Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Javnaðarflokkurin á fólkatingi 6 Nýggj vitan Fortreytin fyri at kunna taka rættar avgerðir er at hava rætta vitan. Tí hava vit fingið til vega nógva nýggja vitan um Føroyar og føroyingar. Hvat vita danir um Føroyar? Hvat halda og vita danir um Føroyar? Tað gjørdu vit eina kanning um ­ og hon gav okkum høvi til í donskum miðlum at afturvísa mest vanligu misskiljingini: Nevniliga at Føroyar eru ein fíggjarlig byrða fyri Danmark. Umrøðan hevði við sær, at ein portalur er skipaður, har danskir lærarar finna tilfar um Føroyar, og at eitt filmslið ger føroyskt tilfar til danska skúlan. Ja til Evropa Tað kann stundum vera ein fyrimunur at standa uttanfyri ES ­ men tað kann eisini gerast hættisligt. Hvørjar møguleikar hava vit? Og hvussu hava onnur smá lond skipað seg? Vit skrivaðu eina bók um hetta, og skipaðu fyri fleiri kjakfundum um evnið. ES og føroysk fiskivinna Størsta orsøkin til, at Føroyar sita so uttarlaga í ES­høpi, er fiskivinnupolitikkurin hjá ES. Men hvør er veruleikin um henda politikk? Og hvør hevði avleiðingin verið, um Føroyar blivu partur av honum? Tað lýstu vit í einum framhaldi av bókini um ES og Føroyar. Hvussu kann fiskivinnan skipast? Í samráð við norska professaran Torbjørn Trondsen gjørdu vit stóra greining av føroysku fiskivinnuni, eins og hann gjørdi ítøkilig uppskot um ábøtur. Úrslitið bleiv rapportin "Fiskivinnan eftir 2018", sum fekk nógva umrøðu. Føroyingar uttan fyri norðurlond Nógvir føroyingar lesa uttanfyri norðurlond. Hvat er sambandið millum hesi fólk og føroyska samfelagið? Og hvussu kann bøtast um tað? Tað lýstu vit í kanningini "Vit flyta ikki longur enn hini". Hvussu skatta vit í mun til onnur? Í Føroyum taka vit nærum allan skatt inn sum lønarskatt. Kundu vit býtt skattabyrðuna øðrvísi? Hvørjar høvdu fylgjurnar verið? Og hvønn hugburð hava føroyingar til skatt? Hetta lýstu vit í kanningini "Tað, sum keisarans er". Hvat dregur fólk til Føroya? Umleið annarhvør føroyingur hevur búð í Danmark. Hvat er tað, sum dregur fólk burtur? Og hvat dregur tey heimaftur? Tað er neyðugt at vita í royndunum at styrkja tilflytingina. Og tað lýstu vit í kanningini "Hvat er tað, sum dregur". Føroyskir fordómar um Føroyar Í kjakinum um tilflyting verður ofta sagt, at fíggjarliga er lættari at búgva í Danmark enn í Føroyum. Men er tað so? Hvat eru fordómar og hvat er fakta í kjakinum um munin millum Føroyar og Danmark? Tað lýstu vit í kanningini: "Ása & Óli". Hvat nú um vit finna olju? Vit skipaðu fyri stórum fundum um føroyska oljuvinnu ­ bæði millum útisetar og í Føroyum. Norska stjórnin, landsstýrið, føroyska vinnan og fakfeløg tóku lut. Seinni lótu vit gera ein bókling um hesa stóru avbjóðing (hann var tó ikki heilt liðugur, nú val bleiv skrivað út). Pensionistar sambært teirra egnu orðum Tað er nógvur statistikkur um korini hjá eldri føroyingum. Vit gjørdu eina frágreiðing, har tey lýstu sína støðu við egnum orðum. Hon kallaðist "Vit klára okkum, so leingi vit eru tvey".