hósdagur 4. juni 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
10
TÍÐINDI
28 tingfólk
og 7 lands
stýrisfólk
stilla upp
Bara fimm av okk
ara fólkavaldu
politikarum á tingi
og í landsstýri eru
ikki á valevnis
listunum til fólka
tingsvalið
EIRIKUR LINDENSKOV
Tað er stórur áhugi hjá fólkavaldum
føroyskum politikarum at sleppa
á fólkating. Í øllum førum eru tað
28 av 33 tingfólkum og 7 út av 7
landsstýrisfólkum, sum bjóða seg
fram, nú vit skulu velja tey fólk á
fólkating.
Í Grønlandi, sum eisini vel
ur tvey umboð á fólkating, er
áhugin langt frá líka stórur.
Har eru higartil bara komin 14
fólk á teir fýra listarnir, sum
eru almannakunngjørdir. Har
ímillum eru stóru flokkarnir
Iinuit Ataqatigiit og Siumut, sum
eiga umboðin í dag og sum av
øllum verða mett at endurvinna
umboðini.
Tað eru bara tingfólkini Bjarni
Djurholm, Bjørt Samuelsen,
Kristin Michelsen, Jóna Morten
sen og Kári P. Højgaard, sum ikki
bjóða seg fram hesaferð.
Heiðra Arnold
Vegghamar
fyri listarlig
avrik
H
etta vikuskiftið er ársins
fyrsta summarstevna
á skránni, nú Norðoya
stevna verður hildin í
Klaksvík.
Flestu tiltøkini eru sjálvandi í
Klaksvík, men í ár verður kortini gjørt
eitt undantak – á Viðareiði.
Hetta verður sunnudagin klokkan
15, tá viðingar bjóða til samkomu
í bygdarskúlanum, har ætlanin er
at heiðra kenda listarmálaran av
Viðareiði, Arnold Vegghamar.
Skipað verður soleiðis fyri, at
ein framsýning av verkum hansara
– eisini fleiri nýggj – verður hongd
upp. Her verða somuleiðis møguleiki
at síggja málningar hjá teimum,
sum hava gingið til málningalist í
Viðareiðis kvøldskúla í vetur.
Alt tiltakið er sett á skrá, nú Arnold
verður heiðursborgari á Viðareiði fyri
síni listarligu avrik.
Tiltakið byrjar klokkan 15 og er
framsýningin opin til klokkan 19. Á
hugnaløtuni seinnapartin verður
sangur, røður, tónleikur og ein
drekkamunnur at fáa.
Pedagogfelagið krevur
lønarhækking
Føroya Pedagogfelag skal brúka summarið at fyrireika
seg til sáttmálasamráðingar, tí felagið hevur nú sagt
galdandi sáttmálar upp og fara teir úr gildi 1. oktober
– Vit eru ein hin størsti starvs
fólkabólkurin í landinum, hava
eina sera stóra ábyrgd, og vit kenna
og hava leingi kent, at vit møta
stórum krøvum í gerandisdegnum.
Men, lønin samsvarar verri enn so
ábyrgdini og krøvunum. Tí eru batar
alneyðugir, sigur Jógvan Philbrow,
formaður í Pedagogfelagnum við
heimasíðu felagsins.
Hann sigur, at meira í lønarposan,
er yvirskriftin á kravlistanum hjá
felagnum, tá felagið tíðliga í heyst
skal til samráðingarborðið at tingast
um nýggjar sáttmálar.
– Nevndin í felagnum hevur
seinastu vikurnar arbeitt við at gera
eitt samráðingarupplegg, sum í fyrsta
lagi byggir á ynskini, ið limir felagsins
eru komnir við. Samanumtikið kann
sigast, at flestu krøvini fara at snúgva
seg um hægri lønir, sigur Jógvan Phil
brow.
Við virðing fyri sáttmálamót
pørtunum – Fíggjarmálaráðnum og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
– vil hann ikki fara í smálutir við
krøvunum nú. Men, hann heldur
als ikki, at nakað er yvir at dylja, at
lønarkrøvini hava hægstu raðfesting.
Hansara ynski er, at ein veruligur
lønarreformur verður framdur
fyri øll starvsøkini hjá limunum
í Pedagogfelagnum, hjálparfólk,
námsfrøðingar á dagstovnaøkinum,
námsfrøðingar á serstovnaøkinum,
leiðarar og aðrir bólkar í starvi hjá
annaðhvørt landi ella kommunum.
Hann vísir millum annað á, at
tímalønin hjá einum námsfrøðiligum
hjálparfólki er lægri enn tímalønin
hjá einum ófaklærdum arbeiðsfólki.
– Tað er neyðugt, at vit byrja at
hugsað lønir øðrvísi, tí í mínum
hugaheimi er tað púra órímiligt, at
lønirnar hjá okkara limum skulu vera
so lágar, bara tí, at tær altíð hava verið
tað. Vit mugu rudda upp í hesum
ósiði og byrja at løna øllum fólki á
almenna arbeiðsmarknaðinum eftir
útbúgvingarstøði og ábyrgd, slær for
maðurin í Føroya Pedagogfelag fast.
Av øðrum málum, sum sáttmála
samráðingarnar fara at snúgva seg
um, nevnir hann millum annað sálar
ligt arbeiðsumhvørvi, eldrapolitikk og
eitt ynski frá limum um at fáa meira
skipað viðurskifti, tá tað snýr seg um
at betra samstarvið á stovnunum.
Jógvan Philbrow væntar, at sam
ráðingarnar fara í gongd stutt eftir
summarfrítíðina.
Jógvan Philbrow, formaður
í Føroya Pedagogfelag