hósdagur 4. juni 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juni 2015
sosialurin 63
20
tema Visjón ella hvørvisjón?
Tey vildu
speireka
visjónina
– Móttøkan fyri Visjón 2015 var rættiliga ymisk. Fleiri høvdu
hug at speireka, og søgdu tað verða ein roynd at flyta fokus
frá teimum aktuellu trupulleikunum, við at tosa um nakað
abstrakt 10 ár úti í framtíðini. Men eg veit, at hon enn í dag
verður tikin fram aftur og at hon verður brúkt, sigur Jóannes
Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og faðir at Visjón 2015
Rógvi Nybo
T
að eru í ár 10 ár liðin síðani
at Visjón 2015 varð stungin
út í kortið. Í ólavsøkurøðu
sínari í 2005, hansara
næsta sum løgmaður, kunngjørdi
Jóannes Eidesgaard at Føroyar stóðu
á einum vegamóti, og at avgerðirnar,
vit tá tóku, skuldu vísa um vit megn
aðu at tillaga okkum treytirnar í ein
um alheimsgjørdum búskapi. Hann
tosaði tá um Visjón 2015, sum tvey ár
seinni varð klár at leggja fyri politisku
skipanina og fyri fólkið. Vit hava tikið
eitt prát við Jóannes Eidesgaard, fyrr
verandi løgmann, um tankarnar og
arbeiðið handan Visjón 2015.
Tann fyrsti og kanska mest natúr
ligi spurningurin, er hví tað yvirhøvur
var neyðugt við einari Visjón 2015, og
hvørji grundsjónarmiðini handan
Visjónina vóru.
– Persónliga haldi eg at politikk
urin, tá og í dag, er ad-hoc drivin.
Gamaní hava samgongur eitt sam
gonguskjal, har tær semjast um tann
yvirskipaða politikkin næstu fýra
árini. Men tað er mangan neyðugt at
hugsa longur enn bara tey næstu fýra
árini. Tí sótu vit í 2005 og hugsaðu,
um tað bar til at gera eina meira yvir
skipaða ætlan fyri samfelagið, sum
kundi røkka longur út í framtíðina,
greiðir Jóannes Eidesgaard frá.
Tvey ár eftir, at semja var um seta
gongd á arbeiðið at gera eina longri
og meira víðfevnda framtíðarætlan
fyri samfelagið, varð Visjón 2015 klár.
Ikki eitt politiskt arbeiði
Tað var táverandi samgonga millum
Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin, ið setti arbeiðið við
Visjón 2015 í verk. Men kortini var
Visjón 2015 í sær sjálvum ikki eitt
politiskt arbeiðir, leggur Jóannes
Eidesgaard dent á.
– Eitt tað mest fantastiska við
Visjón 2015 er, at mann fekk mobili
serað so nógv fólk at arbeiða við einari
yvirskipaðari ætlan fyri alt føroyska
samfelagið. Tilsamans mundu tað
verða yvir 100 fólk, sum arbeiddu
við visjónsarbeiðinum, tá tað var
upp á tað mesta. Hetta bleiv eitt
meira embætisligt politiskt arbeiði,
og bólkarnir vóru allir mannaðir við
fólki, sum høvdu skil og áhuga fyri
teimum evnunum, tey arbeiddu við.
Bara tað er eitt bragd, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Eitt annað, faðirin at Visjón 2015
leggur dent á er, at talan var ikki
bert um eina Visjón sum eina meira
ideologiska, politiska ætlan. Hann
sigur at mann legði stóran dent á at
fáa tey skilagóðu fólkini í arbeiðs
bólkunum at gera konkret uppskot
til, hvussu visjónir, ið vórðu stungnar
út í kortið, kundu fremjast í verki.
Mangir
politikarar, sum –
orsaka at eg sigi
tað soleiðis – sum
ikki hava serliga
nógvar visjónir
við nøkrum sum
helst, elska at
vera super-máls
viðgerðar«
Jóannes Eidesgaard
savnsmynd