týsdagur 20. juli 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 136 - 20. juli 2004
Nr. 136 - 20. juli 2004
9
Sjáldan er høvi at
uppliva eina so sam-
ansetta og kompleksa
fjøld. Ferðin frá
sandinum niðan á
spæliplássi og oman
aftur á sandin er fylt
við brúsandi lívi, og
tilvitskan verður
bombarderað við
nýggjum impulsum.
Øll eru savnað um ein
felagsnevnara, og tað
er tónleikurin. Men
Omanfyri kókandi
fjøldina í Syðrugøtu
smílist Støðlafjall
háðandi at neyðars
lítla menniskjanum
HUGLEIÐINGAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Meðan Annika
Hoydal
bergtekur
við
sínum
nostalgisku gomlu slagar-
um
á
spæliplássinum,
stendur ein kontroversi-
ellur, heldur illbrýntur lista-
maður
og
tónleikari
vinstrumegin mær. Beint
frammanfyri stendur limur
í grundlógarnevndini, sum
við sínum lívliga kropsmáli
tykist liva seg inn í tónleik-
in. Høgrumegin stendur ein
róligur altjóða fótbólts-
dómari við barnavogni.
Aftan fyri meg stendur
stjórin í einum av peninga-
sterkastu fyritøkunum í
landinum. Og longri afturi
stendur ein fulltíðar trúboð-
ari úr Brøðrasamkomuni.
Felagsnevnarin
G! Festivalurin er av sonn-
um vorðið eitt mikrokos-
mos, har allir samfelags-
bólkar og typur savnast.
Hvør einstakur tónleikari,
áhoyrari, hjálparfólk ella
fyriskipari kemur við síni
egnu søgu og síni egnu
bakgrund, og motivini at
fara á G! eru helst eins
nógv og menniskjuni eru.
Men fyri hesa kompleksu
og fjølbroyttu fjøldina finst
ein felagsnevnari, og tað er
tónleikurin.
Fyri summi er festivalur-
in enn eitt høvi at inntaka
so nógv alkohol sum gjør-
ligt í eini (ó)tilvitaðari
jagstran eftir fleiri spenn-
andi frávikum frá gráa,
triviella gerandisdegnum.
Men fyri onnur er valið at
leita sær oman á sandin í
Syðrugøtu í størri mun ein
lívsjáttandi accept og góð-
tøka av tí vakra og berg-
takandi, sum lívið hevur at
bjóða. Eitt "ja takk" til
lívið. Eitt "ja takk" til ein
gimstein, sum saman-renn-
ingin av sosialum aktiviteti
og tónleiki er.
Ein nýggjur og attraktiv-
ur rættur er komin á lívsins
sjálvtøkuborð fyri føroy-
ingar, og tey, sum sita til
borðs, tykjast vera ovur-
fegin um nýggja ískoytið.
Samverjin sveik
Sjáldan er høvi at uppliva
eitt so konsentrerað og
sprudlandi lív. Ferðin frá
Gøtusandi niðan á spæli-
plássi og oman aftur er fjøl-
broytt, og tilvitskan verður
bombarderað við nýggjum
impulsum. So nógvum, at
alt ikki verður skrásett.
Tað er fríggjadagur, og
festivalurin er júst komin í
gongd. Aftanfyri eitt lítið
gróthús nær við høvuðsinn-
gongina til G! økið liggur
ein blaðung genta og spýr.
Ein vinkona hjálpir henni,
men tað tykist vera greitt,
at ov nógv er farið niður-
um. Eg gangi framvið, tí eg
heldur vil hoyra norska
rokkbólkin Gåte, og eg
kenni meg sum alt annað
enn tann miskunnsama
samverjan. Eg hugsi um ein
setning, ein vinmaður segði
fyri stuttum: Tað ræður um
at duga at hava tað stuttligt
uttan at fucka alt upp. At
halda fast um nøkur virði
havandi eyguni vend móti
idealunum.
Túrurin haðani oman á
Sandin staðfestir enn eina-
ferð, at Grót hevur rokkið
endamálinum at gera eina
fjølbroytta skrá. Eg síggi
fleiri tilkomin og eldri pør,
fullar tannáringar, fram-
standandi
akademikarar,
sum javnan eru í fjøl-miðl-
unum. Barnavognarnir eru
eisini nakrir í tali, men teir
verða altso ikki bert nýttir
at goyma øl í, tí av og á
síggjast nýføddir skapn-
ingar koma undan. Eg kann
ikki bara mær at hugsa, um
harða ljóðið kann vera
annað enn skaðiligt fyri
kenslubornu oyruni hjá ný-
føddu børnunum.
Sum flokkandi agressivir
gribbar um eitt deytt dýr
flokkast áhoyrarnir kring
teirra fong í kvøld, sum
høvuðspallurin er. Skjótt
kemur Kashmir á pall, og
festivalstemningurin
er
komin í hæddina. Summi
mala í klingur vilst og rast-
leys, eins og tey ikki vita,
hví tey eru endaði á G!,
meðan njóting, hvíla og
friður lýsa úr andlitsbráun-
um á øðrum áhoyrarum.
Fyri hesi seinnu er tón-
leikurin tað sentrala, og tey
fáa sín dosis í ríkum máli.
Tyrilbanarnir
Tað skerst tó ikki burtur, at
Grót-mentaliteturin hevur
fingið gjøgnumbrot, í øll-
um førum undir festivalin-
um. Við ulpu og síðum hári
ganga tyrilbanarnir runt og
siga "Foytt" og "Púra", og
vit onnur kenna okkum eitt
sindur uttanfyri. Tá ein av
pionerunum handan festi-
valin troppa upp, flokkast
teir smærru kring kongin,
sum letur nøkur væl vald
orð fella, áðrenn hann fer
víðari. Ein tónleikari úr
Havn heldur fyri, at hóast
hann er føddur og upp-
vaksin í høvuðsstaðnum og
genetiskt er havnarmaður
frá A til Z, er hann innast
inni eysturoyingur.
Vit bíða spent, til Mentón
fer at lansera sítt andlit og
sín samleika, tí havnarfólk í
Eysturoynni eru í onga-
mannalandi uttan nakað
sereyðkenni. G!-lívsstílurin
hevur funnið sítt trend og
sín samleika, og tað er
meiri, enn vit í Havnini
kunnu breggja okkum av.
Eisini er tað hugvekjandi,
at høvuðsstaðurin er so
langt afturúrsigldur, og at
lítla gøtubygd hevur fingið
størsta tónleikatiltak í Før-
oyum upp at standa. Klaks-
víkingar eru á veg við
summarfestivali í august,
men høvuðsstaðurin hevur
enn ongan festival av slík-
um slagi.
Jesus og Nólsoyarpáll
Tá áhoyrarar treingja til ein
steðg frá tónleikinum av
spæliplássinum og sandin-
um, verður sakin tikin í
egnar hendur. Á eini privat-
ari grasplenu ein minutt frá
sandinum skipa G! gestir
fyri egnari sangløtu og geva
tónlistarligu
geniunum
longri niðri kapping.
Lítla grasplenan verður
invaderað av alskyns fólki
úr øllum ættum. Kári P
verður gjøgnumtaglaður,
og síðani verður farið yvir
til hetjutilbiðjandi kvæða-
sjangruna. Næst á skránni
er ein ferð aftur til sunnu-
dagsskúlan, tá alt var reint
og óspilt, og nakrar perlur
haðani verða sungnar, sum
yvirraskandi nógv fólk
kennast við. Við íblástri frá
EM-endaspælinum verður
lok lagt á við europeiskum
tjóðsangum. Men tá danski
tjóðsangurin fer í gongd,
kemur øsingur í. Eg má
viðganga, at vit hóast alt
eru á G!, og tá syngur man
ikki danska tjóðsangin.
Áðrenn vit varnast, eru
tilkomnir grannar úr Syðru-
gøtu komnir upp í leikin.
Tað er júst slík kvøld, at tað
er stuttligt, spennandi og
gott at vera eitt menniskja.
Bygdamaðurin
- Helviti her eru nógvar
lekrar damur, sigur ein
óklár og sløv rødd framman
fyri meg, og eg síggi bein-
anvegin, at talan allarhelst
er um ein bygdamann. Ikki
tí, ein havnarmaður hevði
helst eisini funnið uppá at
sagt slíkt, men alt við fýr-
inum peikar á, at eg náði-
leyst dómfelli hann at vera
av bygd. Eg fari at eygleiða
hann, og girndirnar tykjast
hava fingið fastatøkur á
honum sum villir hestar
uttan teymar.
Hann fer yvir til eina
ljóshærda, flotta damu,
meðan hæddarpunktið á
festivalinum fyri mítt við-
komandi,
Lisa
Ekdahl,
bergtekur. Bygdamaðurin
fer at práta við hana, men
tað sæst á øllum brøgdum,
at hann hevur valt skeivt.
Gentan er nevniliga alt ov
upptikin av tí, sum fer fram
á palli, og hon ynskir for-
stýrandi mannin, har pipar-
ið grør. Hann ger eina sein-
astu roynd og heldur fram
at práta og flenna, meðan
hon av øllum alvi roynir at
ignorera. Hann er væl á veg
at oyðileggja hennara upp-
living við Lisu Ekdahl, og
bygdamaðurin hevur eisini
leitt nakað av mínum upp-
merksemi
frá
svenska
meistaranum.
Soleiðis
skorar man ikki.
Sum líður út á náttina eru
litrarnir av rúsandi vesku
skolaðir niður hjá parti av
fjøldini, hóast búkarnir
skríggja um at fáa frið eina
løtu. Rationellur, normalur
og
fólkaligur
atburður
verður kveistraður til viks,
og vit og skil verður kastað
fyri borð. Undir yvirflatuni
ulma girndirnar, sum gerast
alt sjónligari út ímóti nátt-
ini. Øll snakka við øll, og
kenslurnar verða skrúvaðar
upp á maksimala styrki. Í
válandi meldrinum av rast-
leysum og villum, men eis-
ini spentum og glaðum
menniskjum, njóti eg mítt
inspiratiónsorgie av teim-
um túsundtals impulsum,
sum brenna seg í tilvitsk-
una. Hetta hóast eg ikki
havi tikið meg aftur, og
hóast eg ikki standi á síðu-
linjuni og eygleiði, men
fylgi streyminum og eri
partur av fjøldini í Syðru-
gøtu.
Backstage
Stóra høllin er myrk við
bleiktrandi, livandi ljósum
á borðunum. Her savnast
tey, sum eru nóg týdningar-
mikil til atgongd backstage.
Stóra rúmið minnir ikki
sørt um tekningarnar úr
Valhøll teknirøðini, tá gud-
arnir sita til borðs. Handan
barrdiskin er ein ung
kvinna, sum í kvøld ber
ótta fyri síni seksuellu
orientering
og
erligt
ásannar eitt soft spot.
– Eg eri vorðin forelskað
í Lisu Ekdahl. Eg kann ikki
gera við tað, men eg eri
fallin fyri henni, sigur hon.
Tað tykist ikki vera lætt, tá
hormonini draga teg ein
annan veg, enn tú sjálv(ur)
vilt fara.
– Eg eri bara forelskaður
í hennara reyv, letur primi-
tivt í einum tónleikara sum
viðmerking til forelskaðu
barrdamuna, og láturin
rungar. Stóra samtaluevnið
er, hvar Lisa Ekdahl má
vera, men hon er so ikki at
finna backstage. Nei, tað
frættist ikki um nakran
føroying, sum er sloppin
Lisu nær. Í okkara lítla
slatursamfelagi frættist í
krókunum hinvegin um
okkurt føroyskt sprundi,
sum fekk sangaran í Kash-
mir at bíta á fríggjakvøldið.
"Mítt land hevur fostrað eitt
ravnaslag,
fegnast
tað
flýgur um nætur", sigur
Janus Djurhuus í yrkingini
"Slatur".
Lítla menniskjað
Omanfyri pumpandi fjøld-
ina í Syðrugøtu síggjast
onkrar hendinga stjørnur,
sum hava hug at smílast at
okkum menniskjum niðri á
sandinum. Fjøldin melur
rastleys í klingur og er á
gosi av ljóðinum úr hátal-
arunum og sosialu grýtuni.
Støðlafjall handan høv-
uðspallin tykist hava sama
háðandi smíl, men sam-
stundis hómi eg ein feril av
samkenslu við okkara av-
markaða viti og skili. Havið
og aldurnar eystanfyri tykj-
ast hugsa eins og fjallið og
stjørnurnar, og saman fylg-
ir aldargamla klikan spent
við, hvat menniskjan hevur
at borðreiða við anno 2004.
Uttan mun til, hvat hesi
hava hugsað um neyðars
lítla menniskja, var tiltakið
gott og appeleraði til sálina.
Æstetikkur fer ongantíð av
móta, og tónleikur er og fer
at
rúnarbinda
okkum
menniskju. So kunnu hav-
ið, fjallið og stjørnurnar
siga, hvat tey vilja. Hetta er
okkara, og vit elska tað.
Tey trý standa har ár út
og ár inn og eygleiddu
eisini Gøtutrónd og Geyta á
sinni. Nú eygleiða tey G!
Festivalin, og tey fara helst
at vera vitni til nógv fleiri
festivalar, eisini eftir at vit
eru farin haðani. Tey sleppa
at vera verandi, meðan vit
skulu víðari.
Eg gerist við eitt øvund-
sjúkur. Meðan vit stríðast
móti hesum náðileysa yvir-
valdinum - tíðini - sum
spakuliga flytir okkum úr
hesum heimi, sleppa fjallið,
stjørnurnar og havið at vera
verandi - í øllum førum
longri enn vit.
Hinvegin veit eg ikki,
hvussu virðismikið eitt
vikuskiftið á Gøtusandi
hevði verið, um tíð okkara
ikki var avmarkað. Tí uttan
ein enda, uttan tíðarav-
markingina, hevði hvør løta
og hvør minuttur mist sítt
virði. So høvdu óendaliga
nógvir festivalar verið fyri
framman, og so høvdu vit
altíð havt møguleikan at
farið í næsta ár. Nú vita vit,
at einaferð verður einki "í
næsta ár", og tað fer ikki
altíð at vera høvi til slíkar
upplivingar. Onkuntíð er
lummafilosofiin góð at
minna okkum á okkurt, vit
øll vita, men sum vit ikki
(vilja) hugsa um.
Tíverri enda flestu dagar
menniskjunnar í gloymi-
bókini, men um hann verð-
ur nýttur rætt, er G! Festi-
valurin ein vari. Ein løta,
sum ikki verður gloymd.
Ein uppliving, sum ikki
endar í gloymibókini.
Eivør Pálsdóttir og Bill Bourne fríggjadagin á Gøtusandi
Í válandi meldrinum av rastleysum og villum, men eisini
spentum og glaðum menniskjum, er talan um eitt
inspiratiónsorgie av teimum túsundtals impulsum, sum
brenna seg í tilvitskuna
Ein blaðung genta liggur og spýr aftan
fyri eitt gróthús, men eg vil heldur lurta
eftir norska rokkbólkinum Gåte og fari
framvið. Eg kenni meg sum alt annað
enn tann miskunnsama samverjan
Gøtusandur – eitt mikrokosmos
Sum flokkandi agressivir gribbar um eitt deytt dýr flokkast áhoyrarnir kring teirra fong í kvøld, sum høvuðspallurin er. Skjótt kemur Kashmir á pall, og festivalstemningurin er
komin í hæddina
C
M
Y
K
9
8