hósdagur 4. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juni 2015
sosialurin 63
8
persónssøga
– Eg trúgvi ikki, at nakað kemur av
sær sjávum. Sum tá eg kom til Klaks
víkar, so handlar nógv um at vera á
røttum stað til rætta tíð, og tað er sum
oftast úrslitið av góðum, miðvísum
arbeiði, sigur hon
Hóast hon ofta hevur verið einsa
møll kvinna í tí arbeiðsumhvørvi, hon
hevur ferðast í, hevur hon ongantíð
upplivað tað, sum eina forðing.
– Eg havi altíð følt meg vælkomna,
har eg havi verið. Eg vænti, tað hevur
samband við, at tað altíð hevur ver
ið fokus á arbeiðsuppgávurnar, og
hvussu ein megnar at loysa tær,
heldur enn á kyn, har eg havi starvast.
Eg hugsi so slett ikki sjálv um, at eg eri
kvinna og tí kann vera fyri vanbýti,
sigur Jóhanna á Bergi.
Yrkiskvinnur fáa ofta skotið í
skógvarnar, at tær heldur burdu tikið
sær av børnun sínum enn at reikast
runt og arbeiða alt samdøgrið.
– Eg fái ikki tíð til alt, tað má eg
bara viðganga. Eg havi tó eitt ótrúliga
gott bakland í mínum manni, mínum
verforeldrum í Klaksvík og mínum
foreldrum í Havn. Uttan tey, hevði
tað als ikki gingið, sigur hon.
Seinastu níggju árini hevur
Jóhanna á Bergi búð í Klaksvík, men
arbeitt í Havn, og nú flytir hon starvs
stað vestur í Vágarnar. Tað gerast
nógvir tímar í bili, men hon sigur, at
tað ongantíð hevur verið upp á tal at
flyta nærri arbeiðsplássinum.
– Vit hava tað gott í Klaksvík, og
børnini trívast sera væl. Eg haldi,
tað er týdningarmikið, ikki at flyta
børnini ov nógv, og tí hava vit verið
búgvandi í Klaksvík øll hesi árini.
Gull við B36 og KÍ
Sum ung sleit Jóhanna á Bergi
mangar gaggur í Gundadali, har hon
spældi fyri B36.
– Eg búði næstan á plenuni í
mínum ungdómsárum, og okkurt
FM-heitið bleiv tað eisini til. Fyrstu
tíðina í Klaksvík spældi eg eisini við
KÍ og var partur av fyrsta gullinum í
metrøðini hjá KÍ-kvinnunum, greiðir
hon frá.
Tó at hon nýtir tað mesta av frítíð
síni saman við børnunum, so hevur
hon leitað sær gaggurnar fram aftur
og roynt seg á Old Girls liðnum hjá KÍ.
– Har eru ikki so stór krøv til venj
ing og tíð, so tí liggur tað væl fyri hjá
mær at vera við. Tíverri, so eri eg
skadd í løtuni, so eg fái ikki luttikið,
sum nú er, sigur Jóhanna á Bergi.
Ikki einans egið verk
– Ein meginregla eg royni at liva eftir
er enska orðatakið, Success is not
what you’re coming to, it’s what you
leave behind. Tað, at eg havi fingið
stjórastarvið á Atlantsflog er ikki tað,
sum vísir, at mær hevur eydnast
væl. Tað er tað, eg lati eftir á
Faroe Ship, sum vitna um
mín dugnaskap.
Jóhanna á Bergi
var í 2014 kosin ársins
leiðari, ein heiður,
hon eisini varð í
uppskoti til í 2008.
Í samrøðu við in.fo í
2014 legði Jóhanna á
Bergi dent á, at tað var
einans í samstarvi við góð
starvsfólk, at hon megnaði at
fullføra sítt arbeiði, og enn í dag
sigur hon, at hetta er grundarlagið
undir tí, hon ger.
– Eitt, sum hugtekur meg nógv,
er spurningurin um, hvussu ein fær
fólk í felagsskapi at gera sítt ítasta.
Eg hugsi ofta um myndina av einum
orkesturið, sum spælir tónleik. At
fáa tónleikin góðan, krevst, at øll,
ið spæla, hava vitanina og viljan at
spæla saman. Tó so, ein skeivur tóni,
oyðileggur alla ljóðmyndina. Tað
er nakað tað sama við einum fót
bóltsliðið. Tað ræður ikki um at hava
bestu spælararnar á hvørjum plássi
sær, men at seta besta liðið saman.
Hvussu fái eg røttu samasetingina
fyri at náa rætta úrslitinum, sigur
Jóhanna á Bergi.
Fyrst í hesi øldini, tá British
Petroleum byrjaði virksemi í
Føroyum, stuðlaði felagið ungum
føroyingum í privatu vinnuni at
taka eina leiðsluútbúgving við Robert
Gordon University. Ein teirra, sum
tók av tilboðnum, var Jóhanna á
Bergi.
– Eg fekk góðskrivað nakað av
útbúgving míni frá danska eksport
skúlanum, og tók so masterútbúgving
mína gjøgnum Robert Gordon
University. Síðani havi eg luttikið á
skeiðum og fyrilestrum um leiðslu,
umframt at eg lesi væl av bókum um
leiðslu eisini. Tó haldi eg, at ein menn
ist mest sum leiðari í samspælinum
við onnur, sigur hon.
– Eg havi onga ítøkiliga fyrimynd
sum leiðari, men serliga fólk, ið eru
leiðarar av sjálvboðnum arbeiði hug
taka meg, hvussu tey megna at fáa so
nógv sjálvboðin fólk at draga somu
línu. Tað er alla rós uppiborið, sigur
Jóhanna á Bergi.
Nýggjar avbjóðingar
Í heyst tekur Jóhanna á Bergi við
sum stjóri á føroyska flogfelagnum
Atlantsflog. Hon er ómetaliga glað
um, at hon hevur fingið starvið og er
sera spent upp á uppgávuna.
– Eg kenni als ikki felagið gott
nokk, til at kunna siga nakað um, hvat
fingramerki, eg fari at seta á felagið.
Eg havi tó skilt, at starvsfólkini í felag
num eru sera dugnalig, og eg gleði
meg at arbeiða saman við teimum,
sigur hon.
Í øllum sínum yrkislívi hevur
Jóhanna á Bergi arbeitt við útflutn
ingi, og tí er nærliggjandi at hugsa, at
hon kanska fer at leggja serligan dent
á treytirnar hjá útflutningsvinnuni í
sínum starvi sum stjóri á Atlantsflog.
– Tað fer altíð at vera ein spurningur
um, hvør eftirspurningurin er, og
uttan at kenna til støðuna kann eg
als einki siga um, hvønn leist felagið
fer at leggja seg á framyvir. Eitt er
tó vist, tænastan til føroyingar skal
altíð vera í sentrum í virkseminum
hjá Atlantsflog, sigur nýggi stjórin á
Atlantsflog, Jóhanna á Bergi.
danjal@sosialurin.fo
Visti tú?
Jóhanna á Bergi var
á KÍ-liðnum, sum vann
fyrsta FM-gullið í
metrøðini?
Success is not
what you’re
coming to, it’s
what you leave
behind«
Jóhanna á Bergi tekur
við starvinum sum stjóri
á Atlantsflog í seinasta
lagi 1. septembur
Mynd: álvur haraldsen