Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 20. juli 2004 19 Gunnar stóð allan dystin Føroyski málmaðurin Gunnar Nielsen stóð í málinum, tá ið felag hansara Frem undan vikuskiftinum spældi venjingardyst ímóti HIK. Sambært heima- síðuni hjá Frem høvdu fleiri ungir spælarar fingið møguleikan á liðnum, og Gunnar Nielsen var ein teirra. Føroyski málmaðurin helt málið reint, og Frem vann dystin 2-0. Jón Rói Jacobsen, sum eisini spælir í felagnum, var ikki við í dystinum. Frem, sum fyrireikar seg til nýggju kapping- ina í næstbestu donsku deildini, skuldi mána- kvøldið spæla venjing- ardyst ímóti Herfølge. Amager vann Fremad Amager vann sunnudagin ein venjing- ardyst ímóti Næstved 3- 0. Andrew av Fløtum byrjaði inni, men var tikin út í seinna hálv- leiki, tá ið Jann Ingi Petersen kom á vøllin. Hjalgrím Elttør varð settur inn í hálvleikin- um. Eingin av teimum føroysku spælarunum skoraði Esbjerg gott úrslit Danska felagið Esbjerg spældi sunnudagin javn- leik í fyrra Intertoto Cup dystinum ímóti lit- aviska liðnum FK Vetra. Dysturin var á útivølli og endaði 1-1. Málið hjá Esbjerg skoraði Jess Thorup. Seinni dysturin millum feløgini verður í Dan- mark næsta vikuskiftið, og kemur Esbjerg víðari frá hesum umfarinum kunnu teir vænta sær at spæla ímóti týska fel- agnum Schalke. Esbjerg hevur longu vunnið á NSÍ og Nice í Intertoto Cup. Fleiri vilja hava Atla Síðstu dagarnar hava bæði Brann í Bergen og Sogndal sýnað KÍ liðformannin Atla Danielsen, sum hós- dagin kemur aftur til Klaksvíkar KÍ LIÐFORMAÐURIN Jóannes Hansen Seinnu árini hevur tað ofta víst seg, at tá ið ein fót- bóltsspælari í Klaksvík hevur stungið nøsina eitt sindur fram um hinar, so hevur tað verið skjótt, at hann ikki longur hevur verið í Klaksvík, men held- ur hevur verið í onkrum øðrum føroyskum felag ella kanska í útlandinum. Eingin ivi hevur verið um, at mest eyðsýndi spæl- arin hjá KÍ higartil í ár hevur verið Atli Danielsen, sum umframt at gerast alt meiri intergreraður partur av landsliðnum, eisini hev- ur fingið álitið at vera lið- formaður í Klaksvík. At tað hevur gingið væl hjá Atla tykist nú hava vakt áhugan hjá útlendskum feløgum. Í hvussu so er tvey norsk feløg tykjast hava áhuga í at vita, um KÍ liðformaðurin er ein spæl- ari, sum tey kunnu brúka. Annað felagið er Brann í Bergen. Í síðstu viku ljóð- aði, at Atli skuldi til Bergen at royndarvenja í fimm dagar. Atli fór úr Klaksvík, men tá ið tað kom til stykkis, var tað ikki í Berg- en, men heldur í Sogndal, at hann hevur royndarvant. Sogndal er felagið, har tríggir føroyskir spælarar vóru fyri trimum árum síð- ani - Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre. Atli vandi upp undir vikuskiftið við Sogndal. Sunnudagin var venjingar- dystur millum Sogndal og Brann. Harvið fingu bæði feløgini møguleika at leggja klaksvíkingin á vágskálina. Úrslitið avvenj- ingardystinum var 2-2. Atli Danielsen var á Sogndal miðvøllinum í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var hann vongverji í høgru, og tá ið seinna umfarið var hálvrunnið, varð hann skiftur út. Í gjár og í dag skuldi Atli venja við Sogndal. Ætlanin var, at hann skuldi koma aftur til Klaksvíkar í morg- in, men nú verður tað ikki fyrrenn hósdagin. Um sátt- máli fer at spyrjast burturúr ella ikki, og um Atli yvir- høvur er áhugaður í at fara til Noregs at spæla fótbólt hevur einki verið at hoyrt um enn. Í fyrsta umfari hevur KÍ liðformaðurin tikið hetta sum ein áhugaverdan møguleika at tevja, hvussu lívið gongur fyri seg hjá yrkisspælarum. Síðani tað í síðstu viku frættist, at møguleiki var fyri, at KÍ skuldi missa lið- formannin til norskan fótbólt, hevur lívligt orða- skifti verið á KÍ heima- síðuni, har summi siga seg vera fegin um, at evnaríki spælarin tykjast hava møguleika at royna, hvussu langt evnini kunnu røkka uttanfyri landoddarnar, meðan onnur geva ilt av sær um, at tað eina ferð skal vera KÍ, sum verður knokkroytt fyri bestu spæl- ararnar! Fyrrverandi ung- lingaspælarin í Vági, sum nú er í Brøndby, hevur nú fingið boð um at spæla á pólv- erska unglingalands- liðnum ÚTISETI Jóannes Hansen Kanska er tað eitt sindur misvísanda at kalla hann fyri útiseta, tá ið hann nú hevur fingið boð um um- boða annað land enn Før- oyar. Men tað er ein veruleiki, at Lukasz Cie- slewicz hevur búð í Føroy- um í fleiri ár. Hann er son- ur Robert Cieslewicz, sum fyri nú fleiri árum síðani kom úr Póllandi og til Før- oya at spæla fótbólt. Fyrstu árini var hann í Fuglafirði, og síðani hevur hann verið bæði í Vági og í Sumba, har hann eisini royndi seg sum venjari. At Lukasz hevur havt serliga góð evni sum fót- bóltsspælari, hevur eingin, ið hevur sæð hann spæla, ivast í. Hann var so nógv tann besti á dreingjaliðnum og á unglingaliðnum hjá VB, sum hesi seinastu árini hava staðið seg so avbera væl. Tíðindini um serligu evn- ini hjá unga manninum hava rokkið tvørtur um At- lantshavið. Í vár flutti Lukasz til Brøndby, har hann hevur staðið seg væl í álopinum á unglingaliðn- um, og nú hevur pólverska fótbóltssambandið sent boð eftir honum. Lukasz er úttikin at venja við pólverska U-18 lands- liðnum, og so verður spennandi at síggja, hvussu langt fótbóltsevnini fara at røkka. Bæði í landsliðshøpi og í felagshøpi. Brøndby hevur sjálvandi skrivað sáttmála við Lukasz Ciesle- wicz, tí teir rokna hann vera góðan møguleika í Brønd- by álopinum í framtíðini, og sjálvandi hava teir eisini hugsað um møguleikan, at teir kunnu fáa pengar fyri at selja hann til okkurt annað og størri og ríkari felag í Europa. At hann er í Brøndby, og at hann nú hevur fingið landsliðsboð ber við sær, at dreymurin hjá Lukasz Cie- slewicz at liva av at spæla fótbólt og at vinna meiri enn til lívsins uppihald við at brúka fótbóltsevnini er tættari við at gerast veru- leiki nú, enn dreymurin frammanundan hevur verið. Lukasz á landsliðið Stórur áhugi tykist verða fyri unga liðskiparanum hjá KÍ, Atla Danielsen, og bæði Brann og Sogndal úr norsku tippiliguni hava víst føroyska landsliðsleikaranum áhuga. 19 18 Nr. 136 - 20. juli 2004 Hálvi hvalbingurin, Niels Jakob Thomsen, vann sunnudagin stóru súklukappingina Statoil kring Føroyar við níggju sekundum aftur til Gunnar Dahl Olsen SÚKLING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sunnudagin endaði stóra árliga súklukappingin, Stat- oil kring Føroyar, eftir at súklað hevði verið í fimm dagar. Tilsamans hava súkl- ararnir lagt okkurt um 330 kilometrar aftur um seg, og tá ið komið var á mál við Statoil-støðina í Gundadali sunnudagin, var tað Niels Jakob Thomsen, sum streyk avstað við samlaða sigrin- um. Tvídystur millum Niels Jakob og Gunnar Allar hesar dagarnar, ið súklað hevur verið, hevur tað víst seg, at talan fyrst og fremst hevur verið um ein tvídyst millum teir báðar Niels Jakob Thomsen og Gunnar Dahl Olsen um, hvør ið skuldi fara avstað við sigrinum. Teir báðir hava allar dag- arnar verið millum tríggjar teir fremstu á mál við und- antaki av sunnudegnum, har teir saman við Niels Bay Petersen kappaðust um triðjaplássi aftan fyri Boga Kristiansen og Gunnlaug Jónasson. Fyrsta dagin í kappingini var ein einkultstartur súkl- aður í Klaksvík, og her vann íslendingurin Gunn- laugur Jónasson við teim- um báðum Gunnar og Niels Jakob beint aftan fyri seg. Næsta dagin var súklað í Eysturoynni, og tá eydn-að- ist tað Gunnari Dahl Olsen fyri fyrstu og einastu ferð í kappingini í ár at vinna ein tein, tá ið hann kom á mál saman við Niels Bay Peter- sen, men føroyingurin hevði tó munin. Hendan dagin gjørdist Niels Jakob triðjur í kappingini. Einki varð avgjørt fyrr enn í síðstu løtu Undan einkultstartinum á Sandoynni fríggjadagin hevði Gunnar Dahl Olsen lagt seg á odda í samlaðu kappingini við einari leiðslu upp á tíggju sekund niður til Niels Jakob Thom- sen, men á 21 kilometra langa teininum á Sandi vann hálvi hvalbingurin sær fyrstaplássið aftur. Niels Jakob Thomsen vann einkultstartin, og hann var 16 sekund framman fyri Gunnar Dahl Olsen, sum gjørdist nummar tvey. So- statt fekk Niels Jakob nú aftur leiðslutroyggjuna, men munurin niður til Gunnar var ikki stórur, ein- ans seks sekund. Spenningurin var tí stór- ur undan næstseinasta tein- inum, sum bleiv súklaður í Suðuroynni leygardagin. Teinurin var 77 kilometrar til longdar, og tí var møgu- leiki fyri, at onkur av súklarunum kundi gera ein vørr og kanska fáa eina av- gerandi leiðslu, men so var ikki. Hóast Gunnar Dahl Olsen gjørdi eina roynd og leingi lá einsamallur á odda, bleiv hann innheint- aður av Niels Jakob Thomsen fáar kilometrar, áðrenn komið var á mál, og Gunnar noyddist enntá at síggja hálva hvalbingin vinna teinin við trimum sekundum, soleiðis at Niels Jakob styrkti støðu sína í samlaðu kappingini. Níggju sekund eru tó einki at tosa um í súklu- kappingum, og tí var einki avgjørt undan seinasta teininum, har súklað varð úr Tjørnuvík til Gomlu Rætt og aftur til Havnar, har ein finaluteinur bleiv súklaður. Bogi vann endabrestin Eitt sindur óvæntað var tað kanska, at føroyski veteran- urin, Bogi Kristiansen, streyk avstað við sigrinum á seinasta teininum. Teir báðir Niels Jakob Thomsen og Gunnar Dahl Olsen vóru kanska dekan ov taktiskir og hugsaðu mest um, hvar teir lógu í mun til hvønn- annan, og tað gav øðrum súklarum møguleikan til at fara avstað. Bogi Kristian- sen og íslendingurin Gunn- laugur Jónasson gjørdu sær dælt av hesum møguleika, og kappingin um sigurin á seinasta teininum stóð tí millum teir báðar. Munurin var sera lítil, men tá ið teir nærkaðust málstrikuni við Statoil-støðina í Gundadali, var Bogi eitt lítið vet framman fyri íslendingin, og tískil kundi skála-mað- urin ogna sær enn ein sigur í stóru føroysku súklu- kappingini, sum hann áður hevur vunnið. Bíðað var við spenningi eftir, at tríggir teir fremstu súklararnir í samlaðu kapp- ingini, Niels Jakob Thom- sen, Gunnar Dahl Olsen og Niels Bay Petersen, fóru at koma á mál, og um tað fór at eydnast Gunnari at stríða seg tey neyðugu níggju sekundini fram um Niels Jakob, soleiðis at hann kundi fáa samlaða sigurin. Skjótt gjørdist tað tó greitt, at teir tríggir lógu púra javnir, og lítið bendi á, at nakar kundi sleppa avstað frá hinum. Gunnar gjørdi onkra roynd, men ikki bar til, og tískil komu teir tríggir púra javnir um mál- strikuna. Hetta merkti sam- stundis, at Niels Jakob Thomsen vann samanlagt, og tískil kann rópa seg vinnara av Statoil kring Føroyar 2004. Hjá teimum ungu vann islendingurin Anton Ørn Elfarsson, og hann gjørdi ikki mætari enn at vinna allar tríggjar teinarnar. Fjallatroyggjuna vann Niels Bay Petersen. Endaliga úrslitið av Statoil kring Føroyar 2004: Vaksin: 1. Niels Jakob Thomsen, Cycling Gladsaxe 09.36.43 2. Gunnar Dahl Olsen, Tórshavnar Súkklufelag 09.36.52 3. Niels Bay Petersen, Cycling Gladsaxe 09.42.23 4. Gunnlaugur Jónasson, Hjólreiðufelag Reykjavíkar 10.22.24 5. Bogi Kristiansen, Cycling Gladsaxe 10.23.54 6. Gisli Karel Elisson, Hjólreiðufelag Reykjavíkar 10.38.34 7. Eli Christiansen, Tórshavnar Súkklufelag 10.59.09 8. Klaus Kildemand, IFO 10.59.11 9. Beinir Rasmussen, Tórshavnar Súkklufelag 11.54.51 Ung: 1. Anton Ørn Elfarsson, Hjólreiðufelag Reykjavíkar 07.12.24 2. Kári Brynjólfsson, Hjólreiðufelag Reykjavíkar 07.14.58 3. Hlynur Thorsteinsson, Hjólreiðufelag Reykjavíkar 07.18.38 4. Bergur Ingemarsson, Tórshavnar Súkklufelag 07.30.16 5. Torkil Veyhe, Tórshavnar Súkklufelag 07.32.23 6. Dánjal Michaelsen, Tórshavnar Súkklufelag 08.27.47 Niels Jakob vann bláu troyggjuna Tríggir teir fremstu í Statoil kring Føroyar 2004: frá vinstru, nummar tvey Gunnar Dahl Olsen, vinnarin Niels Jakob Thomsen og nummar trý Niels Bay Petersen Tríggir teir fremstu hjá teimum ungu við vinnaranum Anton Ørn Elfarsson í miðjuni. Anton gjørdi ikki mætari enn at vinna allar teinarnar í kappingini. Frá kappingini sunnudagin. Súklað verður beint sunnan fyri brúnna við Streymin við Gunnari Dahl Olsen á odda C M Y K 18