Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 13 »Rosie the Riveter« gjørdist eitt mentanarligt ikon fyri arbeiðandi amerikanskar kvinnur undir øðrum verðaldarbardaga. Nú verður hon stundum nýtt sum súmbol fyri kvinnurættindi um allan heimin Visti tú? 52,4% av kvinnunum og 13,5 % av monn­- unum í Føroyum arbeiða niður- setta tíð Skilnaðurin millum menn og kvinnur á ar­beiðs­marknaðinum gerst tó greiður, tá hugt verður nærri at hvussu nógv ar­beiða niður­setta tíð. Her eru føroysku kvinn­ur­nar næstan evropa­meist­ arar, og helm­ing­urin – ella 52 prosent – av teim­ um arbeiða færri enn 35 tímar um vikuna, meðan ein­ans 13,5 prosent av monn­unum arbeiða niður­ setta tíð. Katrin Kallsberg heldur taluna vera um sið­bundin fam­ilju­mynstur, sum fram­vegis gera seg galdandi. – Í Føroyum leggja kvinnurnar fram­vegis nógv størri tíð í húsligu skyldurnar og børnini enn menninir gera. Tað er ringt at spáa um hvørj­ ar orsøkirnar eru til tað, men tað kann hugsast at hava nakað at gera við forsyrgjara-leiklutin hjá traditiónella fiskimanninum, sum hevur hingið við. Menninir hava verið nógv burtur­staddir, meðan kvinnan hevur havt eitt húski at taka sær av. Ein leivd frá tí tíðini kann vera, at kvinn­urnar framvegis raðfesta húsligu skyldurnar fram um eina fulla arbeiðs­viku, og tískil arbeiða niður­setta tíð, sigur hon. Avleiðingin fyri kvinnurnar er, at tær møguliga ikki eru fremst­ar í huganum hjá eini setanar­nevnd, tá ið stjóraevni skulu finn­ast. Við øðrum orðum verður fam­iljan verður raðfest fram um full­tíðar­ arbeiði, sum var tað neyðugt fyri kvinnur at velja annað, heldur enn at rúma báðum. Mugu byrja tíðliga Katrin Kallsberg vísir á, at ein hug­burðsbroyting krevst, skal tað verða vanligari við kvinnum í stjórasessum. Hugburðsbroytingar taka drúgva tíð, og av tí sama er týdningarmikið at sam­felagið ikki læsir fólk í siðvandar kyns­leiklutir, men heldur hyggur at ein­støku dygdunum hjá fólki. – Tað er sera týdningarmikið, at vaksin fólk eru tilvitað um før­ leikar­nar hjá einum barni, framum at fyri­halda seg til barnið út frá sið­vand­um kynsleiklutum. Børn eru ógvu­liga sinnað at liva upp til krøvini frá vaksn­um fólkum í sínum lívum, og verða krøvini løgd til rættis eftir kyni, fer barni sann­líkt at leggja seg eftir tí. Við øðrum orðum kunnu vit – uttan at ætla tað – vera við til at avmarka barni vegna sítt kyn. Tá syrgja vit óbeinleiðis fyri, at mann­fólk eru undirumboðaðir innan um­sorg­ anarøki og kvinnur innan vinnu­liga virksemi, sigur forkvinnan í Javn­ støðu­nevndini. – Tískil er eingin ivi um, at kvinn­ ur í stórum stjórastørvum verða týðandi fyrimyndir fyri yngra ættar­liðið av kvinnum. Tær vísa, at tað ber til at seta sær mál um at røkka tyngstu størv­unum, uttan at teirra kyn og fam­iljulív setir teim­ um nakrar forð­ingar, sigur Katrin Kallsberg. Fjølbroytni er týdningarmikið Forkvinnan í Javnstøðunevndini held­ur fast við, at kvinnur ikki skulu setast vegna sítt kyn, men fyri fakligar dygdir innan sítt yrki. Sambært henni er tó ógvuliga týdningar­mikið, at bæði kynini eru umboðað í leiðandi størv­unum, tí tað letur dyrnar upp fyri fjøl­broytt­ ari hugsunarhátti á ar­beiðs­plássum. – Hugsa vit um arbeiðsfjøldina sum ein samlaðan »talentmassa«, tykist tað beinleiðis býtt at minka um evnini til stjórasessirnar. Hava vit ein­ans konufólk ella mann­fólk í huga til eitt ávíst starv, úti­loka vit sam­stundis helvtina av talent­ massa­num, sigur Katrin. Sambært henni tykist tað oftast soleiðis, at ein arbeiðsgevari hevur lættari við at seta fólk í starv, um tey hava nógv til felags. Vansin verð­ur tá, at mannfólk kanska seta onn­ur mann­fólk í starv, ið minna nógv um seg sjálvar og øvut. Verður arbeiðs­ fjøldin einsrættað á einum arbeiðs­ øki ella innan eina vinnugrein, er ný­hugsan ógvuliga ósannlík. – Í sjálvum sær gevur kvinnan ikki nakað øðrvísi til eitthvørt starv. Fær kvinnan fótin inn um hurðina á einum mannsdomineraðum ar­ beiðs­plássi, so sleppa øðrvísi sjónar­ mið framat. Tað snýr seg um at fáa fjølbroyttari starvs­fólka­saman­ seting, sum kann lyfta øll arbeiðs­ pláss upp á eitt hægri stig, sigur Katrin Kallsberg. Í Føroyum leggja kvinnurnar framvegis nógv størri tíð í húsligu skyldurnar og børnini enn menn­ inir gera. Tað er ringt at spáa um hvørjar orsøkirnar eru til tað, men tað kann hugsast at hava nakað at gera við forsyrgjara-leiklutin hjá traditiónella fiskimanninum, sum hevur hingið við Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini Meir um evnið á næstu síðu