Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 14 Mortan Østerø T að vóru ógvuliga fáir kvinnu­ligir umsøkjarar til stjórastarvið í Atlantic Airways, men tá avtornaði gjørdist tað ein kvinna sum fór við einum av fremstu stjórastørvunum í Føroyum. Samstundis sum Jóhanna á Bergi er vorðin fjórði stjórin í Atlantic Airways, er hon eis­ini tann fimti kvinnuligi stjórin á evro­pe­ iskum flogfelagi yvirhøvur. Sam­ bært tíðindasíðuni standby.dk, eru einans 15 kvinnuligir stjórar í teim­ um 252 flogfeløgunum í altjóða flog­ felag­num, IATA. Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, er ógvu­liga fegin um, at tey hava fingið ein førleikasterkan stjóra. – Eg vil gjarna sláa fast, at tað snúði seg ongantíð um kyn, tá ið nýggjur stjóri skuldi setast. Fyrst og fremst snúði tað seg um teir før­leik­ arnar, sum ein nýggjur stjóri kundi taka við sær inn í Atlantic Airways. At ein kvinna var best skikk­aði um­ søkjarin er bara eitt stórt pluss, sigur nevndarformaðurin. Tað hevur verið nógv upp­merk­ semi kring setanina av stjóra­num í Atlantic Airways, og týs­dagin átti setanin mestum allar høvuðs­ søgurnar í føroyska miðla­lands­ lag­num. Niels Mortensen er eisini sann­førdur um, at tá ið ein kvinna verður sett í eitt stjórastarv av hesum slag, uttan stórvegis bakhugsan frá setanar­bólkinum, so eru nógvar broytingar farnar fram seinastu árini. – Sum sagt, hevur kyn ongan týdning fyri meg, um kvalifika­tión­ irnar eru í lagi. Men tað hevði kanska ikki verið eins sjálvsagt, at ein kvinna gjørdist stjóri í Atlantic Airways fyri tíggju árum síðani. Í so máta hevur føroyska samfelagið flutt seg ógvuliga nógv seinastu árini, sigur hann. – Mannfólk hava ikki einkarættin upp á loysnirnar, sum eitt stjórastarv krevur, og eg eri ikki í iva um, at Atlants­flog fer at njóta gott av eini kvinnu við róðri. Tað snýr seg um at finna nýggjar hættir at hugsa um tey gomlu tingini uppá. Úteftir er hetta eisini eitt týdningarmikið signal um, at kyn ikki er nøkur forðing fyri stjóra­størvum yvirhøvur, og vónandi kann hetta slóða fyri aðrar kvinnur um at søkja stjórastørv, sigur Niels Mortensen. mortan@sosialurin.fo javnstøða »Stjóralandslag« í broyting Týsdagin vóru føroysku miðlarnir á tremur við yvirskriftum um nýsetta stjóran í Atlantsflogi, Jóhonnu á Bergi. Niels Mortensen, nevndarformaður, heldur at føroyska »stjóralandslagið« hevur flutt seg nógv tey seinastu árini, og fegnast um, at ein kvinna setir seg á stjórasessin í Sørvági í heyst Fólkatal 28. apríl 2015  25.161 mannfólk (52 %)  23.543 kvinnur (48 %) 1.618 færri kvinnur enn menn í Føroyum Arbeiðsloysi apríl 2015  Mannfólk: 2,3 %  Konufólk: 4,0 % Inntøkuviðurskifti januar-apríl 2015  12.364 løntakarar (menn) Miðallønin 31.700 kr/mðn*  11.670 løntakarar (kvinnur) Miðallønin 21.000 kr/mðn* Kelda: Hagstova Føroya *Miðallønin fevnir um allar lønir fyri allar aldursbólkar Arbeiðsviðurskifti  86 % av monnunum eru virknir ella tøkir á arbeiðsmarknaðinum  79 % av kvinnunum eru virknar ella tøkar á arbeiðsmarknaðinum  52,4 % av kvinnunum arbeiða niðursetta tíð  13,5 % av monnunum arbeiða niðursetta tíð Kelda: Javnstøða 2015 (hagtøl frá 2013) Hagtøl savnsmynd – Mannfólk hava ikki einkarættin upp á loysnirnar, sum eitt stjórastarv krevur, og eg eri ikki í iva um, at Atlants­flog fer at njóta gott av eini kvinnu við róðri, sigur Niels Mortensen