Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 17 Hetta vóru konkretar ætlanir – tørvir hjá sam­felagnum – um vit skulu standa okk­um betri í kappingini við um­heim­in. Síðani 2007 hava somu flokkar, í ymiskum samgongum, siti við róðrið í Føroyum. Við undantaki frá fyrstu 9 mánaðunum í 2008, tá Javnaðar­flokk­ urin var einsamallur í samgongu við Tjóð­veldi og Miðflokkinum, hava hesir tríggir flokkarnir upp á skift, og altíð í minsta lagi tveir teirra, sitið við róðrið. Spurningurin er so bara, hvussu langt komu vit við visjónini? Burturúr rúgvuni taka vit her saman­um nøkur av teimum meira áhuga­verdu punktunum úr visjónini. Summi uppskot eru førd út í lívið, summi eru farin í gloymskuna, og summi kaga enn tann dag í dag fram sum »nýggj uppskot«. Evropa, sendistovurnar og SamVit Tað var lýst við stórum orðum, tá uttan­ríkispolitisku átøkini vóru grein­að. Føroyar skuldu vera millum tey lond, sum »í uttanríkissamvinnu á fjøl­táttaðum grundarlagi vinna sum mest eftir íbúgvatali«. Fyri at náa hesum aðalmálunum, skuldu Føroyar fyrst gerast partur av evropeiska fríhandilsfelagsskapinum EFTA, fyri at fáa atgongd til innara ES markn­aðin umvegis búskaparliga sátt­málan millum EFTA og ES, EBS. Síðani skuldu møguleikarnir fyri sam­starvi við ES – antin gjøgnum ein yvir­skipaðan sáttmála, ella, um Føroyar gerast sjálvstøðugar, sum sjálvstøðugur limur. Ímeðan vit bíðaðu eftir hesum, skuldi sam­ starvið við ES víðkast so líðandi við sátt­málum innan hvørt øki sær, so sum útbúgving, gransking, mentan og tílíkt. Harafturat skulu Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap, atlimaskap ella eygleiðarastøðu í altjóða felags­ skapum sum WTO, FAO, UNESCO og OECD. Í 2015 er støða Føroya henda. Vit eru hvørki limur í EFTA ella ES, og hava ikki atgongd til innara marknað­ in umvegis nakra avtalu. Kanska heldur enn at nærkast, eru vit farin enn longur frá ES. Vit hava hinvegin gjørt sáttmála við ES um luttøku í útbúgvingar- og granskingar­rammu­ skránni Horizon2020. Í 2009 fingu vit eisini atlimaskap í UNESCO. Hin­ vegin eru vit ikki komin nærri sjálv­ støð­ugum limaskapi í WTO, FAO, ella OECD. Eitt av áhugaverdu tilmælunum í Visjón 2015 snúði seg um at Føroyar skuldi hava ein sjálvstøðugan, uttan­ ríkis­politiskan profil. Vit skuldu savna allar uttanríkispolitiskar kjarnu­uppgávur í eitt stjórnarráð, um­framt at lata upp sendistovur í Grøn­landi, Sveis, Russlandi, USA og Noregi. Flestum kunnugt varð Uttan­ ríkis­ráðið sett á stovn í 2008, men varð longu í 2011 niðurlagt aftur. Á temasíðunum í Sosialinum í dag seta vit sjóneykuna á visjónir. Á ólavsøku fyri 10 árum síðani varð farið undir størsta visjónsarbeiðið í Føroya søgu, Visjón 2015. Ein samlað ætlan fyri menning í øllum samfelagsmálum og geirum. Men hvat stóð í Visjón 2015? Komu vit nakran veg, ella var hetta bert ein hvørvisjón? Og til dagin í dag spyrja vit: Hvør visjón? Framhald á næstu síðu