týsdagur 2. juni 2015síða 69
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
7
Umboðan
Vit hava umboða Føroyar allastaðni, har vit eru sloppin framat.
FÓLKATiNGSSALUriN . Vit hava
á virðiligan, men kontantan hátt
umboðað Føroyar í orðaskiftinum
á Fólkatingi. Tað hevur givið nógv
endurljóð.
MiðLAr. Gjøgnum kronikkir,
lesarabrøv og samrøður í
donskum og øðrum miðlum er
ljós støðugt varpað á Føroyar og
føroysk sjónarmið.
OLJUráðSTEVNUr. Stór
oljuráðstevna var á Christians
borg. Umboð fyri norsku stjórn
ina, føroysku vinnuna og ser
frøðingar tosaðu um ta avbjóðing,
ið oljuvinnan hevur við sær. Tað
var størsta tiltak, sum hevur
verið á Christiansborg á
føroyskum. Tiltakið bleiv
endurtikið í Løkshøll í Runavík.
NOrðUrLANDAráð. Gjøgnum
sessin í Norðurlandaráðnum
fingu vit ein pall at føra fram
føroysk sjónarmið víða um.
MENTANArNæTUr. Saman við
Sambandsflokkinum skipaðu vit
fyri fleiri tiltøkum við føroyskari
mentan og mati á Christiansborg.
Á myndini er tað Johanne Schmidt
Nielsen úr Eindarlistanum sum
roynir "ólógligan" makrel úr
Føroyum .
TiLTøK í FørOySKU HÚSUNUM.
Vit hava lagt stóran dent
á at røkja sambandið við
føroyskar útisetar við tiltøkum í
Keypmannahavn, Århus, Odense
og Aalborg.
ViTJANir Úr FørOyUM. Nógvir
skúlaflokkar og aðrir bólkar hava
vitjað á Christiansborg.
øLSMAKKiNG. Ein dagin góvu
vit dønum høvi at smakka øl
frá Føroya Bjór og Okkara inni á
Christiansborg.
FørOySK ViNNA á STørSTA
PALLiN. Vit hava samskipað
marknaðarføringina av føroysk
um vinnulívi í sambandi við økta
virksemið í arktiska øki num. Og í
september hava vit fingið før
oysk um vinnulívi pláss á stóra
pallinum, tá heimsins størsta
ráðstevna um arktis verður í
Reykjavík
FÓLKAFUNDir. Vit hava tikið lut á
fólkafundum bæði í Føroyum og
Danmark.