Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 16 Visjón ella hvørvisjón? tema Hvat bleiv av »heimsins besta land í 2015«? Í 2015 skuldu Føroyar verða millum bestu lond at virka og liva í. Mál og strategiir við konkretum stigum vóru sett fyri 13 grundarsteinar í okkara samfelag. Ein verulig ætlan tvørtur um fleiri valskeið, ein verulig visjón fyri eitt framtíðar samfelag. Men sum so ofta, mátti visjón lúta fyri politiskum veruleika. 10 ár, fýra samgongur og eina heimsfevnandi fíggjarkreppu seinni, hvar standa vit tá? Komu vit á mál? Komu vit nakran veg? Ella varð visjónin løgd í »skuffuna«? Rógvi Nybo Í ólavsøkurøðuni í 2005 segði Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, soleiðis: »Føroyar standa á einum vega­móti. Hetta krevur, at stórar polit­iskar avgerðir verða tiknar. Tað eru av­gerð­irnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit megna at tillaga okkum treyt­irnar í einum alheimsgjørdum búskapi. Visjónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í. Vit ynskja, at Føroyar skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdar­góðar sosialar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt lív. Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum og framsóknum ætlanum.« Við hesum setti táverandi lands­ stýri millum Javnaðarflokkin, Sam­ bands­flokkin og Fólkaflokkin sjøtul á arbeiðið Visjón 2015. Tvey ár seinni, í 2007, var komið á mál. Visjón 2015 var veruleiki – í øllum førum á papp­ ír­inum. Ein bók, 250 blaðsíður til longdar, varð givin út undir heit­inum »Visjón 2015 – Mál og vegir«. Í hesari bók varð tikið samanum grein­ingar­ ar­beiðið hjá arbeiðsbólkum við fólki ser­kunnleika og royndum innan síni øki. Í stuttum var Visjón 2015 uppskot til mál og vegir innan 13 ymisk øki í okkara samfelag (sí boks). Hetta vóru konkret uppskot, sum skuldu fremj­ast, og konkret stig, sum skuldu takast, og sum skuldu føra Føroyar fram á leið, upp í heimsins elitu. Sendistova Føroya til Russ­ lands, sum varð sett á stovn undir miklum rumbli nú í apríl, var eftir øllum at døma eitt barn av Visjón 2015« ÷ EFTA-limaskapur ÷ Frí atgongd til ES-marknaðin ✓ Sendistova í Russlandi ÷ Setursbygningur ✓ Flogvallarútbygging ÷ Fiskivinnunýskipan ÷ Trý rannsóknarskip ✓ Avtøka av sjúkrakassanum (✓) Tunlar, vegir og strandfaraskip ✓ Granskingarlund Nøkur av uppskotunum: Visjón 2015