týsdagur 2. juni 2015síða 70
Tekstur á síðuni
Grundarlag
Javnaðarflokkurin hevur gjørt hesar meginreglur fyri,
hvussu fólkatingssessurin skal røkjast.
Visjón
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi er eitt virkið og virðiligt umboð fyri Føroyar
og virkar fyri at gagna føroyskum einstaklingum, føroyskum vinnulívi ,
føroyskari mentan og føroyska samfelagnum sum heild allastaðni, har
fólkatingssessurin gevur atgongd. Harumframt knýtir hann føroyskar
útisetar tættari at føroyska samfelagnum.
Missión
Til tess at fremja visiónina samstarvar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi við
føroyskar og danskar myndugleikar og við allar aðrar viðkomandi partar,
bæði í Føroyum, Danmark og aðrastaðni. Millum føroyskar útisetar, danir og
onnur fyriskipar og luttekur flokkurin í tiltøkum, sum kunnu kveikja áhugan
fyri føroyska samfelagnum.
Virði
Politisku virði Javnaðarfloksins eru tey somu á Fólkatingi sum í Føroyum,
og allar yvirskipaðar avgerðir verða tiknar í samráð við leiðslu floksins. Men
tað er føroyska samfelagið sum heild, ið vit umboðað á Fólkatingi ikki bara
Javnaðarflokkin. Tí mótarbeiða vit ikki politiska meirilutanum í Føroyum.
Javnaðarflokkurin skal ikki draga innlendis føroyskar ósemjur niður á
Fólkating.
Til tess at fáa sum mest burturúr teimum møguleikum, sum
fólkatingssessurin gevur, loyvir Javnaðarflokkurin ikki tí persóni, sum situr á
Fólkatingi, samstundis at sita á Løgtingi. Verður sami persónur valdur í bæði
tingini, tekur næstvaldi sætið á fólkatingi, tá fyrstvaldi er á Løgtingi. Sama er
galdandi, um fyrstvaldið tekur sæti í Landsstýrinum.
Starvsfólk Javnaðarfloksins á Fólkatingi verða einans sett sambært fakligum
førleikum. Teirra uppgáva er at hjálpa við tí politiska arbeiðinum, at gera
kanningar sum viðvíkja føroyska samfelagnum og at skipa fyri tiltøkum.
Dentur verður lagdur á, at starvsfólkini arbeiða sjálvstøðugt, og at tey eisini
sjálv kunnu skjóta upp, hvørji átøk skulu fremjast.
Nógv fólk
umframt fólkatingsmannin og eitt fulltíðar
starvsfólk hava nógvir føroyskir studentar
verið í starvi hjá Javnaðarflokkinum á fólkat-
ingi. Harumframt hava nógv fólk gjørt ver-
kætlanir fyri flokkin.
Øll hava arbeitt fakliga. tað liggur eingin par-
tapolitisk binding í tí at starvast hjá Javnaðar-
flokkinum á fólkatingi.
Vel úrslit.
Tað er best
fyri Føroyar