Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 136 - 20. juli 2004 Nr. 136 - 20. juli 2004 11 Tað frættist, at ein nevnd er sett at arbeiða við spurninginum um tann óvirkaða fiskin, sum fer av landinum. Hetta eru góð tíðindi hjá teimum, sum sóknast eftir einum almennum initiativi í hesum máli. Tað man vera breið semja um, at arbeiðsloysi er tað versta, sum kann henda føroyska samfelagnum. Tey flestu munnu minnast, hvussu lemjandi arbeiðs- loysið var eftir kreppuna í nítiárunum. Tað man eisini vera breið semja um, at alt sum kann gerast fyri at forða fyri arbeiðsloysi, eigur at vera gjørt. Sum øllum kunnugt, so er álvarsamt arbeiðs- loysi longu nú á ávísum støðum í landinum. Verst stendur til í sunnara parti av Suðuroy. Tað almenna kann ikki sita hendur í favn, meðan eitt heilt samfelag so at siga bløðir burtur. Tað eigur tí ikki at vera nakað, sum forðar fyri, at tað almenna við einum sterkum landskassa í bakinum fer inn við arbeiðs- loysisfyribyrgjandi tiltøkum í økjum, har vandin fyri vinnuloysi er størstur. Tað er eingin loyna, at útflutningurin av óvirkaðum fiski av føroyskum sjóøki er ein meginorsøkin til tað vaksandi vinnuloysið. Tað hevur ljóðað, at nevndin, sum arbeiðir við hesum vandamáli, kemur við áliti til heystar. Hertil er at siga, at hetta er alt ov long tíð at bíða eftir einum so týdningarmiklum máli. Tilmælini hjá hesi nevnd eru avgerandi fyri støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Gongur tað sum nú støðugt aftur um brekkur við arbeiði innan fiskivinnuna á landi, so eru fleiri hundrað fólk farin út av arbeiðsmarknaðinum, tá nevndarálitið kemur fyri ein dag. Lands- stýrið eigur tí at geva nevndini boð um at seta ferðina upp og t.d. kunngera síni tilmæli í seinasta lagi tann 1. september í ár. Vit eiga at hugsa um, at frá tí, at tilmælini eru tøk, og til at tey eru vorðin sett í verk, gongur drúgv tíð. Almenningurin kann ikki góðtaka, at drálað verður við hesum máli longur. Vit hava hug at leggja afturat, at landsstýrið átti alt fyri eitt sett eina aðra nevnd at kanna arbeiðs- marknaðin og at koma við tilmælum um, hvussu byrgjast kann fyri arbeiðsloysi ikki bert innan fiskivinnuna, men á øðrum vinnu- økjum eisini. DAGSINS MEINING Sosialurin Hastar við tilmælum! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jan Christiansen, borgar- stjóri, hevur heitt á Restorffs Bryggjarí um í ávísan mun at umhugsa øl í plastikfløskum um Ólavs- søkuna fyri at sleppa undan fløskubrotum. Sum góðir havnarborg- arar vil bryggjaríið fegin eftirlíka áheitanini frá borgarstjóranum og fer bryggjaríið at tappa øl í plastfløskur Mánadagin 26 Juli og verður hetta øl bert selt frá útsøluni við Landa- vegnum viðmerkjast skal at talan verður um eina av- markaða nøgd sum er góð at hava við til Ólavssøku- konsertina. TÍÐINDASKRIV Vegna fyrireikararnar, Sámal Matras Kristiansen Týr, Hanus Johansen, Stanley Samuelsen, Sámal Ravnsfjall og "Petersen- Olsen-Lawaetz trio" verða nøvnini, tá ið fyrsta ólavsøkukonsertin á Bryggjuni leggur frá landi. Fyrireikararnir eru í løtuni við at rigga seinastu seglini til hetta tiltakið, ið vónandi verður so mikið væl eyðnað at tað kann gerast ein sið- venja - eins og ólavsøkan í Keypmannahavn er vorðin tað hesi seinasta árini. Konsertin verður sjálvan Ólavsøkudag, og byrjar klokkan 20:00 og heldur fram til út á náttina. Konsertskráin leggur upp til eitt hugnaligt kvøld, ið spælir saman við havrákan- um úti á stásiligu Norður- bryggjuni, ið lat upp í fjør, og nú er farin at gera um seg sum mentanarhús fyri føroyingar, grønlendingar og íslendingar í Keyp- mannahavnarøkinum. Fyri- reikararnir hava lagt seg eftir at fáa eina samanset- ing av bólkum, ið "hava okkurt upp á hjarta", t.v.s. duga at spinna søgur at siga á tjóðarhátíð føroyinga. Hanus Johansen man vera ein av kendastu før- oysku vísusangarunum. Hansara einfalda guitar- spæl og trølsliga, djúpa rødd - og ikki minst hansar sorgblíðu, tó argandi løg - hava vunnið tokka millum føroyingar. Frá meiri spjaddum luttøkum á ym- iskum plátum og bondum upp gjøgnum 80’ini, gav Hanus í 1988 út plátuna „Gaman og álvara", har hann setur løg til yrkingar hjá suðuroyarskaldinum Poul F. Ár 2000 spældi hann saman við klassiska tónleikabólkinum Aldubár- ini inn fornkunnugu fløg- una „Bouquet", har bæði nýggj og gomul løg verða spunnin inn í ein klassiskan ham, hvørs milda og neyva ljóðplagg riggar væl saman við grovu, ótespiligu rødd Hanusar. Á Ólavsøkukon- sertini á Bryggjuni er Hanus tó aftur einsamallur við sínum guitara. Týr byrjaðu at spæla saman í 1998, tá ið Heri Joensen og Kári Streymoy tóku seg saman við Gunn- ari H. Thomsen at mynda ein bólk, ið trý ár seinni skuldi taka alt Føroya land á bóli við kvæðarokkinum og hittinum „Orminum Langa", ið var ein væleyðn- að roynd at draga okkara gamla kvæðaarv upp í symfoniskan 80’ara-rokk og langhærda heavy-atti- tudu. Týr er sostatt eingin vanligur tungmálms-bólk- ur. Hóast rútmurnar eru heavy, eru harmoniirnar meiri at líkna við klassiskar strofur à la Haydn ella Mozart (í tvífaldum tempo), meðan teksturin er ein úrdráttur av føroyskari fólkalívsfrøði og norður- lendskari mytologi. Í 2002 góvu Týr út fløguna „How far to Asgaard", har m.a. Ormurin Langi er við. Seinni sama árið kom stak- fløgan „Ólavur Riddarós", og á sumri 2003 "Eric the Red". Týr hevur havt eina skiftandi manning øll árini, men føstu elementini í bólkinum hava allatíðina verið Wolfgang-dreingirnir av Skálafjørðinum. Fyri kortum fekk Týr ein nýggj- an, íslendzkan, guitarspæl- ara, Ottó P. Arnarson, ið hevur fingið góð skoðsmál heima úr Føroyum. Sámal Ravnsfjall hevur spælt fólka- og blues-tón- leik tað mesta av sínum lívi. Hann hevur spælt og sungið saman við óteljandi tónleikarum, m.a. Ronnie Nielsen, og ikki minst sam- an við Jóan Jakku Gutte- sen, ið hann gav út fløguna „Vágaverk/Váðaverk" sam- an við. Tann 11. avgust í ár skal Sámal harumframt - saman við Ronnie og Kol- bein - hita upp fyri víðagitn bólkin „Jethro Tull". Av sonnum ein æra og ein álitsváttan. Á Ólavsøku- konsertini spælir Sámal tó einsamallur. Stanley Samuelsen byrj- aði at spæla guitara í fugl- fjarðarbólkinum "Silly Boys" í 60’unum. Seinni flutti hann tó av landinum, har hann byrjaði at ganga nýggjar leiðir, sum í 1998 endaður við frálíku fløguni „Um eg kundi kvøðið", við m.a. landapláguni av sama navni. Løgini á fløguni eru gjørd til klassiskar føroysk- ar yrkingar - av Djurhuus- brøðrunum, Mikkjali av Ryggi, Poul F o.s.fr. Onk- ursvegna hevur Stanley tó havt størri tokka millum danir enn føroyingar, og verður hann av summum mettur sum føroya fremsti fólkatónleikari. Stanley vann í 1992 mentanarprís LO’s saman við Nis P - í bólkinum „Den Udødelige Duo", og eitt skifti var hann limur í nevndini hjá felags- skapinum NordVisa. Á Ólasvøkuni spælir hann saman við Bo Liengård á bassi og Peter Abrahamsen á guitari. " Pe t e r s e n - O l s e n - Lawaetz trio" er savnað saman av Jan Petersen. Jan gav í 1997 út fløguna "Haldurscafé", og hevur luttikið í so ymiskum út- gávum sum „Gummi- skuggar" og „Kom og dansa við mær" hjá Ian Onghamar. Afturat sær hevur hann danan Peter Lawaetz á rútmuguitari og Annu Mariu Olsen - ið eisini syngur í navnframa kórinum "Mpiri", ið gav út fløguna "Asbest" í 2003. Eisini er Anna Maria fløguaktuell við fløguni "Lot", har hon saman við systur síni Jensinu Olsen leggur rødd til løg hjá Andriasi Rasmussen, ið hevur tulkað yrkingar hjá Tóroddi Poulsen. Bólkarnir umboða sostatt eitt tónlistarligt spektrum, ið fevnir um fólkatónleik, blues og kvæða-nostalgi. Blandað við søguliga umhvørvinum og gamal- kenda ólavsøkuandanum, skuldi sostatt verið lagt upp til eina minniliga ólavsøku- konsert, ið helst man vera ov spennandi at lata fara aftur um borð. Vónandi síggjast vit á Ólavsøkukon- sertini á Bryggjuni 2004. Ólavsøkukonsert á Bryggjuni Restorffs Øl í plastfløskum um Ólavssøkuna Nú kráma teir burturav Sólvit Simonsen Eg kann ikki lata vera við at taka pennin í hond, tá ið eg lesi grein hjá John Johannesen í Sosialinum í dag, er tað virkuliga so galið at hann umboðar Javnaðar- flokkin í grein síni og tað ger hann vissuliga, tí Sosialurin er jú í odda- greinini, sama dag og krámar burtur av tí sum játtað er til Sandoyar. Mær kemur hettar fyri sum í kreppuárunum. Tá bleiv gjørd ein almenn samanlegging av fiska- virking, við tí úrsliti, at bæði virkini í Sandoynni blivu stongd og oyggin soleiðis avhøvda. Kem- ur tað nú uppá tal um stuðul til nakað endamál í Tinginum, eru teir beinanvegin og reypa um Sandoyarætlanina, nei tað var eingin Sand- oyarætlan sum setti gongd aftur í virkini, men tað vóru teir ágrýtnu dugnaligu menninir sum sita við Sandoy Seafood í dag, sum fingu lív aftur í Sandoynna. Og nú er aftur sama skilið, tað eru nakrar krónur játtaðar til Lista- skúla í Sandoynni. Tað fer mær kalt niður eftir bakinum, landsstýris- maðurin hjá Fólkaflokk- inum kemur og krámar eftir hesum pengum, lat tað so vera, men at javnaðarflokkurin, sum eg havi stuðlað alt mítt lív, skal verða tann fyrsti sum kemur og tekur undir við at leggjast eftir Sandoynni, ja, trúgv tí, nú fór eisini at mæla fyri mær. Er hettar tað javn- aðarflokkurin hevur bjóðað okkum, so er spennandi at vita hvat fróðarmaðurin Hendrik Old hevur at siga okkum táið tit koma aftur í Sandoynna, og hvat sig- ur formaður floksins, harra løgmaður. Nei, John Johannesen tú hevur onki at leggja eftir Páll á Reynatúgvu fyri at vaska tínar hend- ur í C vitaminum, vit fylgja við, og tað er ikki fyri blindan at bera, at Páll hevur verið ágrýtin fyri tað valdømi hann er valdur í, men spell er at tú og tínir líkar skulu koma og bróta tað niður, sum fingið er til vega. Gerhard Lognberg, eg gleðist yvir grein tína í blaðnum, nú er tjansur at standa saman. Og eg fari at heita á teg um tað er soleiðis vorðið at javn- aðarflokkurin er drukn- aður, so gev honum eina sproytu við nicedam tað upplívar við skjótum virkningi. Spennandi er at vita hvat Sambandsflokkurin sigur. Man tað virkuliga vera so galið, at tann tigur ið samtykkir. Páll á Reynatúgvu Fíggjarnevndarlimur og framsøgumaður tjóðveldis- floksins í fíggjarlógarmálum … tá ið hann roynir at fyrigykla føroya fólki at Tjóðveldisflokkurin, Listaskúlin og undirritaði, eru orsøkin til at Musikk- skúlin ikki fær lovaðu C- vitaminirnar frá Javnaðar- flokkinum. Men John Johannesen hevur púra rætt í tí, at fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni, ikki hevði eina einastu krónu til Listaskúlan í Sandoynni, hóast eisini javnaðarflokk- urin lovaði Listaskúla í Sandoynni í valstríðnum. Tað vóru heldur ikki av- settir pengar til kvøldtúrar hjá Teistanum. Ei heldur til ábøtur við ferjuleguna í Skopun. Ella liðugtgerð av vegnum til Gomlu Rætt… Tí gleðir tað meg at John Johannesen greiðir føroya fólki frá, og ikki mist Sandoyingum, at tað ikki er samgongan og javnaðar- flokkurin, sum hevur raðfest Listaskúlan, kvøld- túrararnar hjá Teistanum, ella ábøturnar á ferjulegu- økið í Skopun, men at tey eru íkomin í fíggjarnevnd- arsemjuni, millum and- støðuflokkarnar Tjóð- veldisflokkin og Sjálvstýr- isflokkin, og samgongu- umboðini í fíggjarnevndini. So skuldi ikki verið so trupult at gitt hvør faddurin er… Løgtingið samtykti síðani við stórum meiriluta uppskotið um fíggjar- lógarsemjuna. Eisini John Johannesen. Semjur sum ikki halda At Jógvan á Lakjuni og John Johannesen nú royna at ganga frá einari fíggj- arlógarsemju, er ikki gott tekin, nú nýggj fíggjarlóg skal smíðast í heyst, men at fara eftir íløgukrónunum sum fíggjarnevndin raðfesti til Listaskúlan, og brúka tær til raksturin hjá Musikkskúlanum, er at fara um rímilig politisk mørk. Sjálvt ikki eftir at álitið frá fíggjarnevndini varð lagt fram, gjørdi lands- stýrismaðurin Jógvan á Lakjuni vart við nakra ser- liga støðu hjá Musikkskúl- anum, og tískil varð eingin króna til Musikkskúlan í broytingaruppskotinum til 3. viðgerð, har samgongan valdi at dýrka raksturin av samfelagnum við 20 mió.kr. Einum uppskoti sum Tjóðveldisflokkurin ikki tók undir við. Fíggjarnevndarskjøl Tað er tí einki sum bendir á, at tað er rímiligt hjá fíggj- arnevndini at viðgera eitt fíggjarnevndarskjal sum hetta. Fíggjarlógin varð samtykt fyri 2 mánaðum síðani, og landsstýrismað- urin hevur kent sín fíggjar- liga karm. Hann skal hann halda seg til og laga sítt virksemi eftir. Onki serligt, onki bráðneyðugt og ókent, onki sum rakar nakran einstakan borgara órættvíst. Onki er í lógini sum bendir á, at fíggjarnevndin skal fyrihalda seg í hesum mál- inum so stutt fyri Ólav- søku. Lista og ítróttarskúli Farna samgongan arbeiddi við einari ætlan um at gera Lista og ítróttarskúla í Sandoynni, og varð fundur við allar kommunur í oynni um ætlanina. Allar komm- unur vóru jaligar fyri ætl- anini. Og tí legði undirrit- aði vegna tjóðveldisflokk- in, fram uppskot í vár, sum varð ein verklagslóg til bygging av lista og ítróttar- skúla, og ikki bara ítróttar- skúla, sum John Johanne- sen førir fram. Tað tykist sum allar smáar lygnir telja. Samgongan grundgav tá við at tað varð óheppið at hava list og ítrótt á sama skúla og í eini roynd at møta samgonguni valdi eg tá at venda aftur til upp- runaligu ætlanina um Lista- skúla í Sandoynni, men samgongan feldi uppskotið uttan grundgevingar. Eitt álit er gjørt um Listaskúlan og umboð fyri nógvar lista- greinir vóru við í evnanini av álitinum. Álitið er eitt gott grundarlag fyri projek- teringini av Listaskúlanum. Men aftur her sníkir lítla lygnin seg inn í greinini hjá jokaranum. Nú eitur tað, og eg siteri: …ætlanin við Listaskúlanum í Sandoynni er ikki komin so mikið langt, at brúk er fyri teim- um 500.000 krónunum… Lat meg sláa fast at tær 500.000 kr skulu nýtast til at projektera Listakúlan fyri, og at hettar væl letur seg gera í inniverandi ári, og skal gerast, tí tað er løgtingsins vilji. Lyftir sum ikki halda Tað er ómansligt av John Johannesen at lasta øðrum fyri at hann og javnaðar- flokkurin, ikki halda síni vallyftir. Journalistiskt upp- vaksin á Sosialinum, er einki at siga til at sannføri og rættleiki er ein skeikla og rótleys tilvera langt frá grundleggjandi journalist- isku princippunum, og har tað at sannføra, eisini um tað ósanna, er gerandiskos- tur, bara tað tænir javnaðar- flokkinum. Ein sandingur valdi eina- ferð í svørtum skemti, at geva einari konu eina sam- anplanting av urtapotta- blómunum hjá einari aðr- ari, og mær tykir at tað er júst tað sama sum jokarin her ger, bara í ramasta politiska álvara. At geva Musikkskúlan- um aftur tað sum hann hev- ur havt frammanundan, er rímiligt, men hevur einki við c-vitaminir at gera. Men at seta Musikkskúlan upp ímóti einum komandi Listaskúla í Sandoynni er óneyðugt, og tænir hvørg- um av hesum góðu tiltøk- um. Hvussu John Johannesen og Sosialurin velja at við- gera politikaran og per- sónin Páll á Reynatúgvu er óneyðugt at viðmerkja til, men jokarin kann við hes- um lættkeypta framferðar- hátti, skjótt enda sum ein politisk joke. Nei nú skemtar jokarin… Sandoyarstevnan í Húsavík TÍÐINDASKRIV Nú í vikuskiftinum 23.-25. juli verður Sandoyarstevn- an í Húsavík. Hon byrjar fríggjakvøldið við tivoli og dansi. Leygardagin setir Hanus A. Samuelsen stevnuna kl. 14.00. Síðani heldur tivoli fram og ymiskt verður til undirhald. Um kvøldið verður midnáttarfundur. Har verður sungið og Ingi Mohr er røðari. Aftaná á verður dansur. Stevnan heldur fram sunnudagin seinnapartin. Matsøla verður allar dag- arnar. VIÐMERKINGAR C M Y K 11 10