hósdagur 4. juni 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juni 2015
sosialurin 63
12
javnstøða
Mortan Østerø
F
øroyska
kynsbýtið
er
skeiklað, og stundum verður
tosað um kvinnuflýggjan úr
Føroyum. Kvinnurnar eru
1.600 færri enn menninir í Føroyum,
og nógvar av kvinnunum, sum fara
uttanlands at lesa, koma ikki heim
aftur. Ein av trupulleikunum á ar
beiðsmarknaðum hevur verið, at
vanahugsanin eggjar kvinnunum
til eitt val millum antin yrkisleið ella
familjulív, heldur enn at tær kunnu
velja bæði í senn. At eitt kvinnuandlit
nú skal leiða Atlantic Airways, kann
tó gerast ein týdningarmikil liður í at
minka um »hugfjarstøðuna« millum
kvinnur og stjórasessir í Føroyum.
– Hetta er fantastiskt! Talan er
um ein av størstu stjórastørvunum
í Føroyum, og at tað skuldi fella eini
kvinnu í lut, vísir øðrum, at kyn ikki
er ein forðing. Sjálvandi skal ein
kvinna ikki setast av tí, at hon er
kvinna, men vegna sínar førleikar.
Tó er ógvuliga týdningarmikið, at
føroyska »stjóralandslagið« verður
fjølbroyttari, og tað er fantastiskt at
síggja kvinnur í vanliga mannsdomi
neraðum stjórastørvum, sigur Katrin
Kallsberg, forkvinna í Javnstøðu
nevndini.
Siðvandur hugsunarháttur
Sambært tølum úr bókini »Javn
støða«, sum Kristianna Winther
Poulsen og Hans Pauli Strøm hava
ritstjórnað fyri Javnstøðunevndina,
eru føroyskar kvinnur millum tær
best umboðaðu á arbeiðsmarknað
inum í mun til onnur lond. Ikki
færri enn 79,4 prosent av teimum ar
beiðsføru føroysku kvinnunum eru
nevniliga á arbeiðsmarknaðinum –
og harumframt er munurin upp til
mannfólkini heldur ikki eins stórur
og hann er aðrastaðni. Sløk 86 pro
sent av arbeiðsføru monnunum eru
nevniliga tøkir á arbeiðsmarknað
inum.
Kann
bróta
mynstur
Tað verður alsamt minni veruleikafjart at
ímynda sær kvinnur í tungum stjórasessum,
og tað er eitt týdningarmikið fet móti einum
fjølbroyttari »stjóralandslagið«, heldur Katrin
Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini
Javnstøðunevndin
»Hetta er fantast
iskt! Talan er um
eitt av størstu
stjórastørvunum,
og at tað skuldi
fella eini kvinnu
í lut, vísir øðrum,
at kyn ikki er ein
forðing«
Katrin Kallsberg
savnsmynd