Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 136 - 20. juli 2004 Nr. 136 - 20. juli 2004 5 Danski rockbólkurin Kashmir livdi-ikki óvæntað-upp til sítt umdømi sum ein framúr livebólkur á Gøtusandi fríggja- kvøldið. Serliga løgini frá fløguni The Good Life fingu okkum á gos KASHMIR Á G! Orð: Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Fuck they´re good. Kash- mir hevur júst spælt frálíka lagið Graceland, og Gøtu- sandur kókar. Fremst við pallin hevur ein tyrilbani veittra við merkinum eina góða løtu. Tað er við at skýma á Gøtusandi og hár- ini reisa seg, tá eg hoyri reinu og kenslubornu rødd- ina hjá Kasper Eistrup á næsta lagnum, Miss You. Eftir eina heldur trilvandi byrjan er danski rockbólk- urin og áhoyrararnir við at gerast heitir. Við mína vinstru lið hoyri eg ong- lendingar siga sína hugsan um framførsluna hjá Kash- mir, og tað trýtir ikki við jaligum orðum. Eg kann ikki annað enn smílast og innantanna játta samtykkjandi. Hetta er rætt og slætt ein framúrskarandi uppliving. Kasper, Mads, Henrik og Asger fluttu okkum áhoyr- arar inn í ein dreymaheim fríggjakvøldið, og at seta orð á ferðina er ómetaliga torført-ja næstan ómøgu- ligt. Á veg til Gøtu fríggja- kvøldið leitaðu mínir tank- ar aftur á tíðina í triðja flokki í Kommunuskúlan- um, tá tónleikakarrieran við eitt endaði, tá eg fekk fnatt av blokkfloytuni. Við míni "glæsiligu" tón- leikakarrieru í geyma havi eg fyri fleiri døgum síðan gjørt av, at eg fari bara at lurta á Gøtusandi, tí tað er fullkomiliga vitleyst, at eg skal seta meg sum dómara av fremsta rockbólkinum í Danmark seinastu árini. Lat tað eisini vera sagt alt fyri eitt: Eg lurtaði allar 90 minuttirnar á tamb, og eg hungraði eftir meira, tá Kashmir um eitt-tíðina takkaði fyri seg. Promovera Zitilites Tað er eitt gott ár síðan Kashmir lat sína nýggjastu fløgu Zitilites úr hondum. Nógv størsti parturin av løgunum, sum Kashmir framførdi á Gøtusandi fríggjakvøldið, vóru úr nýggjastu fløguni. Sum skilst hevur bólkurin sein- astu mánaðirnar hildið fast í hesi somu skrá. Tað var týðuligt at síggja, at áhoyrararnir á Gøtusandi høvdu størri tokka til løgini á fløguni The Good Life ið framvegis er nógv best um- tókta fløgan hjá bólkinum. Hóast mær dámar væl nýggjastu fløguna hjá danska rockbólkinum, røkkir hon ikki somu hæddir sum meistaraverkið The Good Life. Tað var tí eitt sindur spell, at Kashmir ikki spældu fleiri løg á hesari fløgu á Gøtusandi, tí tað vóru júst løgini á fløguni The Good Life, ið veruliga sparkaðu beinini undan okkum fríggjakvøldið. Framúr livebólkur – Vi mener selv, at vi er et godt liveband. Í viðtalu við Sosialin fyri sløkum 14 døgum síðan vísti svenski limurin í Kashmir, Henrik Lind- strand á, at bólkurin leggur nógv fyri at fáa dygdina á live-framførslunum í topp. Dygdin á live-framførsluni á Gøtusandi var eisini tann parturin, ið bergtók meg mest við Kashmir. Tað er hugvekjandi, hvussu væl danski rockbólkurin megnar fáa fram ta fjøl- broyttu og stundum fløktu ljóðmyndina, ið eyðkennir løgini á seinastu fløgunum hjá bólkinum. Fleiri av løg- unum fríggjakvøldið ljóð- aðu væl betri live enn úr há- talarunum í stovuni, og tað lýsir væl, hvussu væl Kash- mir eru samanspældir. Kensluborna røddin hjá Kasper Eistrup er stóran part av tíðini guddómlig, og tú kennir tað nærmast, sum hann letir ein part av sál síni, tá hann flytir fram sínar persónligu tekstir. Onki gamalt Persónliga kenni eg lítið til tær báðar fyrstu fløgurnar hjá Kashmir, ið bera heitið Travelogue og Cruzential. Hjá siðbundu Kashmir- fjepparum kennist tað óiv- að hugstoytt, at bólkurin ikki spældi nakað av gomlu løgunum á Gøtusandi. Bring Back The Superman á fløguni Cruzential var annars á skránni, men tíðin gjørdist ov knøpp at fram- føra lagið. Vit vildu hava góða lívið Kensluborna og reina røddin hjá Kasper Eistrup hugtók okkum á Gøtusandi Tríggir fjórðingar av Kashmir f.v: Henrik Lindstrand, Kasper Eistrup og Mads Tunebjerg Trýstið fremst við pallin varð so stórt, at fólk vóru biðin um at bakka nakrar metrar undir framførsluni hjá Kashmir Kensluborna røddin hjá Kasper Eistrup er stóran part av tíðini guddómlig, og tú kennir tað nærmast, sum hann letir ein part av sál síni, tá hann flytir fram sínar persónligu tekstir C M Y K 5 4