týsdagur 20. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 136 - 20. juli 2004
Nr. 136 - 20. juli 2004
3
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Hellurnar, Sosialurin:
Eitt gamalt orðatak sigur, at
vatn kemur aftur, har vatn
hevur runnið, og hendan
myndin kann eisini nýtast
til lítlu fyritøkuna Sonni
Fiskakeyp, sum heldur til í
leigaðum hølum í fiskahús-
inum hjá P/F Nósa í Oynd-
arfirði. Hetta húsið stendur
á grundini á gamla handlin-
um í Víkum, sum brendi
fyrst í sjeytiárunum.
Í dag virkar Sonni Fiska-
keyp vørur til føroyska
marknaðin. Tað vil siga
heilt vanligar vørur sum
ræstan fisk, lippur, kjálkar,
fesk fløk, kalva og annars
alt sum kundin ynskir. Í
1856 fór Clement Høgne-
sen undir handil í Víkum og
tá var marknaðurin út-
lendskur. Í Oyndarfirði
varð fyrsta flokks klipp-
fiskur tilvirkaður til markn-
aðirnar í Miðalhavslondun-
um, í dag verður fiskur
virkaður til foroyingar og
til kræsna marknaðin her
heima.
– Vit hava ein høvuðs-
setning, og hann er at okk-
ara vørur liva upp til øll
krøv um frískleika, rætta
hagreiðing og rætta merk-
ing og rættan pakning, sum
lógin ásetir. Tað hevur
stóran týdning fyri okkum,
at kundin fær ta vøru hann
ynskir, og í tí standi hann
ynskir, sigur Marner Sonni
Joensen, stjóri á fyritøkuni.
Hann er føddur ein sunnu-
dag, og eitur tí Sonni til
millumnavn, og tað er júst
hetta navnið, sum hevur
lagt navn til fyritøkuna.
Talan er um delikatessur
ella leskiligar bita ella
lystimeti. Tú sær tað bein-
anvegin tú kemur inn á
nossliga virkið. Har standa
ein rúgva av spannum við
lippum og kjálkum í laka.
Lakin er krystallklárur og
lippurnar liggja hvítar og
frískar og drekka salt í seg.
Aftur við mjólkasós er
hetta satt lystimeti og í dag
høgtíðsdøgurði hjá mong-
um.
Frysta vøran er eisini
leskilig, har hon liggur
einkult fyrst í pakningi.
– Vit lata ikki okkara
frystu vøru í blokki. Vit
vita, at hetta er meira tíðar-
krevjandi, men tað er ein
fyrimunur fyri kundan.
Keypa fólk eina eskju, so
kunnu tey taka júst so nógv
teimum tørvar burtur úr
henni, meðan hon enn
liggur í boksini. Blokkurin
krevur at tú tinar allan
pakkan ella sagar fiskin
sundur, sigur Marner Joen-
sen.
Ræstur fiskur
Inni í Fyllshamarsvíkini,
beint
innanfyri
virkið
stendur ein hjallur.
Hann verður nýttur til at
ræsa fisk í. Akkurát nú er
hann tómur. Hann stendur
bara har reinur og noss-
ligur.
– Vit ræsa ikki hesa tíð-
ina á árinum, vit ræsa bara
vetrahálvuna, ella í teimum
mánunum, har bókstavurin
r er í. Vit halda, at ræstur
fiskur er betri, tá kuldi eis-
ini er í luftini, sigur Petur í
Túni, sum hevur tað dag-
ligu hagreiðingina av fisk-
inum um hendi. Hann er
toftamaður, sonur Júst í
Túni, sála, og tað merkir, at
hann er ikki bangin fyri at
royna nakað nýtt.
Umframt at hagreiða
fisk, so koyrir hann fisk
kring landið.
– Vit lata fisk til dyrnar,
tá fólk hava biðið frá okk-
um, og við hesi tænastu
koma vit nógv tættari at
viðskiftafólkunum, sigur
Petur í Túni.
– Hugskotið við okkara
fyritøku er at kunna veita
eina tænastu, har alt er á
einum stað. Tað merkir, at
tú á einum stað skal kunna
bíleggja tað sum er úr
sjónum við fyrsta flokks
góðsku, sigur Marner Joen-
sen, sum saman við Petur er
dagliga drívmegin aftanfyri
virkið. Marner er eisini
stjóri á fyritøkuni Sonni
Seafood, sum keypir fisk á
Fiskamarknaði Føroya til
útflutnings.
Heimasíðan ein
sýnisgluggi
Fyritøkan er eisini á al-
nótini. Tað er triðji eigarin í
fyritøkuni, Martin Joensen,
kanska meira kendur frá
tónleikalívinum,
sum
stendur fyri hesum partin-
um av virkseminum hjá
virkinum.
–
Okkara
heimasíða
www.fiskakeyp.fo er ein
sýnisgluggi, har brúkarin
hevur møguleika at fara inn
og hyggja eftir hvat vit hava
at bjóða og beinleiðis at
umbiðja vørur. Vit hava
eisini fingið nógvar áheit-
anir viðvíkjandi fiskaupp-
skriftum. Fólk kunnu senda
inn teirra bestu og lesa hjá
øðrum. Ongin uppskrift
kemur á heimasíðuna, uttan
at vit hava sjálvir roynt
hana áðrenn, sigur Marner
Joensen.
Kannaðu
skeinkjustøð
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Leygarmorgunin gjørdi
Brunaumsjón Landsins
saman við politinum í
Havn
kanningar
á
skeinkjustøðunum
í
Havn.
Tá slíkar kanningar
verða gjørdar, verður
kannað um viðurskiftini
eru í lagi. Tað verið seg,
hvussu nógv fólk eru
inni, um eldsløkkjarar
og neyðdyr eru í lagi og
so framvegis.
Frá politistøðini í Havn
verður sagt, at onki var
galið nakrastaðni.
Annars hevur viku-
skiftið verið stak friðar-
ligt. Eitt lítið ferðslu-
óhapp var sunnukvøldið
á Grønlandsvegnum/-
Svalbardsvegurin, har
tveir bilar rendu saman.
Tað vísti seg, at annar
bilførarin var ávirkaður
av rúsdrekka.
Politistøðin á G!:
Fyrimynd-
arligur
festivalur
Politiið í Runavík
letur stak væl at
vikuskiftinum. Lít-
ið og onki hevur
verið hjá teimum at
gera, og teir tosa
um fyrimyndarlig-
ar festivalluttakarar
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Í sambandi við G! festi-
valin setti politiið í
Runavík eina lokala
politistøð upp í Syðru-
gøtu. Men teir lata stak
væl at vikuskiftinum, tí
fólk hava uppført seg
fyrimyndarligt.
Trý fólk vórðu handtik-
in fyri at hava euforiser-
andi evni uppiá sær, og
leygarnáttina vórðu tveir
bilførarar tiknir fyri at
koyra við kenning.
Vakthavandi á politi-
støðini í Runavík sigur,
at teir hava verið í hós-
lag við eini sjey fólk í
sambandi við fyllskap.
Tann eini varð koyrdur
til Havnar at sova rúsin
av sær.
Politiið hevði mannað
seg væl í sambandi við
G! festivalin, og saman-
umtikið lata teir væl at
stóra tónleikafestivalin-
um.
Frá vinstru Petur í Túni og Marner Joensen aftanfyri nakrar av vørunum teir virka til føroyska heimamarknaðin á aldargomlu steinunum í Víkahandlinum í
Oyndarfirði. Í baksýni sethúsini hjá Clement Høgnesen, keypmanni, sum setti Víkahandilin á stovn í 1856. Hann andaðist í 1916 sum fátækur maður
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Leskiligir bitar frá Sonni Fiskakeyp
Rættiliga fitt av fólki
høvdu leitað sær om-
an í hølini hjá Klaks-
víkar Róðrarfelag
seinnapartin leygar-
dagin, tá felagið hevði
opið hús við hópin av
tiltøkum á skránni.
Fyrireikarnir vóru
sera væl nøgdir við
tiltakið, sum eisini
gav fitt av peningi til
felagið
KLAKSVÍK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Okkurt bendir á, at kapp-
róðurin í Klaksvík veruliga
er farin at hála seg inn hina
ítróttina í bygdini. Serliga
eru tað børnini og tey ungu,
sum av álvara eru farin at
síggjast aftur í felagnum,
bæði tá tað ræður um kapp-
ingarnar á stevnunum og í
virkseminum í húsinum hjá
felagnum
annars.
Sum
kunnugt, er skipaður barna-
róður eitt lutfallsliga nýtt
fyribrigdi í Føroyum, og
børnini stóðu eisini ovast á
skránni á tiltakinum hjá
Róðrarfelagnum leygardag-
in. Har fingu eisini børn, ið
vanliga ikki rógva, høvi at
royna seg sum røtt kapp-
róðrarfólk
við
einum
royndum róðursmanni í
bátinum, og røðin var lang
at sleppa framat.
Familjuútferð
Frá fyrireikarnum frætta
vit, at tiltakið kanska eina-
mest var fyri at geva for-
eldrum
møguleika
at
síggja, hvar tað er, børnini
eru farin at halda til ein
stóran part av frítíðini. Og
tað var líkt til, at nógv mest
sum høvdu gjørt sær hetta
til eina familjuútferð, tí
okkurt var fyri øll og stóra
neystið var stúgvandi fult
av fólki líka frá byrjan. Í
sjálvum neystinum var
tombola á skránni, meðan
ovasta hæddin hendan dag-
in var karmur um kapping-
ar í rógvimaskinum og
vektlyfting. Høvi var eisini
at fara ein stimitúr við
speedbáti á Vánni ella bara
ganga innadura og hyggja
at myndaframsýning, har tú
kundi fylgja søguni hjá
felagnum heilt frá byrjan.
Vend komin í
Í Klaksvíkar Róðarfelag
fegnast tey um, at Róðar-
samband Føroya í fjør tók
stig til at gera barnaróðurin
til fastan tátt í kappingarár-
inum. Talið á maningum,
sum meldaðu til kappróðr-
arnar, hevði tá verið lækk-
andi í fleiri ár, og ofta var
trupult at halda lív í felagn-
um uttanfyri sjálvt kapp-
ingarárið. Og so leingi
nýggjar manningar ikki
løgdust til, vóru sjálvsagt
vánalig útlit fyri, at vend
fór at koma í. Men nú hevur
felagið ikki minni enn 3
barnamanningar og um-
framt at venja dúliga, eru
børnini nógv at síggja í
húsinum hjá felagnum.
Hvør manning hevur lykil
til húsið, sum tey kunnu
brúka, tá tey hava hug, bara
tey fara væl um.
Framtíðin í góðum
hondum
Fyrr í ár sá annars eitt skifti
út til, at limirnir í Klaks-
víkar Róðarfelag fóru at
gerast húsvillir, av tí at
ætlanir eru um at byggja
eina handilsmiðstøð, har
neystið nú stendur. Ætlan-
inar um handilsmiðstøðina
eru framvegis ikki sleptar,
men Klaksvíkar Róðrafeag
hevur fingið játtan frá bý-
ráðnum um, at gamla neyst-
ið verður standandi, so
leingi, sum til ber. Síðani er
ætlanin at byggja nýtt neyst
í samband við handilsmið-
støðina, so í løtuni bendir
alt á, at framtíðin hjá fel-
agnum í allar mátar er í
góðum hondum.
Opið neyst hjá Klaksvíkar Róðarfelag
Meðan summi royndu seg sum røtt kappróðrarfólk á Vánni,
valdu onnur atsessast við árarnar inni á neystaloftinum.
Kappingin var sera hørð í løtum
Eisini fingu gestirnir
møguleika at royna eydnuna
í tombola básinum hjá
Klaksvíkar Róðrafelag
C
M
Y
K
3
2