Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í dag fara kvinnurnar hjá KÍ í eldin, tá ið tær skulu spæla fyrsta dystin í bólkaspæl- inum í UEFA-Cup ímóti ukrainska Metalist Kharkov. KÍ-KVINNUR Í ALTJÓÐA DYSTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Aftur í ár fara kvinnurnar hjá KÍ at royna seg í altjóða fótbólti. Hesaferð skulu tær í eldin í Pólandi, har tríggir dystir skulu leikast upp á fimm dagar. Truplir dystir Tað er einki at ivast í, at talan er um tríggjar truplar dystir hjá klaksvíkskvinn- um. Fyrsti dysturin, sum verður leiktur í dag, er, sum áðurnevnt, ímóti ukrainska Metalist Kharkov. Hós- dagin verður leikt ímóti heimaliðnum Wroclav úr Pólandi, meðan tann sein- asti dysturin á ferðini hjá KÍ verður leygardagin. Tá er mótstøðuliðið Cardif City úr Wales, og tað er helst í hesum dystinum, at kvinnurnar hjá KÍ hava besta møguleikan. Før- oyska kvinnulandsliðið hevur áður við hepni roynt seg ímóti Wales, og tí eigur møguleiki at verða fyri, at okkurt gott spyrst burtur úr hjá KÍ í hesum dystinum. Hinvegin er ikki nógv at frætta um, hvussu sterk hini bæði liðini í bólkinum eru, men lítið man verða at ivast í, at talan er um tvey sterk lið, ið óivað verða torfør hjá klaksvíkskvinnum at basa. Hinvegin hava royndirnar hjá KÍ-kvinnunum úti í Europa víst, at tær avgjørt kunnu verða við, og eingin orsøk er hjá teimum at ótt- ast mótstøðuliðini. Sosial- urin fer sjálvsagt at fylgja við í, hvussu tað gongur hjá klaksvíkskvinnunum í Pólandi. Nr. 136 • týsdagur • 20. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Havnar Róðrarfelag hevur á heimasíðu síni gjørt ein hagtals- grunn, har til ber at síggja øll róðrarúrslit heilt afturi frá 1973. RÓÐRARHAGTØL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú ber til hjá øllum róðrar- áhugaðum at fara og leita í gomlum úrslitum á al- nótini. Nakrir ungir mans innan Havnar Róðrarfelag hava nevnliga í eina tíð arbeitt miðvíst við at savna øll róðrarúrslit heilt afturi frá 1973 og fram til í dag i ein sonevndan hagtals- grunn. Hvør eigur metini Eitt tað mest áhugaverda við nýggja hagtalsgrunnin- um hjá Havnar Róðrarfelag á heimasíðu felagsins, www.drekin.fo, er, at nú ber til at samanmeta tíðir, og eisini kann staðfestast, hvør eigur tey ymisku metini. Grunnurin er soleiðis býttur upp, at til ber at síggja, hvør hevur bestu tíðirnar á teimum ymisku róðrarplássunum innan tær ymisku bátastøddirnar. Til dømis kann staðfestast, at tað framvegis er Skála- báturin, ið eigur metið hjá 10-mannaførum á Ólav- søku, sum teir settu í 1992, og at Havnarbáturin eigur næstbestu tíðina, sum teir fingu í 2001. Umframt at samanbera tíðir, er eisini gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógv tey einstøku róðrarfeløgini hava vunnið av heiðurs- merkjum hesi gott og væl tríati árini, sum eru skrásett í hagtalsgrunninum. Ikki óvæntað er Havnar Róðrar- felag nógv mest vinnandi felagið við 251 gullheið- ursmerkjum, meðan nummar tvey er Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag við 84 gullheiðursmerkj- um. Sum nakað heilt for- kunnugt hava stigtakararnir til hagtalsgrunnin eisini gjørt eitt yvirlit, har tað ber til at síggja, hvussu nógva tíð teir einstøku bátarnir hava brúkt upp á teir seks róðrarnar higartil í ár. Her kann til dømis staðfestast, at hóast gentumanningin á Sílinum hevur fýra stig fleiri enn manningin á Bliki undan ólavsøkuróðr- inum, so hevur Blikamann- ingin róð teir seks róðr-ar- nar samanlagt eitt hálvt sekund skjótari enn tær umborð á Sílinum. Stigtakararnir til hagtals- grunnin vóna og vænta, at nógv róðraráhugað fólk fara at fáa stóra gleði av hagtølunum, sum altso eru at finna á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, www.drekin.fo. KÍ-kvinnurnar í eldin Róðrarhagtøl á alnótini KÍ-kvinnurnar avmyndaðar á bryggjuni í Klaksvík, áðrenn leiðin gekk til Pólands, har tríggir altjóða dystir eru á skránni. 17 16 Nr. 136 - 20. juli 2004 Eftir at blaðið fór til prent- ingar, helt stýrið fyri Lista- stevnuna tíðindafund um ársins stevnu. Í blaðnum í morgin verður meira at lesa um stevnuna. Stýrið fyri Listastevnuna letur onga iva vera um, at satsa verður høgt í ár. Tey halda sjálvi, at skráin er sera spennandi og forkunn- ug. Óivað størstu nøvnini eru Kiri Te Kanawa og Jethro Tull. Tey umboð helt hvør sína grein innan tónleikin. Men tað er ikki bara at biðja lova sær hjá fyrireik- arunum, tá boð verða send eftir Kiri Te Kanawa; hon krevur nevniliga heilt ómetaliga nógv av fyri- reikarunum. Millum annað skal hon ikki koma í nánd av einari sigarett. Føroysku høvuðsnøvn- ini, um vit kunnu siga so- leiðis, vera Teitur Lassen og Eivør Pállsdóttir. Lista- stevnan verður 6. til 15. august. -HR Brúkarasamtakið setir nú meira ferð á virksemið við faldara og nýggjari heima- síðu BRÚKARASAMTAK Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Føroyska brúkarasamstakið hevur nú fingið eina heimasíðu. Samtakið, sum enn ikki eigur nógv ár á baki, setir við heimasíðuni og einum faldara meira ferð á virksemið hjá sær. Heimasíðan er at finna á adressuni brukarasamtakid. fo. Nýggi faldarin sigur eitt sindur um, hvat Brúkara- samtakið tekst við í sínum dagliga virksemi. Felagið er sjálvboðið, og fremsta uppgávan hjá felagnum er at virka fyri, at politiski myndugleikin røkir sínar skyldur við at seta í verk brúkaralóggávu og brúk- arastovn. – Brúkarasamtakið ar- beiðir í løtuni við einum til- taki, ið verður knýtt at aðalfundinum fyrst i ok- tober. Ætlanin er at seta ljóskastaran á háttin, ið marknaðarføring verður framd í Føroyum. Møgu liga við einum paneli við viðkomandi fólki, sigur Petur í Gong, formaður, í tíðindaskrivi. Nýggj nevnd Tað var herfyri, at Petur í Gong varð valdur til for- mann fyri Brúkarasam- takið. Nevndin umskipað seg tá. Fyrrverandi for- maðurin, Ingun Simonsen, er farin í onnur lond í út- búgvingarørindum, og hon er tískil ikki longur knýtt at nevndini í samtakinum. Kristina Samuelsen er næstformaður og Gunn- leivur Dalsgarð er kassa- meistari. Brúkarasamtakið hevur heitt á Eriku Hay- field um at hjálpa til, og tað hevur hon játtað. Orsøkin er, at Erika í løtuni leggur síðstu hond á sína Ph.d. ritgerð innan forbrúk, skrivar Brúkarasamtakið. Í hesum døgum verður ka- lendari borin út í hvørt hús í Tórshavnar kommunu. Kalendarin vísir, nær grøna ílatið til pappír og papp verður tømt. Kommunan er býtt upp í 24 øki og ein kalendari er gjørdur til hvørt øki sær. Frámerki er við ein dag hvørja sættu viku, soleiðis at kalendarin vísir, nær ílat hjá tí einstaka húskinum verður tømt. Tað er á leið eitt hálv ár síðani, at teir flestu av borgarunum í høvuðsstað- num fingu íløt at skilja burturkastið í. Í vikunum 35 og 50 verður tann klári posin til vandamikið burt- urkast heintaður saman við vanliga burturkastinum. -HR Maskinførari Søkt verður eftir royndum maskinførara. Byrjað verður eftir avtalu. Tlf. 315060/585000 e-mail JKP@JKP.FO Endurnýtslukalendari í hvørt hús Brúkarasamtakið í sving Brúkarasamtakið er farin á alnetið við sínum virksemi. Listastevnan stílar høgt C M Y K 16 J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Føroyar – No ella hinvegin rs Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.960 2.280 - - - 2.920 Bilur + 3 fólk 2.640 3.120 - 3.600 3.840 - Bilur + 4 fólk 3.320 3.960 4.440 - - - Bilur + 5 fólk 4.000 4.800 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.480 2.960 - - - 3.760 Bilur + 3 fólk 3.300 4.020 - 4.620 5.100 - Bilur + 4 fólk 4.120 5.080 5.720 - - - Bilur + 5 fólk 4.940 6.140 - - - - Prísirnir í lágárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 7,0 m longd og 2,5 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Prísirnir í háárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 5,0 m longd og 1,9 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.720 3.200 - - - 4.320 Bilur + 3 fólk 3.580 4.300 - 5.110 5.530 - Bilur + 4 fólk 4.440 5.400 6.080 - - - Bilur + 5 fólk 5.300 6.500 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.720 4.160 - - - 5.800 Bilur + 3 fólk 4.780 5.440 - 6.820 7.420 - Bilur + 4 fólk 5.840 6.720 7.560 - - - Bilur + 5 fólk 6.900 8.000 - - - - Føroyar – Danmark ella hinvegin Tórshavn – Hanstholm ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.420 1.710 - - - 2.240 Bilur + 3 fólk 1.860 2.295 - 2.715 2.970 Bilur + 4 fólk 2.300 2.880 3.280 - - 3.940 Bilur + 5 fólk 2.740 3.465 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.880 2.240 - - - 2.900 Bilur + 3 fólk 2.460 3.000 - 3.480 3.810 - Bilur + 4 fólk 3.040 3.760 4.160 - - 5.080 Bilur + 5 fólk 3.620 4.520 - - - - ella hinvegin Lerwick ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.330 2.650 - - - 3.530 Bilur + 3 fólk 3.045 3.525 - 4.185 4.545 - Bilur + 4 fólk 3.760 4.400 4.960 - - - Bilur + 5 fólk 4.475 5.275 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.080 3.440 - - - 4.640 Bilur + 3 fólk 4.020 4.560 - 5.460 5.940 - Bilur + 4 fólk 4.960 5.680 6.480 - - - Bilur + 5 fólk 5.900 6.800 - - - - – Íslan ella hinvegin vn – Seyðisfjörður ella hinvegin Bilur + 2 fólk til Danmarkar úr 2.720,- Bilur + 2 fólk til Noregs úr 1.960,- Bilur + 2 fólk til Hetlands úr 1.420,- Bilur + 2 fólk til Íslands úr 2.330,- p Summarið 2004 Summarið 2004