Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015 SOSIALURIN 63 9 autoservice.fo Undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · Tel 3454 00 · as@autoservice.fo LÆRLINGUR TIL SKRIVSTOVUNA Til skrivstovuna hjá okkum leita vit eftir einum lærlingi til eitt spennandi og avbjóðandi skrivstovulærupláss. Vit bjóða eitt lærupláss við fjøltáttaðum uppgávum og góðum arbeiðsumhvørvi. Vit vænta okkum ein lærling, sum er fyrikomandi, sum dugir at arbeiða við teldu, hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Umsøkjarar við HH, HF- ella studentsprógvi hava fyrimun. Uppgávurnar verða m.a. kunda- og telefon- avgreiðsla, bókhald, tolling og aðrar fyrifallandi uppgávur. Skúlagongd í sambandi við læruna er á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. LÆRLINGUR TIL GOYMSLUNA Spennandi lærupláss innan sølu og tænastu. Sum goymslulærlingur kemur tú saman við okkara goymslutoymið at standa fyri innkeypi og sølu av øllum eykalutum, bæði til okkara kundar og okkara verkstað. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ ur og røkin. Eisini vænta vit, at tú hevur góðan teldukunnleika og dugir at orða teg skrivliga og munnliga á donskum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur HH, HF- ella studentsprógv. Uppgávur verða m.a. vøruumsiting, kunda- og telefonavgreiðsla og aðrar fyrifallandi uppgávur á goymsluni. Skúlagongd í sambandi við læruna er í Danmark. LÆRLINGUR TIL VERKSTAÐIÐ Nú hevur tú møguleikan at koma í læru sum bilmekanikari. Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss við nógvum avbjóðingum. Sum mekanikaralærlingur verður tú partur av okkara mekaniska verkstaði, har uppgávurnar eru m.a. umvæling og víðlíkahald av bilum. Vit vænta, at tú hevur stóran áhuga fyri bilum, hevur gott áræði og góð samstarvsevni. Vit vænta eisini, at tú tekur ímóti og sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur SIT 1 ella SIT 2 (bildeild) og dugir at arbeiða undir trýsti. Skúlagongd í sambandi við læruna er á Tekniska skúla í Tórshavn. Ert tú ein av hesum ? Ynskir tú nærri upplýsingar um læruplássini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pól Jákup Poulsen, stjóra, á telefon 345400 ella senda ein teldupost til pjp@autoservice.fo. Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2015, og skal sendast til Auto Service P/F, Undir Krákugjógv 19, Postmoga 3168, 110 Tórshavn ella sum teldupost til as@autoservice.fo