Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 11 politikkur skulu skapa pengar til Føroyar Áki Bertholdsen V it fara á Fólkating at skapa pengar. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólka­flokkinum. Fólkflokkurin hevur nú al­manna­ kunngjørt, hvør fer stillar upp fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið hós­ dagin 18. juni og samstundis hevur flokkurin almannakunngjørt, hvørji mál, hann fer at leggja dent á. Og høvuðsendamálið hjá flokk­ inum verður at skapa pengar til før­ oyska samfelagið, sum tey málbera seg. Í hesum liggur, at Fólkaflokkurin ætlar sær ikki at brúka so nógva orku upp á at fáa danir at rinda fyri ávísar verk­ætlanir í Føroyum. Hinvegin ætlar flokkurin at leggja dent á at fáa handilsforðingar burtur, og at geva føroyingin rætt til fríhandil við heimsins lond. – Skulu vit skapa pengar til Før­ oyska samfelagið, verður neyðugt at skapa fortreytirnar, sgur Jørgen Niclasen, floksformaður. Tí fer Fólkaflokkurin at leggja dent á at fáa Føroyum eina frí­handils­ avtalu við ES og sjálv­støðugan lima­ skap í heims­handils­felags­skapinum, WTO. Og tí skulu Føroyar eisini hava sjálv­støðugan limaskap í Landny­ rings-atlantisku fiskivinnu­nevndini, NEAFC, í Norðuratlantiska fiski­ vinnu­felags­skapinum, NAFO og í Arktiska ráðnum. Men Jørgen Niclasen leggur stað­ iliga áherðslu á, at her er talan um sam­starv við ES, ikki um limaskap. – Fólkaflokkurin er ímóti før­oysk­ um limaskapi ES, staðfestir Jørgen Niclasen. – Og hetta er galdandi bæði fyri Fólka­flokkin á Løgtingi, og Fólka­ flokkin á Fólkatingi, sigur hann – Vit verða nevniliga sami Fólka­ flokkur á Fólkatingi, sum vit eru á Løgtingið, sigur Jørgen Niclasen, við týðiligari tilsiping til Sjúrð Skaale, sum førir seg fram sum Javnaðar­ flokk­urin á Fólkatingi, og Edmund Joensen, sum førir seg fram sum Sam­bandsflokkurin á Christiansborg, ella okkara maður á Christiansborg. – Teir hava báðir róð framundir ES Limaskapi, men tað er ein alvor­ligur trupulleiki, at vit hava ein javnaðar­ mann og ein sambandsmann á Fólka­tingi, sum eru grundleggjandi ósamdir við Javnaðarflokkin og Sam­ bands­flokkin í Føroyum í einum so týdningar­miklum máli, og sum í veru­leik­anum mótarbeiða løg­ting­ inum sigur Jørgen Niclasen. Allar forðingar burtur Jørgen Niclasen leggur eisini dent á, at allar forðingar fyri at føroy­ing­ ar kunnu flyta ímillum Føroyar og Dan­mark, skulu burtur. Eitt nú, skulu føroyingar, sum flyta til Dan­markar, hava rætt til at fáa pen­sjónir­nar við sær og talan skal ikki longur vera um, at summir danskir út­búgv­ingar­ stovnar seta harðari treytir til før­leik­ arnar hjá føroyingum í donskum, enn teir seta til norðmenn og sviar. Jørgen Niclasen sigur somuleiðis, at leikluturin hjá Føroyum í altjóða hvalaveiðifelagsskapinum IWC, skal endurskoðast. Har er tað annars Danmark, sum umboðar Føroyar og Grønland, og tað er hent, at danska umboðið hevur atkvøtt beint ímóti okkara áhugamálum. – Antin skulu vit hava eina rødd í IWC og antin skal okkara at­kvøða telja við, ella skulu vit úr felags­skap­ inum, sigur formaðurin í Fólka­flokk­ inum. Og so fer Fólkaflokkurin at krevja, at danska stjórnin stuðlar føroy­ing­ um betri í kravi okkara um sjálv­støð­ ugan limaskap í olympisku nevndini IOC. – Á uttanríkispolitiska økinum hevur tað stóran týdning, at danska stjórnin tekur virknari leiklut í at stuðla okkum til eina sjálvstøðuga rødd úti í heimi. Eitt nú hevur Dan­ mark lim í olympisku nevndini, og tað er eingin annar enn Fríðrikkur, krúnprins­ur og vit fara at tryggja okkum, at Dan­mark tekur virknari leikut í at stuðla okkum, sigur Jørgen Niclasen. aki@sosialurin.fo Allar forðingar ímillum Føroyar og umheimin skulu burtur, sigur Fólkaflokkurin – Vit skulu fara at brúka sæti á Fólkatingi til at skapa fortreytir fyri at útvega føroyingum fría atgongd til altjóða marknaðin, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, sum hevur lagt valskránna hjá flokkinum til Fólkatingi, fram Myndir: Álvur Haraldsen Fólkaflokkurin 13 valevni til fólkatingsvalið Eisini Fólkaflokkurin hevur nú almanna­kunn­ gjørt, hvørji valevni fara at stilla upp fyri Flokkin til fólkatingsvalið hósdagin 18. juni Tilsamans hevur flokkurin 13 val­ evni, 11 menn og tvær kvinnur. Øll tey, sum umboða Fólkaflokkin á Løgtinginum og í Landsstýrinum, stilla upp, uttan Bjarni Djurholm. Men harafturat stilla tvey onn­ ur valevni upp, men talan er um tvey valevni, sum eisini verða at síggja á listanum til løgtingsvalið, nevniliga Ingi Olsen í Vestmanna og Sólvit E. Nolsø í Havn. aki@sosialurin.fo Valevnislistin hjá Fólkaflokkinum, er hesin: • Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir løgtingskvinna í Klaksvík • Jógvan á Lakjuni løgtingsformaður í Fuglafirði • Jákup Mikkelsen løgtingsmaður í Klaksvík • Jørgen Niclasen landsstýrismaður í Sørvági • Rodmundur Nielsen løgtingsmaður á Glyvrum • Sólvit E. Nolsø vinnukundaráðgevari í Havn • Annika Olsen landsstýriskvinna í Havn • Ingi Olsen góðskuleiðari í Vestmanna • Joen Magnus Rasmussen løgtingsmaður í Søldafirði, • Janus Rein løgtingsmaður í Havn • Hanus Samró løgtingsmaður í Havn • Brandur Sandoy løgtingsmaður á Sandi • Jacob Vestergaard landsstýrismaður á Økrum