týsdagur 20. juli 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2004
15
14
Nr. 136 - 20. juli 2004
skapurin stóð í stórari
skuld, men við ongum
vinnutóli. Men eftir at Leir-
víkar
kommuna
hevði
bjóða felagsskapinum eitt
øki at byggja brennistøð á,
heitti Føroya Landsstýri á
fráfarnu nevndina um at
taka arbeiðið uppaftur og
byggja eina brennistøð
heimanfyri Hagaleiti í Leir-
vík. Á sumri 1989 stóð
brennistøðin liðug. Greitt
var at fara til verka, men
skuldin varð ovurhonds stór
frá byrjan, og hevur hon
verið eitt haft um beinini á
felagsskapinum síðani.
15 ár seinni
Nógv burturkast er sent
ígjøgnum brenniovnin á
Hagaleiti seinastu 15 árini.
Meira enn 215.000 tons,
svarandi til 1,3 mió rúm-
metrar av burturkasti eru
brend. Varð øll nøgdin løgd
á ein fótbóltsvøll, hevði tað
verið ein des, ið var meira
enn 200 metrar høg. Varð
øll nøgdin løgd eftir veg-
num millum Leirvík og
Tórshavn, varð rúgvan tveir
metrar høg eftir allari
breiddini á vegnum.
IRF er uttan iva ein nógv
meira víttfevndur felags-
skapur, enn menn droymdu
um fyri 25 árum síðani.
Men avbjóðingarnar eru
stórar enn, og neyðugt er at
finna loysnir til gagns fyri
felagsskapin, kommunur-
nar og umhvørvið.
Brennistøðin, eins og alt
annað virksemi hjá IRF,
verður roknað sum serliga
dálkandi virksemi eftir
umhvørvisverndarlógini.
Tað merkir, at allar støðir
skulu hava eina umhvørvis-
góðkenning.
Seinasta
summar fekk brennistøðin
eina nýggja umhvørvisgóð-
kenning, sum er munandi
strangari enn tær gomlu
viðvíkjandi
útláti
frá
brennistøðini og øðrum
viðurskiftum.
IRF kærdi umhvørvis-
góðkenningina til Føroya
Landsstýri. Hetta varð ikki
gjørt, tí at IRF hevur ímóti
at reinsa útlátini frá brenni-
støðini, men heldur tí at
mett varð, og at ov fá atlit
vórðu tikin til støddina og
aldurin á brennistøðini og
til, hvar ið brennistøðin
liggur. Harafturat varð ein
hópur av øðrum viðurskift-
um í umhvørvisgóð-kenn-
ingini, sum viðmerkingar
vóru gjørdar til tí fyrsta
uppskotinum til góðkenn-
ing, men sum ikki vórðu
broytt í endaligu góðkenn-
ingini.
Mett verður, at brenni-
ovnurin kann virka við
rímiligum viðlíkahaldi eini
8-10 ár afturat. Men tekn-
iskar ábøtur skulu gerast
eins væl og stýrskipanir
mugu dagførast. Harafturat
verður neyðugt at minka
munandi um útlátini frá
brennistøðini og her verður
serliga hugsa um útlát við
royki.
Roykurin verður reinsað-
ur við einum elektrofiltri,
sum tekur sót og partiklar,
og tungmetalir, sum hanga
upp í teimum, úr roykinum.
Kanningar, sum Heilsu-
frøðiliga starvstovan hevur
gjørt á brennistøðini vísa,
at tungmetalini blýggj og
kadmium hava ligið langt
niðanfyri verandi markvirði
og at kyksilvur eisini hevur
ligið niðanfyri markvirðið
tey seinastu árini. Haraftur-
ímóti fara allar sýrurnar og
t.d. dioxin í roykinum ó-
tarnað upp ígjøgnum skor-
steinin.
Ein heilt onnur reinsi-
skipan skal til at reinsa
roykin fyri sýrur og dioxin.
Verandi reinsiskipan skal
takast burtur og ein onnur
skipan setast upp, sum
brúkar kálk til at binda
sýrurnar og aktivt kol til at
binda tungmetalir og diox-
in. Hetta er ein lutfalsliga
stór íløga, sum eisini fer at
tyngja raksturin av brenni-
støðini munandi. Sambært
góðkenningini skal hendan
skipanin verða farin at
virka við ársenda 2005.
Fleiri reinsiskipanir finn-
ast og summar eru meira
umfatandi enn aðrar. Stórur
eftirspurningur er á markn-
aðinum í løtuni, tí allar
brennistøðir í ES skulu lúka
somu krøv, sum sett eru
føroysku brennistøðunum,
við ársenda 2005. Ikki ber
til at siga nakað nágreini-
ligt um kostnaðin, fyrr enn
endaliga
umhvørvisgóð-
kenningin fyri brennistøð-
ina er staðfest, men 15 til
30 milliónir kr. hevur verið
nevnt. Eftir øllum at døma
fer minsti eykakostnaðurin
til at reka reinsiverkið at
verða 1,7 milliónir kr. um
árið umframt kapitalkostn-
aðin.
Sostatt er heilt greitt, at
tung tøk skulu takast, um
reinsiskipanin á brenni-
støðini, og aðrar skipanir
við hjá IRF, skulu upp á eitt
støði, sum minnir um støði
á líknandi virkjum í skandi-
navisku grannalondunum.
Tann 15. juli 2004
vóru 15 ár liðin, síð-
ani brennistøðin hjá
IRF á Hagaleiti varð
tikin í nýtslu
BRENNISTØÐ
Tíðindaskriv frá IRF
Hesi 15 árini hevur brenni-
støðin brent meira enn
215.000 tons, svarandi til
1,3 mió rúmmetrar, av
burturkasti. Varð øll nøgdin
løgd á ein fótbóltsvøll,
hevði tað verið ein des, ið
var meira enn 200 metrar
høg. Varð øll nøgdin løgd
eftir vegnum millum Leir-
vík og Tórshavn, varð rúgv-
an tveir metrar høg eftir
allari breiddini á vegnum.
Brennistøðin verður
bygd
Interkommunali Renova-
tiónsfelagsskapurin
L/F,
IRF, varð stovnaður 19.
mars 1979. Allar kommun-
ur kunnu verða limir í fe-
lagsskapinum, sum bjóðar
seg fram at taka ímóti øll-
um burturkasti úr lima-
kommununum.
Ein av høvuðsuppgávun-
um hjá felagsskapinum
varð at gera eina brennistøð
til burturkast. Fyri at gera
eina langa søga stutta, kann
verða sagt, at í fyrru helvt
av áttatiárunum varð gjørt
av at byggja eina brenistøð
við Fossdalsbakka í Æðu-
vík, har meginparturin av
burturkastinum hjá eystur-
oyingum longu lutvíst varð
brent á opnum báli og lut-
víst bara koyrt útav. Tórs-
havnar kommuna hevði tá
gjørt av at byggja sína egnu
brennistøð.
Men síðani kom fram, at
nógvur hiti kann fáast burt-
ur úr at brenna burturkast,
og avgjørt varð at flyta
brennistøðina nærri Runa-
vík. Eftir at vegagerð og
byggibúning vóru um at
vera liðug uppi á Saltnesi,
varð arbeiðið steðgað, tí
ótti var fyri, at umhvørvið
og drekkivatn fóru at verða
dálkað av dioxini og øðr-
um.
Síðani varð avgjørt at
leggja brennistøðina við
Áir, omanfyri smoltstøðina
hjá Fiskaaling P/F. Men
eftir at gravimaskinurnar
høvdu sett á at grava, varð
arbeiðið aftur steðga av
líknandi grundum sum á
Saltnesi.
Nevndin í felagsskapin-
um legði frá sær. Felags-
Dioxin er eitt felagsnavn
fyri ein bólk av evnum.
Nøkur dioxinevni eru av
vandamestu
giftevnum.
Dioxin verður ikki framleitt
beinleiðis, men verður til í
útláti frá brenning og ídn-
aði. Flestu djór bróta ikki
dioxin niður, so dioxin hóp-
ast upp djórunum ígjøgum
føðiliðini.
Dioxin er at finna í fiti á
djórum og tí verður t.d.
nýramørur
kannaður
á
seyði við brennistøðina, tey
fyrstu árini fjórahvørt ár,
síðani 2002 hvørt ár. Har-
afturat verður dioxin mátað
í seyði Innan Glyvur á
Strondum til samanbering.
Mátingarnar í 1999 víkja
rættulig nógv frá hinum
mátingunum,
serliga
í
kanningunum av nýramøri
á lombum (Mynd 1). Verð-
ur sæð burtur frá 1999
liggur dioxininnihaldið í
nýramøri
um
eitt
pg
dioxin/g feitt (eitt picogram
2,3,7,8-TCDD-dioxineindir
í hvørjum grammi av feitti)
í miðal fyri allar mátingar-
nar av nýramøri á seyði við
brennistøðina, eitt sindur
omanfyri eitt fyri lombini
og eitt sindur undir eitt fyri
ærnar (1 pg =
0,000000000001 g).
Miðal fyri mátingarnar
av nýramøri á seyði Innan
Glyvur liggur á 0,35 pg
dioxin/g feitt. Sostatt er
dioxininnihaldið í nýramøri
í seyði við brennistøðina á
Hagaleiti umleið tríggjar
ferðir hægri enn í seyði
Innan Glyvur.
Einki beinleiðis mark er
sett fyri, hvussu nógv diox-
in kann vera í fiti til matna,
men harafturímóti eru mark
fyri, hvussu nógv verður
tilmælt at eta av mati við
dioxini. Tilmælini hava
verið fallandi seinastu árini
og hevur ES sett markið til
14 pg dioxin fyri hvørt kg
ein persónur vigar um vik-
una. Tað merkir, at ein per-
sónur, sum vigar 72 kg,
kann eta eitt kg av nýra-
mørsfiti ella øðrum fiti úr
seyði, sum hevur gingið
nærhendis brennistøðini,
um vikuna. Tilsvarandi
kann hesin persónur eta 3
kg av seyðafiti um vikuna,
um seyðurin hevur gingið
Innan Glyvur ella í líknandi
høgum. Men hesin sami
persónur fær eisini dioxin í
seg úr øðrum mati, t.d. tá
hann drekkur mjólk ella
etur spik. Í mjólk eru 0,5 pg
dioxin/g fiti og í spiki eru
10-13 pg dioxin/g fiti.
Evni
Nøgd í
royki
Verandi
krøv
Nýggju
krøvini
mg/Nm3
Samdøgurs-
miðal
mg/Nm3
Samdøgurs-
miðal
mg/Nm3
Dust
2000
40
10
HCl (saltsýra)
400-600
100
10
SO2 (svávuldioxid)
150-250
300
50
NOx (nitrogenoxidir)
350
400
HF (flussýra)
1-3
2
1
TOC (kolevni)
5
20
10
Pb (blýggj)
30
1,4
Cd (cadmium)
1,5
0,1
Hg (kyksilvur)
0,3
0,1
0,05
Cd+Tl (cadmium og
thallium)
1,8
0,05
Sb+As+Pb+Co+
Cu+Mn+Ni+V (onnur
tungmetalir)
60
0,5
Dioxin+furan
3,1 ng/Nm3
0,1 ng/Nm3
mg/Nm3: milligram í hvørjum normal-rúmmetri
ng/Nm3: nannogram í hvørjum normal-rúmmetri
1 Nm3: ein rúmetur av luft við 0 oC og eina atmosferu trýst
1 mg = 0,001 g
1 ng = 0,000000001 g
Roykreinsing
Talvan niðanfyri vísir innihald av ymiskum evni í royki
frá brennistøðum, verandi krøv (1994) til roykreinsing
og nýggju krøvini (2003) til roykreinsing.
Dioxin í seyði
Dioxin í nýramøri á lombum. Strikan er miðaltal fyri
mátingar av lombum Innan Glyvur á Strondum
Dioxin í nýramøri á óm. Strikan er miðaltal fyri mátingar av
óm Innan Glyvur á Strondum
Brennistøðin á Hagaleiti 15 ár
Brennistøðin á Hagaleiti hevði hósdagin 15 ár á baki
Burturkast, brent á brennistøðini hjá IRF frá 1990 til 2003
C
M
Y
K
14