Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 18 tema Visjón ella hvørvisjón? Ferðavinnan átti eisini sín part í Visjón 2015. Til hetta skuldi setast á stovn ein stovnur, sum æt SamVit, sum skuldi leggja serligan dent á at birta upp undir nýskapan og íverk­setan, umframt at hann skal marknaðar­føra og menna Føroyar sum ferða­mannaland og sum land at gera íløgur í. SamVit varð í 2009 lagt undir Uttanríkisráðið og í 2011 niður­lagt saman við hesum. Síðani varð vent aftur til gomlu skipanina við Ferða­ráð Føroya, sum varð endur­ stovnað. Sendistovurnar gjørdust ikki munandi fleiri í tali. Hinvegin varð ætlanin eina tíð at niðurleggja Sendi­ stovuna í London. Tó eydnaðist ein partur av Visjón 2015. Sendistova Føroya til Russlands, sum varð sett á stovn undir miklum rumbli nú í apríl, var eftir øllum at døma eitt barn av Visjón 2015, sum gjørdist veruleiki í júst 2015. At hetta skuldi verða gjørt longu í 2011, tosa vit minni um. Setursbygningur í Marknagili Ein av heilt týðandi grundar­stein­ unum í Visjón 2015 var eis­ini út­búgv­ ing. Nógv orka varð løgd í at lýsa, at ein vælvirkandi útbúgv­ingar- og granskingarskipan er høvuðs­ grundarlag undir samfelags­menn­ ing­ini. Tí skuldi fólkaskúlin styrkjast, nýggjur bygnaður fyri mið­náms­ útbúgv­ingar­nar setast í verk, og Fróð­ skapar­setrið skuldi styrkjast til ein samlaðan lærdóms- og granskingar­ miðdepil fyri allar hægri útbúgvingar í Føroyum. Í 2013 var komið á mál við at skipa eina nýggja miðnámsskúlaskipan, og varð henda sett í verk. Seinastu árini er eisini stór orka løgd í at savna allar hægri útbúgvingar inn undir Fróð­ skaparsetur Føroya, eins og lagt varð upp til í Visjón 2015. Tá Fróðskaparsetur Føroya há­ tíðar­helt, at tað 20. mai 2015 vóru liðin 50 ár síðani at tað varð sett á stovn, var breið semja millum lesandi og starvs­fólk um at ynskja setrinum ein bygning í gávu. Í Visjón 2015 so stóð í 2007 skrivað, at »Tað er neyðugt at skapa verkligar karmar fyri, at hægri útbúgvingar kunnu samskipast, mennast og styrkjast. Bert við einum felags bygningi fáa vit fyrimunirnar við einum sterkum, lærdum há­skúla. Ein setursbygningur skal tí verða bygdur til endamálið í Markna­gili, har Fróðskaparsetur Føroya hevur eitt stórt grundøki. Hesin seturs­ bygningur verður ein stoltleiki og eitt sterkt andlit, bæði inn- og úteftir. Førleikakrøv til lær­arar á lærda háskúlanum skulu fevna um granskingar­førleikar og frá­ læru­førleikar.« Tørvurin, ynskið og visjónin um ein setursbygning er sostatt einki nýtt. Hetta skuldi vera veruleiki í 2015. Hagar eru vit ikki heilt komin enn. Tvørligt tilfeingi Eitt av meiri áhugaverdu brotunum úr Visjón 2015 er brotið um grundar­ steinin »Tilfeingi«. Har eru nøkur greið og áhugaverd boð um, hvussu støðan skuldi verða í 2015. Í Visjón 2015 stendur, at »myndugleikin skal føra ein politikk, soleiðis at einkastøður ella vardar serstøður hjá virkjum ella avmarkaðum bólkum ikki verða partar av vinnuskipan okkara. Hetta verður tryggjað við lógarverki, ið skal spjaða vinnuvirksemið og geva nýggjum luttakarum so góða atgongd, sum til ber. Rætturin til gagnnýtslu eigur at verða skipaður í loyvum, ið eru landsins ogn. Hesi verða tó latin áhugaðum í tíðaravmarkað skeið á einum skipaðum marknaði, har landið er seljari. Landið hev­ur skyldu at bera so í bandi, at inn­tøkur landskassans vera tær røttu, sam­ stundis sum skipanin við loyvis­sølu tryggjar eitt kappingarført og menn­ andi vinnulív.« Sostatt var tað longu í 2007 skotið upp, at landið eigur at selja tíðar­avmarkaði fiskiloyvi á einum skip­aðum marknaði. Hetta uppskot hevur skapt mikið rumbul líka síðani. Undir CHE-samgonguni varð hetta eitt av stóru málunum, sum eisini var við at gera enda á teirri samgonguni. Undir seinastu samgongu og undir hesi sam­gonguni hevur tosað verið um eina fiskivinnunýskipan, sum skuldi koma undir land. Inntil víðari eru útlitini fyri at koma á mál sera lítil, eftir at landsstýrismaðurin í fiski­vinnu­málum, Jacob Vestergaard, tveitti handklæðið í ringin og gúpp­ aði bóltin yvir aftur til Kaj Leo Johannesen, løgmann. Í Visjón 2015 varð eisini ítøkiliga skotið upp, at landið í 2015 skuldi ráða fyri trimum nýggjum fiski­rann­ sóknar­skipum, og at øll arbeiðsorkan til fiskirannsóknir og gransking skuldi verða tríggjar ferðir størri. Heldur ikki her er komið nærri mál­ inum enn í 2007. Sostatt kann staðfestast, at har tað á øðrum økjum eru framd nøkur ella fleiri av tilmælunum í Visjón 2015, hevur politiska arbeiðið verið tvørligt, tá hugsað verður um partin, ið snúði seg um tilfeingi. Og so framvegis... Listin yvir politisku økini, har vit náddu á mál, eins og listin yvir politisku ætlanirnar, ið ikki bóru á mál, kann tykjast ótømandi. Serliga vóru fleiri av stóru ætlanunum og ný­ skip­an­unum meiri ella minni sleptar. Her kunnu nevnast sam­ferðslu­ ætlanin, ið setti árstal á nær tunlar, vega­strekki og nýggj strand­fara­skip skuldu verða útvegað. Tann sam­ ferðslu­ætlanin er í besta føri tognað rættiliga nógv. Longu í 2009 var ætlanin, at kommunurnar skuldu vera 7 í tali, so tær kundu lyfta munandi fleiri upp­ gávur. Hetta bar heldur ikki á mál. Hinvegin náddu vit málinum um at flogvallarviðurskiftini skuldu verða somikið batnað, at tey lótu upp fyri betri og bíligari loft­ferðslu­møgu­ leikum. Eisini er ætlaða Granskingar­ lundin sett á stovn, ið skuldi kveikja fyri allari gransking og kunna rúma øllum granskingar­virk­semi. Innan heilsu­økið varð av­tøkan av sjúkra­ kass­anum eisini eitt av heilt stóru mál­unum, og har er Heilsu­trygd so komin ístaðin í dag. Taka vit samanum fyri henda brotpartin av Visjón 2015, vit hava viðgjørt her, kunnu vit staðfesta at nógv liggur eftir á láni. Vit kunnu eis­ ini stað­festa, at nógv uppskot í roynd og veru eru framd, um enn tey eru latin í nýggjan búna og eru framd sum »nýbrot« av seinni samgongum. Tó eru eisini fleiri mál eftir, ið enn kunnu takast upp og fremjast í verki – ella førast víðari til eina nýggja Visjón, um hol verður sett á slíkt arbeiði aftur. rogvi@sosialurin.fo • Alheimsgerð • Útbúgving • Gransking • Íverksetan • Kunningartøkni • Tilfeingi • Samfelagsbygnaður • Infrakervi • Umhvørvi • Mentan • Arbeiðsmarknaður • Vælferð • Sjálvstýri GRUNDARSTEINARNIR Teir 13 grundarsteinarnir í Visjón 2015 Bert við einum felags bygningi fáa vit fyri­munir­ nar við einum sterkum, lærdum há­skúla. Ein seturs­bygn­ingur skal tí verða bygdur til enda­ málið« Visjón 2015: Mál og vegir Hóast fleiri av somu politikarum, sum vóru við til at seta Visjón 2015 í verðina, hava sitið við róðrið líka síðani, liggja nógv av málunum enn á láni »Spegil, spegil, á brósti hongur. Sig mær, hvussu í 2015 gongur«. Teknarin Óli P. dugdi væl at fanga andan í Visjón 2015 savnsmynd