Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 19 Vit ynskja enn tað sama Rógvi Nybo Á tta ár eru liðin síðan ar­beið­ið við at Visjón 2015 varð lagt fram. Og hóast framstig eru hend á fleiri økjum, eisini inn­an hægri útbúgvingar, standa høvuðs­trupul­ leikarnir enn óloystir hjá før­oyskum lesandi undir hægri út­búgv­ing. Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, er felagsskapurin hjá øllum før­oysk­ um lesandi á hægri út­búgv­ingum. Og skuldu tey sloppið at sett fram nøkur ynski til eina nýggja visjón fyri Føroyar, høvdu tey peikað á neyvt somu loysnirnar, ið Visjón 2015 peikaði á. – MFS umboðar øll lesandi, bæði uttanlands og í Føroyum. Á uttan­ landsøkinum haltar ikki, og møgu­ leik­arnir hjá teimum eru góðir. Tann stóra avbjóðingin er, eins og hon var fyri átta árum síðani, í Føroyum, sigur Turid Christophersen, forkvinna í MFS. Tann stóra avbjóðingin, hon sipar til, er at tað enn eru alt ov nógv, ið fara av landinum at nema sær hægri út­búgv­ingar. Ikki tí at tað er ein trupul­leiki í sær sjálvum, at fólk fara av land­inum, tí tað fara fleiri nokk altíð at gera, men at talið er so stórt. – Skuldu vit fingið nøkur ynski til eina nýggja visjón, eru ynskini og loysnirnar enn tey somu. Vit hava stórliga brúk fyri einum kampusi til Fróð­skaparsetrið við tilhoyrandi lestar­íbúðum, og at fleiri pengar verða settir av at styrkja útbúgvingarnar og granskingina á Fróðskaparsetrinum. Tí realiteturin í dag er, at fleiri fara av landinum at nema sær útbúgving tí tey ikki hava møguleika at nema sær útbúgving í Føroyum, vísir Turid Christophersen á. Loysir eisini aðrar trupulleikar Høvuðsorsøkirnar til, at tey ikki hava møguleika at nema sær út­búgv­ing, eru tríggjar í tali. Fleiri fara, tí at tey ikki sleppa inn á út­búgv­ing­ina í Føroyum, orsakað av av­mark­aðari upp­tøku, eitt nú til sjúkra­røktar­ frøðing, lærara og námsfrøðing. Fleiri fara eisini tí at tað er ov dýrt at búgva í Føroyum, meðan tey eru undir út­ búgving, serliga tí at ongar lestrar­ íbúðir finnast til tey undir hægri út­búgving. Og nøkur fara eisini tí at út­búgvingin ikki verður bjóðað út í Føroyum. – Tað er heilt vist, at ein seturs­ bygningur við tilhoyrandi lestrar­ íbúðum, sum kundi skapt eitt veru­ligt lestrarumhvøri, og at fleiri pengar vórðu settir av til at styrkja útbúgvingarpartin, hevði loyst hesar trupul­leikarnar. Tað hevði sam­ stundis eisini loyst ein stóran part av øðrum avbjóðingum, eitt nú við fólka­fráflytingini, staðfestir Turid Christophersen. Skal nýggj visjón setast fyri Føroyar, eru ynskini frá teimum lesandi óbroytt frá Visjón 2015. – Ynskini frá teimum lesandi í Føroyum eru tey somu í dag, sum tey vóru í Visjón 2015. Okkum tørvar enn ein setursbygning við tilhoyrandi lestraríbúðum, er einfaldi boðskapurin frá Meginfelag Føroyska Studenta – Ein setursbygningur við tilhoyrandi lestraríbúðum hevði bæði styrkt munandi um lestrar­ um­hvørvið í Føroyum, og loyst ein stóran part av avbjóðingini við fólkafráflyting, sigur Turid Christophersen, forkvinna í MFS. Loysnin stóð nevnd í Visjón 2015 og sama uppskot skuldi staðið í nýggjari visjón, skuldi ein slík verðið gjørd fyri framtíðina Meginfelag Føroyska Studenta savnsmynd