týsdagur 20. juli 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 136 - 20. juli 2004
Nr. 136 - 20. juli 2004
13
– Føroya Banki er í
ferð við at verða
oyddur og tað kann
eg ómøguligt
góðtaka, sigur Henrik
Old, formaður í
vinnunevndini hjá
Løgtinginum
FISKIDAGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Føroya Banki skuldi helst
verðið friðaður fyri øllum
fiskiskapi.
Tað heldur Henrik Old,
løgtingsmaður.
Sum formaður í vinnu-
nevndini er hann ein hin
mest týðandi talsmaðurin
hjá samgonguni í fiski-
vinnumálum.
Og hann stúrir so illa fyri
gongdini á Føroya Banka
hesi seinastu árini, at hann
heldur, at tað einasta rætta
hevði verið at friða hann
fyri øllum fiskiskapi í eitt
ella tvey ár.
– Við tí gongd, sum er nú,
er Føroya Banki í fullari
ferð við at vera oyddur. Og
tað kann eg ómøguligt góð-
taka, sigur formaðurin í
Vinnunevndini.
Hann vísir á, at verður
Føroya Banki røktur við
skili, er hann eitt sera stórt
íkast til Føroyska samfelag-
ið.
– Tí er tað eisini okkara
fremsta skylda at røkja
hann væl, leggur hann
afturat.
Ongin stórur toskur
at fáa
Men Henrik Old heldur, at
hesi seinastu árini er hann
misrøktur so illa, at hann er
beinleiðis í ferð við at vera
oyddur.
– Í fyrra lagi er nógv
minni at fáa á Bankanum
nú, enn tað hevur verið.
Men í øðrum lagi er fiskur-
in, sum er at fáa, nógv
minni, enn hann hevur ver-
ið.
– Á avreiðingarseðlum
sæst, at fyri tveimum árum
síðani, var 75-80% av tí,
sum bátarnir fingu, stórur
toskur. Í fjør var hetta
komið niður á eini 50%.
Men í ár er als ongin stórur
toskur at fáa. Í eini heilari
avreiðing hjá einum báti,
sløðist kanska ein ella tveir
stórir toskar uppi ímillum,
sigur løgtingsmaðurin.
– Er tað nakað, Bankin er
tiltikin fyri, er tað stóran
tosk!
Tí er hann púra sannførd-
ur um, at tað skulu heilt
munagóð tiltøk setast í verk
fyri
at
bjarga
Føroya
Banka.
Hann er fullgreiður yvir,
at tað verður sera trupult at
fáa semju um at friða Bank-
an heilt.
– Men minsta kravið má
vera, at fiskidagarnir verða
skerdir
heilt
munandi,
samstundis sum gýtingar-
friðing verður sett í gildi.
– Tað er betri at fáa nak-
rar fáar, men góðar dagar á
Bankanum, heldur enn at
fiska sum nú, har bátarnir
hava nógvar, vánaligar dag-
ar.
Handilskvotur
forkoma Bankanum
Formaðurin í Vinnunevnd-
ini er sannførdur um, at tað
er heimildin at keypa og
selja kvotur, sum er við at
beina fyri Føroya Banka.
– Upprunaliga var ætlan-
in, at tey stóru línuskipini
einans skuldi hava 30 dagar
í part á Bankanum. Men nú
hava tey keypt so nógvar
dagar inn undir seg, at í dag
hevur hvørt av teimum
stóru línuskipunum 57-58
dagar í part á Bankanum.
Hesar
eyka
dagarnar
hava tey fingið við at keypa
dagar frá øðrum bátum.
Men í nógvum førum er
talan um at teir hava keypt
dagar frá bátum, sum aldrin
brúka sínar dagar á Føroya
Banka.
– Hevði tað ikki borið til
hjá teimum stóru línuskip-
unum at keypt dagar frá
teimum minni bátunum,
vóru teir dagarnir í hvussu
so er spardir.
Henrik Old sigur, at so-
statt er veiðitrýstið økt at
kalla 100% og tað ber Før-
oya Banki rætt og slætt
ikki, tí talan er um eitt av-
markað øki, hagar ongin
fiskur kemur aðrastaðni
frá.
Væntar semju
Hann hevur eisini varhugan
av, at politiska skipanin og
umsitingin ikki til fulnar
skilja álvaran í at røkja Før-
oya Banka til lítar.
Hinvegin ivast hann ikki í
at tað verður sera trupult at
fáa politiska semju um at
friða Bankan.
Men hann ivast ikki í at
tað ber til at finna semju
um at seta munagóð tiltøk í
verk fyri at bjarga bankan-
um.
– Fyri 15 árum siðani
varð bankin friðaður fyri
trol og hartil varð hann full-
komiliga friðaður í tvey, trý
ár og tað gjørdi, at hann
kom á føtur aftur.
Henrik Old heldur, at
støðan á Bankanum er farin
at líkjast henni aftur, sum
var fyri 15 árum síðani.
– Tí ivist eg ikki í, at tað
eisini verður semja um at
seta munandi titøk í verk
nú.
Henrik Old ivast ikki í, at
politikarar skilja, at tað er
tað kann gera tað sama at
friða Bankan fyri trol, skal
loyvi til húkaveiði afturfyri
verða at kalla óavmarkað.
Tí væntar hann eisini av-
gjørt, at vilji er til at seta
heilt munagóð tiltøk í verk.
Hinvegin heldur hann eis-
ini, at tað má halda uppat,
at línuskip skulu kunna
keypa sær so nógvar eyka
dagar á Bankanum, soleið-
is, sum tey hava kunnað
gjørt seinastu árini.
– Bara tað, at fiskidaga-
nevndin mælir til, at fiski-
dagatalið á Føroya Banka
verður skert 10%, eigur at
siga øllum, at støðan er álv-
arslig.
Hinvegin heldur Henrik
Old, at ein skerjing upp á
10% er verri enn so nóg
mikið at skerja fiskiskapin
á Føroya Banka við.
Formaðurin í vinnu-
nevndini hjá løgting-
inum væntar, at fiski-
dagarnir verða
skerdir eitt sindur
FISKIDAGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg vænti, at fiskidagarnir
verða skerdir eitt sindur.
Tað sigur Henrik Old,
formaður í vinnunevnd løg-
tingsins
Áðrenn 1. september skal
løgtingið áseta fiskidaga-
talið fyri komandi ár og eitt
tað fyrsta, løgtingið fær at
gera, nú nýggj tingseta
byrjar á Ólavsøku, er at
áseta fiskidagarnar.
Tilráðingin er at lækka
fiskidagaskipanina mun-
andi serliga fyri tosk.
Men Henrik Old vil ikki
seta nakað tal á, hvat hann
heldur vera tað rætta, men
tað er mangt, sum bendir á
ein ávísan niðurskurð.
– Ein trupulleiki er at
gera niðurskurðar fyri ávís-
ar bólkar, soleiðis at fiski-
skapurin eftir toski kann
minka, uttan at raka onnur
fiskasløg.
Henrik Old sigur, at tað
ber til í ávísan mun, eitt nú
við økisfriðingum og við at
skerja dagatalið hjá bátum,
sum serliga fiska tosk. Men
tað væntar hann, at tað
verður trupult at finna
semju um.
Kortini sigur hann, at
ymsar ábendingar eru um,
at talan verður um ein ávís-
an niðurskurð í fiskidøgun
um komandi ár.
Hetta er ikki tað sama,
sum íslendski fiskifrøðing-
urin Jón Kristjansson mæl-
ir til. hann mælir til at økja
fiskidagatalið?
– Eg taki ikki undir við
Jón Kristjanssyni í hesum.
Hann førir fram, at tá ið
stovnurin verður ov stórur
til føðina, sum er, ella føðin
minkar, skal meiri fiskast
fyri at røkja stovnin. Hevði
talan verið um eitt vatn, ella
ein aðra avbyrgda skipan,
hevði eg tikið fult undiur
við honumm. Men eg dugi
ikki at síggja, at ástøðið,
sum hóskar til eitt vatn,
eisini er rætt á víðum havi,
har fiskurin kann svimja
aftaná føðini. Tí ber tað
ikki til at fiska so vilt, sum
hann mælir til. Tað er ein
alt ov stóru vági at taka,
sigur Henrik Old.
Føroya Banki skuldi
helst verðið friðaður
Væntar at fiskidagarnir verða skerdir
– Tað er sumt, sum bendir á, at fiskidagarnir verða skerdir eitt sindur komandi ár. Men nakað
tal við formaðurin í vinnunevndini ikki seta á
– Eg eri ómetaliga eymur um Føroya Banka og eg kann
ómøgulig góðtaka gongdina sum er nú, tí hetta er við at oyða
Bankan, sigur Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá
Løgtinginum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo, runa@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
Elias. Dagurin verður hildin til minnis um profetin
Elias, sum Kongabøkurnar í Gamla testamenti siga
frá. Í Føroyum hevur hann fingið navið Líggjas.
Bíbilskt navn, ið merkir Jahve er Guð mín.
Kunngjørt verður, at okkara kæra systir, mostir
og fastir
Jana Jacobsen
Heimaratún
andaðist á Ellisheiminum sunnudagin 18. juli,
91 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin 21. juli kl. 15.00.
Vegna tey avvarðandi
Anna
Fríggjadagin 16. juli 2004
avhandaði
entreprenør-
virkið Sp/f Andrias Berg
liðugtgjørda vegastrekkið
millum
Landavegin
og
Velbastaðvegin í Havn til
Tórshavnar kommunu.
5. november 2003 var
sáttmáli
undirskrivaður
millum entreprenørvirkið
Sp/f Andrias Berg í Havn
og Tórshavnar kommunu
um liðugtgerð av vega-
strekkinum millum Landa-
vegin og Velbastaðvegin í
Havn.
Tilboðið upp á liðugt-
gerðina var upp á gott 2
milliónir krónur. Lands-
byggifelagið stóð fyri pro-
jekteringini.
Fríggjadagin 16. juli varð vegastrekkið millum Landavegin og Velbastaðvegin avhandað til Tórshavnar kommunu. Á myndini
eru: f.v. Andrias Berg, Arthur Jakobsen, og Rani Jakobsen, frá Sp/f Andrias Berg, Pól Adrian Poulsen, projektverkfrøðingur hjá
Tórshavnar kommunu, og Kjartan Egholm byggifrøðingur hjá Landsbyggifelagnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sp/f Andrias Berg:
Vegastrekkið handað kommununi
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Mourentza Hansen
Sandavágur
andaðist á Ellisheiminum í Vágum
leygardagin 17. juli, 94 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju
týsdagin 20. juli kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Finnbjørn og Eivind
Kunngjørt verður, at kæri pápi, verpápi
og abbi okkara
Oluf Dam
ættaður úr Sandavági
búsitandi í Havn
andaðist 16. juli í heiminum.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin tann 21. juli kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Marjus, Josefina, Ben Eli og Erling
Í dag eru liðin 60 ár síðani
Claus Schenk Graf von
Stauffenberg
royndi
at
spreingja Hitler í luftina.
Hann var millum teir leið-
andi í 20. juli saman-
svørjingini móti Hitler, og
syrgdi
persólinga
fyri
bumbuni í drápsroyndini
móti honum. Sama dag
varð hann saman við øðr-
um mótstøðufólkum tikin
av døgum.
Fyri 60 árum síðani:
Claus mátti lúta
fyri Hitleri
Claus Schenk Graf von Stauffenberg
C
M
Y
K
13
12