, vinna vit sessin aftur.