týsdagur 20. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 136 - 20. juli 2004
Nr. 136 - 20. juli 2004
7
Sjáldan havi eg hitt
nakað menniskja so
fangandi, sum Lisa
Ekdahl er. Eftir at
hava tikið í hondina á
henni og sagt gott
kvøld, eri eg longu
bergtikin. Hon er so
sera nærverandi og
rólig, at eg ikki kann
annað enn undrast,
og lata meg draga inn
í hennara heim eina
løtu
LISA EKDAHL
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Lítillætnið tykist vera veru-
ligt, tá eg takki henni fyri
eina góða framførslu. Hon
hyggur niður og takkar
afturímóti. Hon er so full av
mótsetningum. Um somu
tíð sterk og skroypilig. Tyk-
ist lítil og spøk, men hevur
júst sýnt eina ótrúliga styrki
á pallinum og ímeðan hon
tosar, hyggur hon uppá meg
allatíðina, uttan at sleppa
eygnakontaktini so mikið
sum eina løtu. Røddin er
spakmælt og mild, ímeðan
hon greiðir frá.
Áskoðaratalið einki at
siga
– Í gjár spældu vit í Keyp-
mannahavn fyri 30.000
áhoyrarum, og í kvøld eru
vit her. Í kvøld spældu vit
fyri nógv færri fólkum,
men tað løgna er, at tað
hevur yvirhøvur einki at
siga, hvussu nógv fólk eru
og lurta. Tað, sum hevur
týdning er tað, sum hendir
á pallinum. Bæði í mær,
ímillum meg og mínar tón-
leikarar og ímillum meg og
tey fólkini, sum eru komin
at lurta, sigur Lisa. Hon
nýtir hendurnar, ímeðan
hon tosar, og brúnu eyguni
hyggja allatíðina beint í
eyguni á mær, sum vil hon
tryggja sær, at eg fái alt við,
sum hon sigur. – Tað ger
mær ongan mun, hvussu
nógv fólk eru har. Bert mín
uppliving og upplivingin
hjá áhoyrarunum er týdn-
ingarmikil, greiðir Lisa
Ekdahl frá.
– Í kvøld vóru jú nógv
færri fólk enn í gjárkvøldið,
men upplivingin er fyri
meg júst líka sterk og júst
líka
intensiv,
hóast
áskoðaratalið ikki er líka
høgt.
– At spæla her var ein
fantastisk uppliving. Vit
vóru sera glað og vælnøgd
við framførðsluna, bæði eg
og mínir tónleikarar, sigur
hon. Hon tosar spakuliga,
hálvavegna teskar, og eg
leggi til merkis, at eg geri
tað sama.
Spyrji hana hvaðandi
íblásturin kemur. Hon svar-
ar, at hon sjálvsagt fær sera
nógvan íblástur frá sínum
egna lívi og egnum uppliv-
ingum. – Men av og á kem-
ur íblásturin eisini frá fólk-
um, ið standa mær nær. T.d.
fái eg nógv frá mínum
allarbestu vinkonum. Bara
at vera saman við fólki,
sum standa mær nær, gevur
mær sera nógvan íblástur.
So av og á skrivi eg um
míni nærmastu og av og á
skrivi eg um meg sjálva. Til
tíðir kann tað vera torført
hjá lurtaranum at avgera
hvørt tað er um meg, eg
syngi, ella um tað er um
onkran, sum stendur mær
nær, greiðir hon frá við
einum smíli. Hon tosar á
syngjandi svenskum, og ger
sær stóran ómak við at tosa
týðuligt og greitt.
Trælur av egnum
sangum?
Táið Lisa var 18 ár, skriv-
aði hon sangin Vem vet,
sum gjørdi hana sera
kenda. Men hóast hon hev-
ur skrivað óteljandi sangir
og givið nógvar fløgur út
síðani, so er tað framvegis
sangin Vem vet, sum fólk
altíð vilja hoyra. Eisini før-
oyingar vildu hoyra henda
sangin. Er hon ikki vorðin
troytt av at syngja somu
sangirnar umaftur og um-
aftur? Er hon á einn hátt
ikki vorðin trælur av sínum
egna lurtaraskara?
Lisa hugsar seg um eina
løtu, áðrenn hon svarar.
– Fyri meg er tað so, at
t.d. í kvøld, tá eg sang Vem
vet, og eg kendi, at áhoyrar-
arnir svaraðu aftur og vóru
við, tá er tað heilt ómøgu-
ligt fyri meg at kenna meg
troytta av sangunum. At
áhoyrararnir respondera,
gevur sanginum lív og gev-
ur honum nýggja meining
fyri meg, sigur hon og
krosskastar knýttu nevarnar
inn at bringuni, sum helt
hon einum barni. Hon
hugsar aftur eina løtu. – So
hetta samskiftið ímillum
meg og lurtaran ger tað
ógvuliga ringt fyri meg at
gerast troytt av sangunum.
Faktiskt er tað so, at sam-
skiftið við publikum heldur
sangunum livandi fyri mær,
staðfestir hon síðani.
Eg biði hana síðani lýsa
seg sjálva. Hvør er persón-
urin handan navnið?
Aftur gevur hon sær góða
tíð at hugsa seg um í, áðr-
enn svarið kemur.
– Tað er so ómetaliga tor-
ført at skula lýsa eitt menn-
iskja. Óansæð hvat menn-
iskja tú skalt royna at lýsa,
so letur tað seg ikki gera,
uttan at avmarkað viðkom-
andi. Vit menniskju eru so
óendaliga komplex, við
nógvum síðum, so tað letur
seg illa gera, at lýsa nakran
til fullnar. Hon gevst at
tosa, men eg síggi handan
brúnu eyguni, at hon hugs-
ar. Síðani heldur hon fram,
– Um eg skal royna at
beskriva meg sjálva, so má
eg staðfesta, at eg havi
nógvar ymiskar síður. Tað
avhongur alt av ymsu støð-
unum, eg komi í. Beint
undan eini konsert eri eg
ofta sera konsentrerað og
álvarsom. Eg fokuseri nógv
uppá, at eg havi eina stóra
uppgávu, tí eg skal geva
øllum teimum nakað, sum
eru komin fyri at lurta eftir
mær og mínum tónleiki.
Men til aðrar tíðir kann eg
vera meiri tvætlut, fjasut og
fnisut og flenna at tingum,
sum onnur kanska ikki
halda vera serliga stuttlig.
Hon steðgar aftur, hesuferð
fyri at flenna eitt sindur fyri
seg sjálva. Fyri fyrstu ferð í
samrøðuni, hyggur hon
niður. Men bert eina løtu,
áðrenn hon staðfestir: – So
tað avhongur heilt av støð-
uni, sum Lisa Ekdahl er í,
hvussu hon er. Eg havi,
sum øll onnur menniskju,
nógvar ymiskar síður, sigur
hon at enda.
Eg takki Lisu fyri, at hon
vildi práta við meg uttan-
fyri
»pressutíð«. Aftur
prógvar hon, at hon ikki
líður
av
primadonnu-
eyðkennum, tí hon takkar
so mirðiliga afturímóti. Eg
fái enntá eitt klemm og ein
muss á kjálkan, áðrenn eg
fari út. Fullkomiliga berg-
tikin.
Lisa Ekdahl:
Sjáldsama stjørnan
– Lisa er jú fantastisk. Tað er ótrúligt at
vera við á liðnum. Serliga tí tað er
hennara lið. Vit hava tað ógvuliga
stuttligt saman, hóast tað er strævið.
Hon er skipari og pilot, og vit tónleikarar
flúgva bara við henni.
(Tónleikararnir um Lisu)
”
LISA EKDAHL
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Ta løtuna ímeðan
svenska Lisa Ekdahl
var á palli, fullkomu-
liga rúnarbant hon
áhoyrararnar, sum
vóru komnir saman á
Gøtusandi
Nógv fólk er komið saman
á Gøtusandi at lurta eftir
høvuðsnavninum
hetta
leygarkvøldið,
neviliga
Lisu Ekdahl
Her eru fólk í øllum
aldursbólkum, frá heilt
smáum í barnavognum til
rættiliga gomul fólk, við
stavi. Sandurin er fullur av
fólki. Ímeðan vit bíða eftir,
at svenska stjørnan skal
vísa seg á pallinum, eru
onkrir áhoyrarar, sum hita
upp við at syngja svenskar
pippi sangir.
Róp, floyt og klapp hoyr-
ast, tá tónleikararnir koma
út á pallin og byrja at spæla
fyrsta lagið. Og so kemur
hon rennandi, Lisa Ekdahl.
Lítil og skroypilig, klædd í
alternativt samansett sec-
ond hand klæðir, frísut og í
eini stórari húgvu, sum hon
júst hevur keypt á G!. Róp,
klapp og floyt tagna tó
brátt, táið hon byrjar at
syngja.
Við reinu, spinklu rødd-
ini og løgnu rørðslunum
fangar hon fólki, sum alt
fyri eitt kroystur seg eitt
lítið vet nærri pallinum.
Hon syngur mest gomul,
kend løg av fløgunum Lisa
Ekdahl frá 1994, Med
kroppen mot jorden frá
1996 og Bortom det blå frá
1997. Týðiliga hoyrist á
áskoðarafjøldini, at serliga
fyrsta fløgan, nevnd Lisa
Ekdahl og fløgan Bortom
det blå, týðum liggja í før-
oyskum fløguspælarum. Av
og á síggja bæði Lisa og
tónleikararnir út til at vera
púra paff, av at vera komin
til eitt so fjarskotið land,
har fólk duga hennara
svensku sangir.
Fleiri viðmerkingar hoyr-
ast frá fólki, ið ikki enn
hava ognað sær nakra av
hennara fløgum, at tað
verður tað fyrsta tey skulu
gera mánamorgunin, táið
fløguhandlarnir lata upp.
Lisa, Lisa, Lisa
Hon nýtir ikki nógva orku
uppá at tosa ímillum sang-
irnar. So skjótt sum ein
sangur er liðugur, byrjar
tann næsti. Veðrið er fant-
astiska gott, og aldututlið á
sandinum er ein góður
stuðul til hennara stillu og
kenslubornu sangir, har hon
er einsamøll á pallinum við
gittara sínum.
Fólk eru mestsum gand-
að. Sjálvt teir skrappu fýr-
arnir, sum áðrenn konsert-
ina bara ætlaðu oman á
sandin at drekka øl, hava
áðrenn langt um líður fing-
ið stjørnur í eyguni, og
hóast teir aldri vildu trúð tí
áðrenn konsertina, so vátta
teir nú, at hesin tónleikurin
faktiskt er góður. – Men
kanska er tað bara tí hon er
so pen, heldur ein teirra
forsvarandi fyri.
Men hon hevur veruliga
ein eginleika at rúnarbinda
fólk við síni heilt sermerktu
rødd.
Men áðrenn fólk vita av,
sigur hon, at tey nú fara at
spæla seinasta lagið. Enn
hevur hon ikki sungið
kendasta sangin Vem vet,
og tað fer eitt skuffað suð
ígjøgnum áhoyrarafjøldina,
tá seinasti sangurin byrjar,
og tey hoyra, at hetta ikki er
hann. Hon syngur liðugt,
bukkar og fer av pallinum.
Men hetta vilja fólk á
sandinum ikki lata sær
lynda. Tey vilja hoyra meir.
– Lisa, Lisa, Lisa, rópar
skjótt allur sandurin í felag.
Heri Jacobsen, frásøgu-
maður kemur út á pallin og
spyr um vit vilja hava meir.
Lisa, Lisa, Lisa, rópa fólk,
nú enn harðari. Og so koma
tey aftur inn á pallin. Lisa
Ekdahl
og
tónleikarar
hennara. Fyrstu og kendu
tónarnir av sanginum Vem
vet, skapa ein ovurhonds
stóran fagnað og táið Lisa
skal
byrja
at
syngja,
stemma áskoðararnir í, so
hon
bakkar
aftur
frá
mirkrofonini. Áskoðararnir
syngja fyrsta ørindi og nið-
urlagið, áðrenn hon byrjar
at syngja. Tónleikarararnir
hyggja uppá hvønn annan,
og minna mest av øllum um
spurnaðartekin.
Hetta
høvdu teir allarhelst ikki
væntað. Hon syngur ein
sang afturat og bukkar so
einaferð afturat. Lógva-
brestirnir vilja ongan enda
taka, og tað endar við, at
hon kemur fram á pallin at
klappa fyri áskoðarunum.
Síðani hvørvur hon.
Restina av kvøldinum er
hon samrøðuevnið á G!. Øll
hava fingið somu góðu
uppliving, óansæð hvat tey
hildu um svenska sangfugl-
in áðrenn hetta leygar-
kvøldið á Gøtusandi.
Lisa Ekdahl um:
Hvat heldur tú um George Bush?
– Uhh... George Bush er kanska ikki ein av mínum yndispersónum. Vit eru ikki vinir
beinleiðis, hehe...
Hvønn bil hevur tú?
– Eg havi koyrikort, men eg dugi ikki at koyra, so..
Yndisbók?
– Tað eru nógvar bøkur, sum eg eri púra burtur í. Ein av mínum yndishøvundum er
ein amerikanskur høvundur, sum er Amerika kritiskur. Skal eg velja eina av hansara
bókum, verður tað Breakfast for champions.
Yndistónleikur?
– Um eg bert skal siga ein einasta tónleikara, sum eg dyrki og liggi á knøunum fyri,
so má eg siga Bob Dylan.
Yndisdrikkur?
– Vatn.
Hvat heldur tú um Føroyar?
– Eg eri púra, púra burtur. Eg eri tikin á bóli, ovfarin og fullkomiliga charmerað.
Hvat hevur tú altíð í køliskápinum?
– Eg havi altíð ein multivitamindrykk.
Hvat heldur tú um royking?
– Ehh... Eg royki ikki sjálv, so...
Hvat heldur tú um sangin Vem vet?
– Eg elski hann, tá eg kenni, at sangurin hevur týdning og merkir nakað fyri tey, sum
eg syngi fyri.
Hvat er tín yndismatur?
– Uhh... nù má eg hugsa meg væl um... Uhh.. Fiskasuppa!
Lisa forførdi
Meir í morgin
Í morgin verður meiri tilfar í blaðnum um G!
Festivalin. Vit frætta nærri frá faktuellum viðurskift-
um kring tiltakið, tað vil siga hvussu nógvir gestir
vitjaðu, hvussu fíggjarligi parturin hilnaðist o.s.fr.
– Tað er spell, at vit ikki kunnu steðga
longri og síggja meir av Føroyum, men
vit hava eitt stramt skema. Fjúrtan
konsertir bara í summar.
(Tónleikararnir um Føroyar)
”
– Vit elska føroyskt øl.
(Tónleikararnir um øl)
”
C
M
Y
K
7
6