Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 15 Merkir tú, at tú ert kvinna í tínum starvi? – Als ikki. Eg havi ongantíð merkt nakað til, at eg eri viðfarin øðrvísi bert tí, at eg eri kvinna í mínum starvi. Tvørtur ímóti havi eg kent meg ógvuliga vælkomna alla­ staðni. Einasti munurin er helst, at ser­liga fjøl­miðlar­nir spyrja kvinnur um býtið av tíð millum arbeiði og familjulív, meðan mann­ligu stjórar­nir sleppa undan teimum spurning­unum. Hví heldur tú, at tað eru lutfalsliga fáar kvinnur í føroyskum leiðslustørvum? – Tað veit eg ikki reiðiliga. Fyri at sleppa framat stjórasessunum, skal ein hava ógvuliga hepnar umstøður í sínum arbeiðs­ lívi. Tað krevur hart arbeiði, umframt, at man má vera á rætta stað ta røttu tíðina og hava starvs­felagar, sum hava álit á sær. Tað eru nokk ikki allar kvinnur, sum eru somikið hepnar, at øll hesi tingini ganga upp í eina hægri eind. Hvussu fáa vit fleiri kvinnur á týdningarmiklu stjórasessirnar? – Javnstøða millum kyn í starvsfólka­saman­ setingini er ikki nakað, sum eg gevi mær far um í arbeiðsdegnum. Eg havi verið heppin at vera í einum umhvørvi, har fokus liggur á kompetansum fram um kyn. Grundhugsanin eigur at vera, at kvinnur og menn kunnu tað sama. Skulu fleiri kvinnur verða »head- huntaðar« í vinnulig stjórastørv, er eisini neyðugt at knýta sær røttu sambondini við vinnuna. Merkir tú, at tú ert kvinna í tínum starvi? – Í mun til mínar leiðsluroyndir í Svøríki, merki eg her meiri til, at fólk undrast á hvussu eg kann røkja eitt krevjandi starv og familju­lív samstundis – nakað, sum mann­ fólk neyvan uppliva í eins stóran mun. Eg taki mær tað ikki nær, men eg ivist ikki í, at tílíkir spurningar eru við til at halda øðrum kvinn­um frá at uppraðfesta arbeiði. Og her haldi eg, at tað fyrst og fremst eru tær før­ oysku kvinnurnar sjálvar, sum í ov stóran mun seta hvørja aðra í bás. Í grundini vildi eg mett, menninir hava verið meiri stuðlandi enn kvinn­urnar, síðani eg flutti aftur til Føroyar. Hví heldur tú, at tað eru lutfalsliga fáar kvinnur í føroyskum leiðslustørvum? – Sum útgangsstøði hongur tað helst saman við hvussu føroyska samfelagið er sett saman. Kvinnurnar taka sær – í nógv størri mun enn menninir – av børnunum. Føroysku kvinnurnar eru eisini skjótari at fáa sær børn enn aðrastaðni, og tað kann føra við sær, at tær í størri mun skunda sær aftur til Føroyar eftir loknan lesnað, ella halda sær frá at ogna sær týðandi arbeiðsroyndir uttanlands. Har­ afturat arbeiða nógvar kvinnur í Føroyum niður­setta tíð, sum kann leggja fót fyri møgu­lig stjórastørv. Hvussu fáa vit fleiri kvinnur á týdningarmiklu stjórasessirnar? – Ynskir ein sær eitt leiðandi starv, er neyð­ugt at raðfesta tær útbúgvingarnar og royndir­nar, sum skulu til. Tað er hart arbeiði og tekur drúgva tíð. Eg vildi ynskt at nógv fleiri føroyskar kvinnur fingu sær arbeiðs­royndir uttanlands – gjarna eisini leiðslu­royndir. Í mínum føri hava arbeiðs- og leiðslu­royndirnar frá útlandinum, verið alt­avger­andi. Uttan hesar royndirnar, hevði eg ikki staðið á odda fyri Visit Faroe Islands í dag. Sum eitt ískoyti, haldi eg, at føroyskar kvinnur áttu at verið betri til at lyfta hvørja aðra í arbeiðshøpi. Tá ið eg fái bjóðað størv ella nevndarsessir, royni eg í størstan mun at vísa á aðrar kvinnur, tí løtuni eru tað ov nógv talentir, ið ongantíð fáa møguleikan at blóma, og tað er stórt spell. Merkir tú, at tú ert kvinna í tínum starvi? – Bert ein umboðsmaður hevur verið undan mær, og samanberingar millum okkum høvdu verið upplagdar. Men eg havi eg ikki merkt nakað til, at eg verið øðrvísi viðfarin ella uppfatað, av tí, at eg eri kvinna. Hví heldur tú, at tað eru lutfalsliga fáar kvinnur í føroyskum leiðslustørvum? – Teir, sum skulu seta stjórarnar, eru ofta menn sjálvir, og hava kanska lyndið at seta fólk sum minna seg sjálvar. Hvussu fáa vit fleiri kvinnur á týdningarmiklu stjórasessirnar? – Úr einum setanar-sjónarhorni, skal arbeiðsgevarin gerast meira tilvitaður um kvalfikatiónarnar hjá einstøku umsøkjarunum, heldur enn at lata kyni seta dagsskránna. Til tess at eggja fleiri kvinnum at søkja leiðslustørvini, er eisini neyðugt at gera tær varugar við at tað ber til hjá kvinnum at fáa hesi størvini. Merkir tú, at tú ert kvinna í tínum starvi? – Nei, tað geri eg ikki – í mínum starvi og við mínum arbeiðsuppgávum merki eg als einki til kynsmun. Fyrstu tíðina hjá mær á Vinnuhúsinum vóru fjølmiðlarnir kanska áhugaðir at vinkla spurningarnir øðrvísi til mín, av tí at eg var kvinna, men nú havi eg sitið somikið leingi, at eg ikki merki til tað longur. Hví heldur tú, at tað eru lutfalsliga fáar kvinnur í føroyskum leiðslustørvum? – Tað er ein samanseting av ymsum viður­ skiftum. Í Føroyum gerst kynsbýti serliga sjón­ligt, tá ið hugt verður at smærri og størri arbeiðsplássum ella at tænastu­vinn­uni í mun til fiskivinnuna. Siðbundin hugsan og mentan hongur meiri saman við fiski­vinn­ uni, sum ger hana meiri mans­dominerað tá tað kemur til leiðandi størvini. Av tí, at flestu stóru arbeiðsplássini fylgja primeru vinn­uni, eru eisini fleiri mann­fólk í hesum størv­unum. Á smærru arbeiðs­pláss­unum og innan tænastuvinnuna eru fleiri kvinnur, men vit hoyra kanska ikki eins nógv um hesar. Hvussu fáa vit fleiri kvinnur á týdningarmiklu stjórasessirnar? – Fyrst og fremst er tað ein fortreyt, at kvinnur­nar søkja leiðslustørvini. Hví summi av leysu leiðslustørvunum nærum ongar kvinnu­ligar umsøkjarar hava er ilt at gita um. Møguliga kvinnurnar ikki hava somu mentan­ina at halda seg framat sum menninir. Jóhanna á Bergi Guðrið Højgaard Sólja í Ólavsstovu Marita Rasmussen Faroe Ship (Atlantic Airways) Visit Faroe Islands Løgtingsins Umboðsmaður Vinnuhúsið »Mannligu stjórarnir sleppa undan fjøl­ miðla­spurning­um um býtið av tíð millum arbeiði og familjulív« Í mínum starvi og við mínum arbeiðs­ uppgávum merki eg als einki til kynsmun« Teir, sum skulu seta stjórarnar, eru ofta menn sjálvir, og hava kanska lyndið at seta fólk sum minna seg sjálvar« mortan@sosialurin.fo